Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24. MAI 2017 2 Framtíðin er talgild – Sosialurin hevur – eins og aðrir miðlar – prógvað sítt virði hesi 90 árini. Tilverugrundarlagið er enn sum áður at bera fólki tíðindi, at eggja til og birta undir kjak, sum kann styrkja fólkaræðið. 90 ár á prenti og 20 ár á talgildum palli hevur givið royndir, sum eru grundarlagið undir framtíðini hjá fjølmiðlunum hjá Miðlahúsinum T á vit í dag kunnu hátíðarhalda, at blað okkara er komið út í 90 ár, so er tað ikki við sørt av stoltleika. Tí tað hevur altíð verið ein avbjóðing at rikið eitt blað í Føroyum. Hjá øllum bløðum hevur gingið upp, og tað hevur gingið niður. Og øll bløð hava upplivað steðgir, har blaðið ikki er komið út í eitt tíðarskeið – uttan Sosialurin. Støðugt er hann komin út øll árini síðani 1927, um enn ofta við knossi eg strevi hjá teimum, sum skipað hava fyri. Tað er ikki so løgið, at tað vóru politisk áhugamál, sum skaptu bløðini. Tað er viljin at upplýsa og viljin at fremja broytingar, sum drívur verkið. Skulu vit hava eitt vælvirkandi fólkaræðið, so er tað grundleggjandi, at fólkið er upplýst, og at fólkið veit, hvat gongur fyri seg – og at fólkið sleppur at kjakast. Tann djúptgangadi og avdúkandi journalistikkurin hevur tað kanska ikki verið, sum eyðkendi gomlu floksbløðini – men kanska meira frásagnir og hendingar í gerandisdegnum, og so politiskar viðgerðir av ymsum málum. Alt alment kjak at kalla, sum var, tað var í bløðunum. Fyrstu royndirnar hjá Niels Winther við føroyskari blaðútgávu vórðu merktar av tí sama. Fyrsta útgávan av Færingetidende kom út 13. mai í 1852 – og blaðið kom bara út níggju ferðir. Tað var ov herkin biti fyri yvirvøldina, sum køvdi blaðið, eftir at Niels Winther hevði eina hvassorðaða atfinning at einahandlinum, sum hann legði undir at snýta, eitt nú við tubbakki. Hann varð dømdur eina so stóra bót, at einki annað var hjá honum at gera enn at pakka saman. Onnur roynd var Føringatíðindi, sum kom út í 1890'unum og um aldarmótið. Hetta blaðið skuldi virka fyri stenvu Føroyingarfelagsins, sum eisini var eitt politiskt mál. So komu floksbløðini, fyrst Tinga­ krossur og Dimmalætting, sum eru eldri enn flokkarnir, tey valdu sær at umboða. Sosialurin er fyrsta blað, sum er stovn­ að sum floksblað, síðani komu Dagblaðið og 14. September. Afturlítandi kunnu floksbløðini tykjast í so tunn, og journalistikkurin hevur ikki verið tann djúpi. Fyri tað skal týdningurin av bløðunum ikki undirmetast. Bløðini eru grundarlagið fyri teimum miðlum, sum vit hava í dag. Bæði útvarp og sjónvarp, og ikki minst teldumiðlarnir. Alt hevur sín uppruna í blaðnum. Á Sosialinum sóu vit fyri 20 árum síðani, hvønn veg tað bar við bløðum. At blaðið í framtíðini ikki fór at standa einsamalt vóru tað tekin um. Tí fóru vit á internetið, sum tá fyri stuttum var komið til Føroyar – og www.sosialurin.fo varð alment tendraður 27. november í 1997. Við internetinum vaks talið av brúk­ arum hjá Sosialinum munandi. Framman­ undan tosaðu vit um lesarar og lýsarar og haldarar. Menningin hevur verið rúkandi. Í 2000 gjørdi Sosialurin avtalu við Telefonverk Føroya Løgtings um at reka Portal.fo. Eitt samstarv, sum vardi í 13 ár, har Sosialurin slapp at menna fyrstu, størstu og sterkastu føroysku heimasíðuna við tíðindum. Men tíðin fer frá øllum, eisini Portalinum, sum Føroya Tele seldi í 2013. Tá stovnaði Miðlahúsið in.fo, sum hevur verið ein ein sonn kollvelting. Framgongdin fekk talið á brúkarum at storma fram at kalla beinanvegin, og inntøkurmøguleikarnir eru broyttir munandi, tí nú stendur Miðlahúsið fyri øllum pørtum, eisini marknaðarføring og lýsingarsølu. Framtíðin er talgild, og tað er á inter­ netinum, at fjølmiðlarnir í framtíðini skuldu tjena sínar pengar. Avbjóðingin er tí at sameina blaðið, tað vanliga prentaða blaðið, og internetið. Hvussu vit fáa tað at renna saman millum blaðið og netið, og hvussu vit kunnu bjóða brúkarum okkara somu tænastu á netinum, sum í blaðnum. Í Miðlahúsinum hava tosað um tríbítið: At skjótu søgurnar fara beint út á in.fo, aðrar, og kanska eitt sindur meira undirbygdar fara á Rás2. Meðan vit í blaðnum hava tær longru søgurnar, har vit greiða frá hví tað hendi heldur enn hvat hendi. Framtíðin er digital. Talgildu miðlarnir eru longu sera týdningarmikið støði hjá okkum Miðlahúsinum, og hendan støðan fer bara at mennast enn meira. Vit síggja soleiðis upp á tað, at hóast prentaðu bløðini fækka í tali, so so fara brúkrararnir at vaksa í tali. Blaðið er bara miðilin, tað er innihaldið, sum telur. Og innihaldið flytist. Tað er tí, at vit kunnu hava yvir 30.000 brúkarar á in.fo um dagin. Tað er nógv meira, enn prentaða útgávan av Sosialinum hevur, hóast vit eina ferð um vikua prenta 19.500 eintøk av Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús. Sosialurin hevur – eins og aðrir miðlar, prógvað sítt virði hesi 90 árini. Tilveru­ grundarlagið er enn sum áður at bera fólki tíðindi, at eggja til og birta undir kjak, sum kann styrkja fólkaræðið. Sosialurin og Miðlahúsið eru til dystin fús næstu 90 árini eisini. Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Sosialurin/Miðlahúsið Serblað í sambandi við 90 ára dagin 24. mai 2017 Redaktørur: Eyðun Klakstein Forsíðumynd: Pætur Eyðunson Jensen Umbróting: Simona Weihe