týsdagur 23. mai 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
4
Blaðredaktiónirnar liva víðari
Tað er tørvur á redaktiónum, sum halda eygað við makthavaraum, varpa ljós
á samfelagsins skuggasíðir og viðger tíðindi á kritiskan hátt, so borgarin veit,
hvat vendir upp og hvat vendir niður, skrivar Barbara Holm, blaðstjóri
BARBARA HOLM
B
laðdeyði. Eitt, fyri okkum,
óhugnaligt hugtak, sum hevur
ulmað í alheimssamfelagnum í
nøkur ár eftir hondini, tikið fram
ferð eftir ferð í greinum í somu bløðandi
bløðum.
Samstundis vísir tað seg, at størsti
eftirspurningurin, tá ið umræður tíðindi,
er júst eftir gomlu bløðunum. Ella í øllum
førum gomul blaðredaktiónunum. Tí
millum tær størstu tíðinda heimasíðurnar
í heiminum eru tær hjá gomul bløðunum
– tað verið seg Washington Post, The
New York Times, USA Today, Wall
Street Journal, New York Daily News
og so framvegis. Og hyggja vit eftir
til dømis Danmark – sum vit kanska
ov ofta samanbera okkum við – so er
tendensurin tann sami. Tær nógv vitjaðu
tíðindasíðurnar eru tær, sum upprunaliga
og framvegis eru avísir eisini. Politiken,
JyllandsPosten, EkstraBladet og so
frameftir.
Her í Føroyum eru vit serlig, men tó
ikki so serlig, at hesin trendur ikki eisini er
galdandi í Føroyum.
Tí tá ið tíðindi komu ókeypis á netið
her heima um aldarskiftið, var portal.fo
tann síðan, sum var høvuðspulsæðrin hjá
føroysku tjóðini at fáa tíðindi um føroysk
viðurskifti. Og portal.fo var tá barnið hjá
Sosialinum, sum tá í tíðini eisini gav út
fimm bløð um vikuna.
Í dag er portal.fo nakað annað, meðan
in.fo er komið í staðin sum barnið hjá nú
90 ára gamla blaðnum. Tað eru í Føroyum,
eins og aðrastaðni í heiminum, eisini
vælumtóktir miðlar, sum ikki fáast við
annað enn tíðindi á internetinum, men
tað er ikki at taka munnin ov fullan um eg
sigi, at in.fo telist millum tær allarstørstu
í Føroyum. Summi vildu sagt tann størsta,
onnur næst ella trið størsta. Tað veldst
ivaleyst um, hvussu litfagurt lesaratølini
hjá teimum ymsu síðunum verða gjørd upp.
Altíð til reiðar
Tað er tó eitt, sum gamli Sosialurin og
nýggja in.fo hava, sum ongantíð kann
gerast upp í lesaratølum ella øðrum
barometrum av populistiskum slag.
Tað er ein stór redaktión, sum hvønn
dag, 365 dagar um árið, heldur fingurin
á pulsinum í føroyska samfelagnum.
Sum fyrsta jóladag brúkar tíma omaná
tíma til arbeiðis fyri at lata føroyingar
vita standin og hoyra ávaringarnar frá
myndugleikunum, tá illveður er. Tað
eru verulig fólk, sum seta halgidagar,
føðingardagar, feriur og alt til viks fyri at
fáa tíðindi út til tín. Og tú kanst spyrja -
hví ger man so tað.
Eg var í Føroya rætti ein leygardag
herfyri og sat undir liðini á einum starvs
felaga frá einum øðrum miðli. Meðan
bíðað varð eftir teimum skuldsettu, lat í
einum “strævið at vera so forvitin, at man
má fara inn í rættin í góðveðrinum”.
Eg veit, at viðkomandi einki ringt
meinti við tann setningin.
Tá vóru vit tó báðar skjótar at siga “vit
eru ikki forvitnar, vit gera okkara arbeiði”.
Og okkara arbeiði er, at vit altíð, hvønn
dag, royna at upplýsa føroysku tjóðina
um viðurskifti, sum hava týdning fyri
borgaran.
Vit royna hvønn dag at viðgera tað,
sum hendir á politiska, samfelagsliga,
mentanarliga, ítróttarliga og øðrum økjum,
so at føroyingurin fær innlit, fær kunning
og fær allar upplýsingar viðkomandi fyri
at taka væl grundaðar avgerðir.
Tørvur á redaktiónum
So blaðdeyðin. Hvar er hann í øllum hesum
her.
Fyri meg er tað eitt sindur sum at
rópa úlvurin kemur. Eg trúgvi ikki upp á
dómadagsprofetiirnar longur. Og orsøkin
er einføld.
Tað er tørvur á redaktiónum. Tað
er tørvur á journalistum, sum hvønn
einasta dag fara til arbeiðis við tí fyri eyga
at vera fjórða statsvaldið, sum heldur
myndugleikum til svars fyri tað, sum
tey gera. Sum varpa ljós á samfelagsins
skuggasíður; sum viðgera øll tíðindi á ein
kritiskan hátt, so borgarin veit, hvat vendir
upp og hvat vendir niður.
Og eg veit, at tað er vert at rinda fyri –
blaðdeyði ella ikki.
Á hesari síðuni høvdu ivaleyst summi
vænta eina áheitan um at halda fram við
at keypa 90 ára gamla hjartabarni hjá
okkum í Miðlahúsinum. Og ja, tað er hetta
partvíst eisini.
Men eg haldi ikki tú, kæri lesari, skal
keypa Sosialin bara fyri at stuðla okkara
arbeiði. Eg haldi, at tú skalt keypa Sosialin,
tí tað er har, at tann gravandi, viðkomandi,
kritiski journalistikkurin er í dag.
Ímynda tær einar Føroyar uttan
føroysk tíðindi? Ella einar Føroyar einans
við óviðgjørdum tíðindaskrivum og
lesarabrævum at síggja? Hvat um eingin
setti spurnartekin við skattamálið hjá Eik?
Ella eingin varpaði ljós á umstøðurnar hjá
teimum gomlu? Ella um eingin spurdi, hví
ung fólk eru kriminellir narkomanar, sum
ferð eftir ferð enda í fongsli? Ella eingin
viðgjørdi alt tað, sum tey ráðandi siga, við
kritiskum brillum?
Við tí kritiska journalistikkinum
tættast at hjartanum eri eg sannførd um,
at okkara 90 ára gamla hjartabarn eigur
minst 90 ár aftrat. Tí blaðdeyði ella ikki
– góð tíðindi fara altíð at vera neyðug – í
pappír, á netinum og ivaleyst á øðrum
platformum eisini, sum tíðin gongur.
– Tað er tørvur á journalistum, sum hvønn einasta dag fara til arbeiðis við tí fyri eyga at vera fjórða statsvaldið og
sum halda myndugleikum til svars fyri tað, sum tey gera, sigur Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum
Mynd: Álvur Haraldsen