týsdagur 23. mai 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
6
Sosialurin 90 ár: Millum
fólkaræði og fíggjartøl
Kvøða til Sosialin á 90 ára føðingardegi blaðsins
O
kkara kjakmentan er serstøk.
Alt ov nógv fólk halda seg aftur
í almenna orðaskiftinum, og
tí hevur kjakmentanin ofta
vantandi brodd. Ein ovurhonds stór
áherðsla á at taka fyrilit fyri øllum í tí lítla
føroyska samfelagnum tykist vera ein
høvuðsorsøk til vantandi áhugan at taka
lut í almenna orðaskiftinum.
Í hesum veruleika hevur tíðindablaðið
Sosialurin virkað seinastu 90 árini. Saman
við hinum miðlunum hevur Miðlahúsið
í Vágsbotni havt ein týðandi leiklut í
at birta upp undir eitt opið samfelag,
tryggjað borgarunum og samfelagnum
dygdargott miðlainnihald.
Okkara fólkaræði er neyvt tengt at,
hvussu miðlarnir í einum landi hava
tað. Tí er tað harmiligt, at føroysku
tíðindamiðlarnir seinastu mongu árini
tíverri hava havt trupul kor at virka undir.
Tað hevur verið átrokandi neyðugt hjá
miðlum at tillaga seg skjótt og støðugt seta
seg inn í nýggja veruleikan, sum nýggja
tøknin bjóðar. Hetta er ikki bara galdandi
í Føroyum, men kring allan heimin.
Sosialurin er enn livandi í eini tíð, har tað
er torført hjá miðlum at fáa endarnar at
røkka saman. Tað hevur rós uppiborið og
vísir, at Sosialurin hevur megnað at fylgja
við tíðini.
Men tað er eisini týdningarmikið, at
miðlar ikki tillaga seg treytaleyst eftir,
hvat fær endarnar at røkka saman.
Sum borgarar í einum fólkaræði mugu
vit vita, at vit kunnu hava álit á einum
tíðindamiðili. Vit mugu ansa eftir, at
sølutøl og fíggjarlig atlit ikki fara at viga
meira enn at viðgera mál við neyvleika og
fakta.
Tá ein persónur fyllir 90 ár, velur
viðkomandi vanliga at taka fótin av
spitaranum. Tá tykist resið ikki vera
stressandi, og tú kanst líta aftur á eitt
langt lív við góðum treysti. Men tað er
øðrvísi hjá einum miðili. Nú Sosialurin
fyllir 90 ár, so ber illa til hjá hesum miðili
at njóta framd avrik og hvíla seg, tí dagin
eftir stendur ein nýggjur dagur við
nýggjum avbjóðingum, har neyðugt er at
spyrja seg, hvussu tann næsti Sosialurin
kann gerast betri fyri at kunna fylgja við
tíðini.
Júst hetta við at fylgja við tíðini er
nakað, sum eyðkennir Sosialin. Í 1997 varð
Netsosialurin tikin í nýtslu, og í oddagrein
í hesum sambandi helt Sosialurin fyri, at
hetta bert var ein natúrlig gongd. Hetta
var sambært teimum ikki ein kollvelting,
men ein sjálvsøgd dagføring.
Síðani eru nógvar broytingar gjørdar í
miðlalandslagnum. Partapolitiska pressan
er í stóran mun burtur, og nýggir talgildir
sosialir miðlar spæla ein stóran leiklut
í gerandisdegnum hjá fólki. Blaðsølan
hevur verið støðugt minkandi kring
heimin, og gongdin á internetinum hevur
havt við sær, at fólk eru vorðin von við
at lesa tíðindi ókeypis. Hetta hevur við
sær avbjóðingar hjá øllum av teimum
siðbundnu miðlunum. Eisini Sosialinum.
Tað merkir, at niðurskerjingar hjá
bløðum eru óumberligar. Tey fíggjarligu
atlitini tykjast at hava nógv at siga. Men
enn megnar Sosialurin at framleiða tilfar
til trý tíðindabløð á prent um vikuna. Tað
er einasta blað í Føroyum, sum megnar tað
í 2017. Tað er eitt flott avrik og eisini ein
staðfesting av, at Sosialurin heldur fast
við søguliga blaðmiðilin, sum av mongum
í langa tíð hevur verið skýrdur at vera á
veg í søguna. Persónliga eri eg sannførdur
um, at enn hevur prentmiðilin eina bjarta
framtíð, um raðfest verður rætt.
Sosialir miðlar hava sum sagt gjørt
eitt stórt inntriv í gerandisdagin hjá
fólki og hava havt nógvar positivar
eginleikar við sær. Tó so má staðfestast,
at siðbundnu miðlarnir hvønn dag merkja
avleiðingarnar av, at tíðindi er nakað, tú í
stóran mun fært ígjøgnum sosialar miðlar
sum Facebook. Tað kann vera trupult hjá
fólki at finna út av, hvat er rangt, og hvat
er rætt á Facebook, og her hava miðlar sum
Sosialurin eina týdningarmikla uppgávu
fyri framman.
Tað er av stórum týdningi, at Sosialurin
eisini fram eftir megnar at bera fram neyv
og faktuel tíðindi. Í eini tíð, har nógvar
meiningar verða havdar á lofti, er av
stórum týdningi at skapa yvirlit og bera
tíðindi fram á sakligan hátt og tryggjað
borgarunum og samfelagnum dygdargott
miðlainnihald. Saman við hinum privatu
miðlunum skal Sosialurin geva almenna
public service-stovninum Kringvarpi
Føroya eina neyðuga og ynskiliga kapping,
sum er við til at tryggja dygdargott
innihald. Tað skal eisini vera mín vón, at
Sosialurin heldur á við at birta upp undir
eitt opið samfelag, har almenna orðaskiftið
er ríkt og fjølbroytt.
At enda vil eg ynskja Sosialinum
hjartaliga til lukku við 90 ára degnum við
ynski um, at mong fleiri ár eru honum í
væntu!
Aksel V. Johannesen, løgmaður