týsdagur 23. mai 2017síða 55
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
23
TÓNLEIKAFESTIVALUR Á RØKTARHEIMSØKINUM Í RUNAVÍK
LEYGARDAGIN 3. JUNI KL. 15.00
Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta
festivalinum – Seniorfestivalinum
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri setir festivalin,
leygardagin 3. juni kl. 15.00
12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka.
Hesir, sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni
Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg
Nónsgjógv – Signar í Homrum – Rannvá Vesturklett –
Hallur Joensen – Skálafjarðar sløkkilið – Hanna og Terji –
M.C. Restorff. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!
Hendan dagin, har vit vóna at veðrið verður gott, verður telt
sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið og verður økið
tí “bilafrítt” hendan dagin. Víst verður til parkeringsøkið við,
“Bylgjan”, Læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðni í nánd.
Tørvar tær flutning (ókeypis) frá og til parkeringsøkinum,
so ert tú vælkomin at ringja á tlf. 290212
Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at
keypa ymiskt gott til matna!
Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum”. Vit
hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at
tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal
viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum ella
ungum!
Atgongumerki á kr. 200,- fáast til keyps á heimasíðuni hjá
Roðanum: www.rodin.fo har slóð er til søluna. Eisini kunnu
tey keypast á www.atgongumerki.fo, á Kunningarstovuni í
Runavík og á skrivstovuni á røktarheiminum.
Eisini kunnu atgongumerki bíleggjast á tlf. 290211.
Fyrireikararnir
SENIORFESTIVALURIN
– festivalurin fyri tey tilkomnu