týsdagur 23. mai 2017síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
26
Sosialurin hevur
megnað at tillaga seg
– Tað er hent nógv, og stundum hava broytingarnar verið
stórar og skjótar, og hetta hevur eisini verið ein orsøk til, at eg
havi eg hildið á øll hesi árini, sigur Eyðfinnur Jacobsen, sum
hevur verið nevndarformaður á Sosialinum í góð 25 ár
EYÐUN KLAKSTEIN
S
íðani fyrst í 1990’unum hevur
Eyðfinnur Jacobsen verið
nevndarformaður á Sosialinum.
Hann hevur saman við dagligu
leiðsluni og starvsfólkunum verið
ígjøgnum nógvu broytingarnar í miðla
heiminum og á fyritøkuni hesi góð 25 árini.
– Tá ið gjørdist nevndarformaður,
átti Javnaðarflokkurin blaðið, men tá
var gongdin byrjað at gera Sosialin til
eitt tíðindablað, og hetta helt fram upp
ígjøgnum 1990’ini. Oddagreinarnar kundu
knýtast saman við Javnaðarflokkinum,
men stórur dentur varð lagdur á, at tilfarið
annars var politiskt óheft. Málið var at
gera eitt tíðindablað til allar føroyingar,
sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hetta var neyðugt fyri at yvirliva
rákið, sum gjørdi enda á teimum politisku
bløðunum, og tað lukkaðist at fara frá
einum floksblaði til eitt tíðindablað.
Endaliga broytingin varð staðfest, tá ið
Javnaðarflokkurin í 2006 seldi Sosialin til
núverandi privatu eigarar.
– Bæði við Javnaðarflokkinum sum
eigara og harvið einum vissum politiskum
tilknýti, um mann vildi tað ella ikki,
og síðani við privatum eigarum hava
starvsfólkini á Sosialinum givið lív og sál
fyri blaðnum og gjørt eitt professionelt
arbeiðið fyri at geva føroyingum eitt óheft
tíðindablað, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Nógvar broytingar
Hendan fjórðingsøldin, har Eyðfinnur
Jacobsen hevur verið nevndarformaður,
hava bjóðað stórar broytingar – ja, næstan
kollveltandi broytingar – í samfelagnum
og í miðlavinnuni. Tøkniliga menningin
seinastu 20 árini hevur verið endavent
samfelagi og miðlum. Avbjóðingarnar
hava stundum verið stórar og hava kravt
týðandi avgerðir.
– Tað er hent nógv, og stundum hava
broytingarnar verið stórar og skjótar,
og hetta hevur eisini verið ein orsøk til,
at eg havi eg hildið á øll hesi árini. Tað
hevur verið sera spennandi at verið
nevndarformaður. Broytingartíðir seta
krøv til umstilling og tillaging, og tað
hava Sosialurin og Miðlahúsið megnað
serstakliga væl, heldur Eyðfinnur
Jacobsen.
– Stundum hevur tað kravt djarvar
tankar og strategisk samstarv, sum
næstan vóru óhugsandi, men tað hava
leiðsla og starvsfólk eisini fingið at borið
til. At vit fóru í samstarv við størsta
kappingarneytan Dimmalætting um
prentmiðstøð var ein røtt avgerð, men hon
var ikki løtt at taka – hvørki hjá okkum
ella teimum – og tað vísir, at leiðslan hevur
hugsað langsiktað, sigur hann.
Støðug leiðsla
Nevndarformaðurin fegnast um, at
leiðslan á Sosialinum hevur verið rættiliga
støðug í nógv ár. Fyrstu nógvu árini var
Jan Müller blaðstjóri. Seinni komu Eirikur
Lindenskov og Jonhard Hammer við í
leiðsluna, og teir tóku síðani við, tá ið Jan
Müller gavst.
– Tað hevur verið avgerandi fyri
gongdina, at vit hava havt eina kontinuer
liga leiðslu, sum hevur verið sera íðin
og dugnalig. Fleiri starvsfólk hava eisini
verið við í nógv ár og hava gjørt eitt stórt
arbeiði. Eg havi upplivað, hvussu eldhugað
starvsfólkini hava verið, og tey hava gingið
sera høgt upp í sítt arbeiði, sigur Eyðfinn
Jacobsen.
– Tað er í grundini væl klárað, at Sosial
urin nú kann halda 90 ára føðingardag
og er útkomin uttan steðg síðani 1927. Tað
er bara at hyggja eftir, hvussu tað hevur
gingist føroyskum bløðum annars.
Nevndarformaðurin heldur, at Miðla
húsið við Sosialinum sum einum av miðla
pallunum er til reiðar at møta framtíðini.
– Raksturin gongur hampuliga væl,
hóast tað onkuntíð hevur gingið betur, enn
tað ger nú. Fyritøkan livir væl, og henni
er lív lagað. Miðlahúsið kemur at menna
seg komandi árini, og vit vita av royndum,
at leiðsla og starvsfólk duga at tillaga
seg nýggjar tíðir og broyttar umstøður.
Tað hevur verið styrkin øll árini og fer
eisini at grundarlagið undir virkseminum
frameftir, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Miðlahúsið kemur at menna seg komandi árini, og vit vita av royndum, at
leiðsla og starvsfólk duga at tillaga seg nýggjar tíðir og broyttar umstøður. Tað
hevur verið styrkin øll árini og fer eisini at grundarlagið undir virkseminum
frameftir, sigur Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður á Sosialinum
Mynd: Álvur Haraldsen