týsdagur 23. mai 2017síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
28
Sosialurin – ein rósa
ið krevur vætu
– Tíðin á Sosialinum hevur sett síni fingramerki, og lívið sær
øðrvísi út eftir at hava verið ein partur av hesum virkna liði,
skrivar Jústinus Leivsson Eidesgaard, fyrrverandi blaðmaður
á Sosialinum, í hugleiðandi grein um árini á Sosialinum
JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD
T
að er ein lagnufelagsskapur
millum undirritaða og Sosialin,
og hann er eftirhondini 27
ára gamal. Tað er líka sum ein
partur av okkara blóðrensli er felags, og
eg fylgi við hvussu blaðið hevur tað. Og
Sosialurin fyllir 90 ár í ár, og enn er lív
í honum, enntá rættuligt lív. Sosialurin,
sum eisini hevur føtt Miðlahúsið, er ein
virkin partur av samfelagnum og ein
partur, sum sæst aftur í samfelagnum og
tað fer hann at halda fram við, um hann
framvegis sær vætu og nering. Lyklaorðið
fyri framhaldandi menning er tillaging til
støðugt broyttar umstøður.
Í meðan eg siti og skrivi hesa heilsan
til Sosialin, rennur fram fyri meg øll tey
óteljandi starvsfólk, sum hava verið slúsað
gjøgnum arbeiðsplássið á hesum blaði
seinastu 90 árini. Tað eru 27 ár, síðan eg
á fyrsta sinni kom í starv á Sosialinum,
og bara í hesum tíðarskeiði hava nógv
fólk verið knýtt at blaðnum og lært um
handverkið at gera eitt blað, við teimum
mongu kreftum, sum skulu til, fyri at eitt
blað skal gerast veruleiki. Á einum livandi
arbeiðsplássi er vanligt við útskifting av
starvsfólkum, og nøkur eru meira støðug
enn onnur. Men felags fyri øll trúgvi eg
er, at tíðin á Sosialinum hevur sett síni
fingramerki, og lívið sær øðrvísi út, eftir at
hava verið ein partur av hesum virkna liði.
Eitt heilskapað blað
Vit skrúva tíðina aftur til á heysti 1990 úti
í blaðhúsinum á Argjum. Eg varð settur
í starv, tí blaðleiðslan hevði sett sær fyri
at geva blaðið út fimm ferðir um vikuna,
heldur enn tríggjar ferðir. Húsið var fult
av fólki, ongin skrivstova var til okkum
nýggju. Eg og Hilmar Jan vóru settir í starv
um somu tíð, hann nakrar mánaðir fyrr, og
vit vóru settir, tí nú skuldi ferð setast á, og
vit skuldu gera eitt blað hvønn yrkadag í
vikuni.
Vit vóru heimleysir í blaðhúsinum,
Hilmar Jan og eg og fingu ein krók í stóru
felagshølunum hjá Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag, einar gardinur vóru
hongdar upp, og síðan fóru vit til verka
aftan tjaldið, sum skilti hetta politiska
hølið frá tí allar heilagasta.
Hetta var eitt vinnaralið, sum
blaðstjórin Jan Muller hevði sett saman.
Málið var stórt og tað var at koma fram á
stavnin á Dimmalætting, sum var størsta
blað í landinum, nógv tað størsta, við
einum upplagi uppá millum 12-13.000, og
vit lógu niðanfyri 4000.
Livandi hús
Nøkur av teimum fólkunum, sum komu
á mína leið hesi ár, hava brent seg fastan
í tilvitskuna, og eru kær minnir. Og tey
flestu eru deyð. Hvussu ber tað til, at
fólk knappliga fáa virði, tá ið eyguni eru
bresta?.
Argjaskaldið Viggo Olsen kom javnan á
gátt. Hann livgaði meg og Hilmar Jan við
hábornum mergjaðum orðum og eisini við
heilt vanligum práti. Hann var húsavørður
við Argja skúla.
“Hæ da gott!”, segði Martin Drangá
hvørjaferð hann fór úr úr kaffistovuni,
sum var beint uttan fyri tjaldið, sum skilti
okkum frá tí verðsliga. Martin dámdi
kaffistovuna og tað, sum har var at fáa
til matna. Hann var í starvi á Sosialinum,
eitt sokallað vart starv, fittur sum berur
pokker, blíður og vinarligur. Hansara
arbeiði var at ganga kjølsvínunum á
Sosialinum, tí einaráðandi Hjørleif
Hilduberg niðri í kjallaranum, til handa.
Hjørleif var prentari og uttan hann
einki blað. Hjørleif var ein sjarmerandi
og heilt egin maður. Og so hevði Martin
eina eksklusiva uppgávu uppi á. Hann
skuldi bera brúkta framkallaravesku
frá fotosetarunum niður í kjallaran,
har hon var burturbeind. Hetta var eitt
arbeiði, sum Kristjan Dahl fyristóð við
stórum nærlagni. Veskan var í stórum
gjøgnumsiktigum sterkum plastposum
og sá út sum ein risa urinprøvi og luktaði
eisini á leið á tann hátt.
Og stillisliga kom Bil Tummas inn um
tjaldið, og tá hevði hann longu fylt rúmið
við síni vinarligheit. Meg hevði hann kent
altíð, og eg kendi hann valla í fyrstuni, og
vit gjørdust vinir.
Aftanfyri Hilmar Jan var ein hurð, sum
var plomberað og ikki kundi latast upp.
Har var virksemi og alvorligt virksemi.
– Fær Sosialurin vætu, heldur hann fram at blóma, sum ein kritiskur, óheftur miðil, har aðalmálið
altíð eigur at vera at lýsa eitt mál frá øllum síðum, sigur Jústinus Leivsson Eidesgaard
Mynd: Rósa Tovudóttir
Framhald á síðu 30