týsdagur 23. mai 2017síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
30
Einar fríar Føroyar vóru í stoypiskeiðini,
og oddamaðurin fyri hesum var tann
blóðreyði Arnbjørn Thomsen, sum eisini
bar reytt fullskegg. Aftanfyri tað politiskt
reyða og politisku flosklarnar búði eitt
menniskja við hjarta av gull og hann vildi
ikki haltari hønu mein. Og Fríu Føroyar
komu regluliga út og var til gangs fyri
ein lítlan bólk av kommunistiskum
landsmonnum, sum hava roynst mær til
denna dag.
Hilmar Jan hevði so at siga alt sítt
lív liggjandi á skriviborðinum. Har
lógu myndir, manuskriptir, tannbust,
toiletttaskan. Skiftiklæðir, taskur við
myndaútgerð og mangt annað. Tá eg
byrjaði hevði dungin lyft seg upp frá
borðinum, og tá vit høvdu arbeitt saman
í eitt ár var Hilmar Jan horvin aftanfyri
dungan. Og skil var í dunganum, hann
leitaði ongantíð, men visti hvar alt var í tí
sum vit onnur kalla órudd.
Evnaríkari, dugnaligari, vinsælari og
stuttligari manni enn Hilmar Jan havi
eg ongantíð arbeitt saman við. Hann
kundi lyfta upp sinnini sjálvt tann gráast
mánamorgunin, tá íð húsið var stirvið av
regulerari hundasjúku. Vit báðir mentu
eitt vinarlag, sum er líka tætt enn, hóast
nú er langt í millum, at vit hittast.
Ovasta hæddin
Og higartil hava vit einans hildið okkum í
miðhæddini og eitt sindur í kjallaranum,
ovasta hæddin er ikki nevnd og har
helt tað góða fólkið til. Ein trappa bant
hæddirnar saman, og vit lærdu at lesa
hvør gekk í gjøgnum trappurnar, alt eftir
gongulagnum og hvussu seint ella skjótt
fólk gingu. Títtastu gjøgnum trappurnar
vóru Jan Muller, blaðstjóri og Tórfinn
Smith, sum var í blaðleiðsluni og eisini
býráðspolitikkari fyri Javnaðarflokkin.
Jan osaði av hugskotum og virkishugi
og misti ongantíð heilt mótið, líka mikið
hvussu illa stóð til. Og Tórfinn minti “fyri
so vítt” nógv um hann. Ein maður, sum
fekk tingini skjótt frá hondin.
Á ovastu hæddini, sum eg flutti upp
á seinni, vóru persónligheitir, sterkar
persónligheitir, sum eg havi knýtt
vinarløg við, sum enn eru inntakt. Har
vóru nøvn, sum enn eru á Sosialinum,
Ann og Jóhanna, sum halda skil á øllum.
Og onnur, eitt nú Dagny og Randi, sum
ikki vóru bangnar fyri at siga sína hugsan
um tey evni, vit valdu, og sum eggjaðu,
tá ið á stóð. Kalmar sá lívið gjøgnum
linsuna á fototólinum og arbeiddi nógv í
myrkri, og hann rørdi 33 ferðir við skeiðini
sukrið runt í kaffinum um morgunin, so
mikið ofta at fólk kundi missa tolið. Har
vóru onnur, Eyðun Klakkstein, kvikur
og effektivur. Eirikur var enn lærari og
nevndarlimir í partafelagnum og ikki
vorðin blaðstjóri. Hann kom vásaklæddur
sum enn á Sosialin, meðan eisini fekst við
alt møguligt annað. Og Jonhard Hammer
var slett ikki føddur í blaðhøpi. Og nú havi
eg heilt sikkurt gloymt fleiri, eitt nú kvika
setaran Sigrid og Simonu og allarhelst
avloysaran Hera eisini, men haldi mær til
góðar.
Njál Sigurdjónson var umbrótari og
arbeiddi í myrkakamarinum, har hann
vaks og minkaði myndin og legði rastir
í. Hetta var áðrenn teldan og scannarar
yvirtóku hetta arbeiðið. Ein vinarligur
íslendingur, kvikhentur og musikalskur
og fittur. Ein dagin vísti fyritaksstjórin
Kristjan Dahl, sáli. einum skiftisnæmingi
runt í blaðhúsinum. Hetta var uppundir
deadline og eg og Njál vóru langt burturi
í at gera forsíðu. Hetta var í tíðini, tá ikki
var so vanligt at síggja litt fólk í Føroyum,
og skiftisnæmingurin, sum kallaðist
Prudence, var krunkasvørt og hartil
stórlig og førlig. Njál klippir og límar og
hyggur niður í ljósborðið, meðan Kristjan
sigur: “Njál, hetta er so Prudence.” Njál
hyggur upp úr einum heilt øðrum heimi
og sær beint upp í bringuna og andlitið á
hesi vøkru krunkasvørtu kvinnu, og hann
hvøkkur við, bakkar á kontórstólinum og
sigur: “Djøvul!”.
Exodos og heimferðin
Útferðin hjá Sosialinum úr Sjúrðargøtu í
Rabarbukvarterinum og út á Argir menti
blaðið frá at vera eitt vanligt flokksblað
og til at gerast ein sjálvstøðugur
miðil, so óheftur, sum tað nú einaferð
ber til hjá einum miðli, og vit eiga at
takka einum ógvuliga tolnum flokki,
Javnaðarflokkinum, fyri, at hann gav
blaðnum møguleikan at vaksa. Eg tori
at pástanda, at javnaðarfólk fingu verri
viðferð enn fólk úr øðrum flokkum á
Sosialinum hesi ár, júst tí, at vit vildu
prógva, at vit ikki longur vóru ein
javnaðarsproyta.
Og málið eydnaðist. Eg byrjaði greinina
í 1990 og nøkur ár seinni vóru vit komin
ájavnt við Dimmalætting og yvirhálaðu
eisini. Eg var staddur úti í heimi, tí eg hevði
fingið eitt enn meira lokkandi starv hjá
Sjómanskirkjuni, tá íð hetta hendi, og eg
var ógvuliga stoltur hendan dagin, eg fekk
boðini.
Tiðin niðri í Vágsbotni hevur
verið nýtt til at laga seg til nýggjar
umstøður í miðlahúsinum, broytingin
í miðlalandslagnum gjørdi, at tíðin fór
frá dagligari útgávu, nú eru tað eisin
tíðindaportalur og útvarp, sum skal
røkjast, og Sosialurin er vorðið eitt
blað, har eitt sindur meira av tungum
bakgrundslestri er at síggja, heldur enn
nýggjheitir. Og hetta verður neyvan
endaligt, tí miðlalandslagið broytist alla
tíðina, og fær Sosialurin vætu, heldur hann
fram at blóma, sum ein kritiskur, óheftur
miðil, har aðalmálið altíð eigur at vera at
lýsa eitt mál frá øllum síðum. Og eg kenni
meg framvegis knýttan at blaðnum, hóast
eg ikki havi verið á lønarlistanum leingi og
fari at halda fram við at stuðla Sosialinum,
sum eg eri góður við. Sosialurin tók í móti
mær, tá ið eg var á botni í lívinum, og tað
eri eg honum takksamur fyri.
Nýtt skelti verður hongt upp á blaðhúsið á Argjum. Kristjan Dahl,
fyritaksstjóri, og Jóhanna Vang, skrivstovukvinna, fylgja við
Njál Sigurdjónson umbrýtur grein hjá Dagny Joensen í blaðhúsinum á Argjum í nítiárunum
Sosialurin – ein rósa ið krevur vætu
framhald av síðu 28