týsdagur 23. mai 2017síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24. MAI 2017
38
Ítrótturin: 90 ár í
avbjóðandi umstøðum
Sosialurin leggur stóran dent á føroyskan ítrótt, men tíðin, tá ið
Sosialurin var fyrst, er farin – nú snýr tað seg um at verða best
TRÓNDUR ARGE, ÍTRÓTTARREDAKTØRUR
Á
90 ára føðingardegnum hjá
Sosialinum spyr ongin, um
ítróttur er í blaðnum. Tað er
ein sjálvfylgja, tí Sosialurin
hevur gjøgnum nógv ár verið eitt partvís
ítróttarblað, har serliga føroyskur ítróttur
hevur fingið nógv pláss.
Leikluturin hjá Sosialinum er tó
nógv broyttur seinnu árini. Internetið
hevur yvirhálað innanfyri, og onkuntíð
nær spælarin í sjónvarpinum ikki at
skjóta bóltin í málið, áðenn tað plingar í
fartelefonini. Dagarnir, tá tú kundi bíða
heilt upp í eina viku fyri at fáa ávís úrslit
og síggja dystir, eru langtsíðani farin.
Tíðirnar eru broyttur og ÍtróttarSosialurin
er broyttur við.
Hvør vann?
Í 90-unum, tá Sosialurin hevði bústað fáar
metrar frá gamla Argja Skúla við Kirkjuna,
lá mangan eitt avrit av Sosialinum á einum
borði við lærarastovuna. Tað kom eisini
fyri, at tað bleiv bíðað í stórum spenningi
eftir blaðnum, tí onkur stórdystur hevði
verið úti í stóru verð.
Síðani at leita á aftastu síðu, har
støðan og úrslitini úr stóru deildunum í
Evropa var at finna. Málini sást tú ikki
fyrr enn mánakvøldið í Eurogoals á Euro
sport, ella Mál, Mál, Mál sendingini hjá
Sjónvarpinum.
Ímynda tær í hesum døgum, um
onkur brádliga mánadagin fann útav, at
Manchester United, Liverpool, Barcelona
ella Real Madrid hevur vunnið.
Ein varði í føroyskari ítróttarsøgu
Sosialurin hevur havt fleiri ítróttarskriv
arar, sum ótroyttiliga hava fortalt Føroya
fólki frá føroyskum ítrótti. Stórur dentur
hevur verið lagdur á, at fáa øll fakta,
vinnarar, málskjúttar, met og annað við. Í
so máta er Sosialurin ein varði í føroyskari
ítróttarsøgu. Í dag er tað mesta av slíkum
upplýsningum at finna á tilgjørdum
heimasíðum og søvnum, sum bara hava
til endamáls at skjalfesta alt, sum er farið
fram.
Tað er ein heiður til tey, sum ótroytti
liga hava skrivað, at hesi søvn og skjal
festingar í fleiri førum hava funnið røttu
upplýsningarnar í gomlum Sosialum.
Sama týdning fær Sosialurin nokk ikki
framtíðini – leikluturin er broyttur.
Málið er nú at fortelja um tað, sum
hendir rundan um eitt ítróttaravrik og
ítróttarfólkini, tí tá ein lesari fær blaðið
í dag, so veit hann helst úrslitið, og hvør
hevur vunnið. Skjótu tíðindini finnur
tú á netinum ella í loftmiðlunum. Tað er
eisini ein stór avbjóðing, at koma tætt at
einum avriki og einum ítróttarpersóni.
Tær søgurnar kunnu taka langa tíð at
gera og finna, men tær eru eisini tær mest
áhugaverdu.
Í dag hevur Sosialurin einsamallur
ment heimasíðuna In.fo, sum staðið
har tú fær alt at vita um ítrótt. Somu
leiðis er útvarpsstøðin Rás2, ein
partur av Miðlahúsinum. Søgurnar í
ÍtórttarSosialinum síggjast og hoyrast
eisini aftur á fleiri pallum.
Einsamallir í Pireus
Føroyar eru við í globaliseringini, har
tað er lættari, skjótari og bíligari at
koma út í stóru verð, men samstundis
minkar miðladekningurin av eitt nú
A-landsliðnum í fótbólti. Við yvir hálvt
hundrað milliónum krónum í fíggjarætlan
um árið, slepti samanlagdi og upp tornaði
tjóðarstovnurin, Kringvarp Føroya,
leiklutin sum varði í føroyskum ítrótti.
ÍtróttarSosialurin hevur nú einsa
malt leiklutin á altjóða pallinum, tá
føroysk avrik skulu lýsast og greinast.
ÍtróttarSosialurin var einsamallur til
staðar í Pireus, tá Føroyar 25 ár eftir
bragdið í Landskrona, aftur skakaði allan
fótbóltsheimin. Hesa ferð við at vinna 1-0 í
Grikkalandi.
Tað var eisini støðan, tá A-landsliðið
vann 2-0 á Lettlandi í Riga, og tá søguliga
U17 landsliðið spældi í EM endaspælinum í
Kroatia fyri kortum.
ÍtróttarSosialurin er eins týdningar
mikil fyri føroyskan ítrótt, sum undan
aldarskiftinum. Leikluturin er bara
broyttur. Søgurnar eru øðrvísi og hini hava
mist stevið, tá altjóða pallurin kallar. Tí
er týdningurin av ÍtróttarSosialinum og
viljanum hjá Sosialinum at fáast við ítrótt
kanska enn størri.
Hvør annars skal skriva
um okkum?
Á ÍtróttarSosialinum verður stórur dentur
lagdur á at skriva um føroyskan ítrótt. Tað
kemst ikki uttanum, at útlendskur ítróttur
eisini fyllir nakað, men størstan mun
er talan um føroyskan ítrótt og føroysk
ítróttarfólk.
Meðan altjóða miðlar vísa stóru
altjóða kappingunum ans, so er ilt at
ímynda sær, at serliga innanhýsis FM
kappingar í Føroyum fara at draga áhuga
frá útlendskum miðlum. Undantøkini
eru millum annað Pál Vitalis Joensen og
A-landsliðið í fótbólti, sum mangan vekja
ans í altjóða miðlunum.
Málið fyri ÍtróttarSosialin er tí at
vísa føroyskum ítrótti og føroyskum
ítróttarfólk áhuga. Tí um vit ikki gera tað,
hvør skal so?
Góða móttøku
Ein hugaligur partur av at umboða
ÍtróttarSosialin er góða móttøkan,
sum miðilin fær kring landið og upp
á tvørs av ítróttargreinunum. Tað
slær ikki feil, at ítróttarfeløgini og
fyrireikarnir eru sinnaðir at strekkja
seg langt, so arbeiðisumstøðurnar hjá
ítróttarSosialinum eru góðar.
Móttøkan er góð, og tað stendur
ongantíð á at fáa ein kaffimun og eitt gott
prát, so vit sum journalistar kunnu skilja
tær ymisku støðurnar betri. Serliga tá
talan er um kritiskar spurningar.
Ikki ein lýsingarfyritøka
Onkuntíð verður hildið fyri, at
ÍtróttarSosialurin er ov kritiskur
móti føroyskum ítrótti og føroyskum
ítróttarfólkum. Hví verða kritiskur móti
einum útiseta, og hví verða kritiskur um
eitt avrik millum tvey føroysk lið? Hví
finnast at fyrireikarum, sum bara vilja
tað besta og ítróttarnevndum, sum gera
arbeiði ókeypis?
Grundsteinurin undir ítróttartíðinda
flutninginum er, at hann lýkur øll vanlig
journalistisk krøv. At rós skal gevast, tá tað
er uppiborið, tí annars er tað ikki nakað
vert. At seta spurningar við avrikini í
altjóða kapping og hvussu vit kunnu koma
víðari.
Onkuntíð verður tikið til, at hetta er
ikki ein lýsingarfyritøka fyri føroyskan
ítrótt, men ein ítróttarmiðil, har tú skal fáa
nakað aftur fyri pengarnar.
ÍtróttarSosialurin í framtíðini
Sosialurin hevur nú rundað tey 90 árini.
Øll 90 árini hevur Sosialurin verið virkin.
Bæði tá tað hevur staðið illa til - og ment
seg, tá tíðirnar hava verið góðar. Sosialurin
hevur eisini lagað seg eftir tíðini.
Tað kemur ÍtróttarSosialurin eisini at
gera eftir 90 ára føðingardagin. Dentur
verður framvegis lagdur á at fortelja
góðu søguna í føroyskum ítrótti og hjá
føroyskum ítróttarfólki. Tað er ikki vist, at
ÍtróttarSosialurin verður at kenna aftur
til komandi runda føðingardagin, tá blaðið
fyllur 100 ár. Tað eru tíðir við nógvum
broytingum, men viljin at fortelja søguna
heldur fram. Spurningurin er bara hvar og
hvussu.
Tey munnu vera fá, sum 12. septembur
1990 í Landskrona høvdu væntað, at
bara ein miðil dekkaði ein landsdyst sum
tann í Pireus 25 ár seinni. At Føroyar sum
ítróttartjóð fór at flyta seg so langt sum
vit hava. Tíðirnar broytast, men andin á
ítróttarSosialinum broytist ei.
Herfrá skal ljóða ein tøkk til øll tey,
sum hava verið við til at gjørt Sosial
in til eitt ítróttarblað og ein varða í
føroyskari ítróttarsøgu. Til lukku við
føðingardagnum, Sosialurin.