Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 26. mai 2017 Tað verður av álvara lív í mið­ býnum í Havn fríggja­kvøldið 2. juni, tá Havn­ in bjóðar øllum væl­komnum á Mentan­arnátt 2017. Síðani hon varð hild­in fyrstu ferð í 2001, er Ment­a­n­ar­náttin vorðin eitt fast aft­ur­vendandi tiltak í Havnini, og skráin og und­ir­tøkan veks­ur hvørt ár. Tað hevur fingið fólk at kalla Ment­ an­ar­náttina »lítla ólavsøkan«, sum við tíðini er vorðin ein fólkaveitsla við al­skyns tiltøkum. Sum vanligt er skráin drúgv og fjølbroytt Ment­anarnáttina. Tónleikatiltøk eru runt um í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar í býnum hava opið til klokkan 23.00, og allar matstovur hava eisini opið. Nýtt á skránni er millum annað bamsu­skað­ a­stova á Landssjúkrahúsinum, og Smæran, sum hev­ur opið hús við tónleiki, framløgum, hug­leið­ ing­um og øðrum. Í Niels Finsens gøtu verður stór móta­sýning, og Handilsgøtan spennir seg út við barna­tiltaki, tónleiki og undirhaldi. Veitslurómur í Havnargøtum Mentanarnátt Les eisini blaðið á telefonini Ikki ráð at oyðsla við sjóvarstrond Jóhann Mortensen Síða 15 Fanans Fani Fanast Høgni Djurhuus Baksíðan TÓNLIST verður við á Seniorfestivalin í Runavík 3. juni Tað sum fáur hevði droymt um blívur nú veruleiki: Eftir »tøgn« í gott 20 ár trín­ur Tónlist av Strondum aftur á pall. Hetta verður á Seniorfestivalinum á røkt­ar­heims­øki­num í Runavík leygardagin 3. juni, tá festivalurin fer av bakkastokki. Tónlist var ein tónleikabólkur av Strondum, sum varð stovnaður í 1979 og var mest aktivur fyrst í 1980-árunum. Tó spældi bólk­ur­in av og á alment til 1995. Hann spældi mest før­oyskar sjómansrímur og sangir úr Song­bók Føroya fólks. Áðrenn jól 1981 útgav bólk­urin kasettuband við heitinum »Har bylgj­an leikar«. Sølan setti met við 6.000 seld­ um eintøkum. Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum. Tríggir av teim fýra, sum tá mannaðu bólk­in verða við, nevniliga Andras Danielsen, Poul Jacobsen og Hans Nielsen. Regin Jo­ han­sen, sum var hin fjórði, andaðist í 1998. – Uttan iva verður hetta »søtur tónleikur« fyri flestu seniorar, og verður tað uttan iva eitt sup­er upplivilsi at hoyra og síggja Tónlist og øll hini, sum longu eru kunngjørd, trína á pall­in hendan dagin, tá Seniorfestivalurin verð­ur hildin, siga fyrireikararnir. Tónlist vaknaðir úr dvala Tríggjar útgávur eru til fiski­ vinnu­ný­skip­an: Ein frá Høgna Hoydal, sum langt í frá er so víð­gongd, sum samgongan setti sær fyri. Ein light-útgáva av uppskotinum hjá Høgna Hoy­dal er frá Sambandsflokkinum, sum eftir øllum at døma er rættiliga samdur við sam­gong­uni – í øllum førum í prinsippinum, men sum ikki ordiliga vil tað sama. Og so ein frá Fólkaflokkinum – sum er at koyra víðari við teirri skipan, sum er. Við somu skip­an, sum Fólkaflokkurin, Javn­ að­ar­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ur­in valdu at taka av í 2007 við eini 10 ára skiftistíð. Vit hava so mangan nomið við spurn­in­gin um hesa skiftistíðina, tá allir flokk­ar hava slopp­ið sær undan ábyrgd. Summir tó meira enn aðrir. Áðr­ enn valið í 2015 høvdu Sam­bands­flokk­ur­in og Fólkaflokkurin sitið við valdið í átta ár eftir, at veiðiloyvini vórðu uppsøgd. Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði sitið í fýra ár – og Tjóð­veldi í eitt lítið ár. Felags fyri alla ta politisku skipanina er, at einki varð gjørt við hetta álvarsama málið, sum teir tríggir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin settu á skrá. Slett einki. Tað er tí, at tað stendur so nógv á nú. Tað skal verða løgið, um uppskotið frá lands­stýr­is­manninum sleppur heilskapað í­gjøgn­um Løgtingið. Tá Fíggjarmálaráðið hevur so hvassar viðmerkingar, so er okkurt sum bendir á, at stjórnarráðini – enntá undir tjóðveldisleiðslu – ikki hava tosað serliga væl saman – ella er hetta bara eitt dømi um ta ó­semju, sum er innfloks og í samgonguni. Bank­Nordik er eisini náðileysur í sínum kritikki. Er tað rætt at noyða útlendingar út úr fiski­ vinnuni? Tað eru stórir spurningar, sum valla eru so einfaldir, sum teir mangan verða gjørd­ir til. Tí tað eru nógvir útlendskir pengar í fiski­ vinnuni. Kanska milliardir. Skulu hesi vinnutól á før­oysk­ar hendur, so skal føroyskur kapitalur bind­ast – og tað verður uttan fyri Føroyar. Alivinnan hevur nógvar útlendskar eigarar. Eis­ini før­oyska Bakka­frost, har nógv tann størsti part­urin eru útlendskir eigarar. Tað er uttan iva breið semja um, at broyt­ ing­ar skulu gerast. Tað nívir sjálvandi í pørtum av vinn­uni, at broytingar skulu gerast. Men vilja vit gera broytingar, har virðini verða býtt øðvísi, so kann tað valla merkja annað enn, at onkur, sum hevur fingið, ikki fær. Vit fara við áhuga at fylgja viðgerðini av øllum trimum málunum. Hvør sítt uppskot hóast samdir í 2007 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Í 2007 vóru teir samdir um at siga veiðiloyvini upp. Og tvær ferðir hava teir skipað sam­gongu saman. Nú hava teir tríggir flokkarnar hvør sína hugsan um framtíðar fiski­vinnuna. Her feira teir avgerðina um at velja Kaj Leo Holm Johannesen til løgmann í september 2008