Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017 SOSIALURIN 61 4 MANGT OG HVAT ÁRNI GREGERSEN Eg havi sagt tað fyrr, at fáa eru so ótolandi at hoyra uppá, sum gamlir grenjutir journalistar og miðlafólk. Men hinvegin havi eg ikki sagt, at okkara íkast í samlaða grenji ikki er uppá sítt pláss. Vit hava eina vitan og vit koma nógva staðni. Til dømis hoyri eg til teirra, sum komi til nógvar hondbólts- og serliga fótbóltsdystir. Viðhvørt komi eg tí eg skal skriva ella siga frá onkrum, men ofta komi eg tí eg haldi tað er stutligt at koma til ítrótt. Kanska hevur tað ikki gjørt mær nakað fyrr – ella er hetta bert nakað, sum hevur vundið uppá seg hesi seinnu árini. Bæði í hallum og við vallir skal eg plágast við tónleiki, sendur gjøgnum hátalarar, sum vóru modernaðir umborð á sovjettiskum skipum í sjeyti-árunum. Sum hvørki tæna tónleikinum, áskoðarunum ella stemninginum. Ein gangur, sum tekur part av gleðini frá mær, tá ið eg eri til dystir. Tí, sjálvt um mær dámar væl dystirnar, so brúki eg eisini hesar løturnar til at tosa við fólk. Í mínum faki er tað soleiðis, at skal eg skriva ella fortelja onkra søgu, so er tað neyðugt at fáa input. Input frá fólki av øllum handa slag. Til dystirnar plagi eg at brúka tíðina áðrenn dysturin byrjar til at tosa við tey, sum eg standi við síðuna av. Og tá ið so hálvleikurin er og vit fáa eitt pappkrúss við kaffi hitti eg onnur fólk. Hetta gevur inspiratión til gerandisarbeiðið. Men hetta er oyðilgat. Ikki bert fyri meg, men fyri ein hóp av áskoðarum – ja, summi eru givin at ganga til dystir av somu orsøk. Onkur smartur h øvdingur hevur fingið fólk at hoppa uppá hetta. Hvør tað er, veit eg ikki, men hetta gagnar ikki nøkrum. Gamaní um tað er eitt sindur frá og so verður drøn sett á beint uppundir byrjan av dystunum, men Harragud, hugsi tykkum um. Serliga til fótbóltsdystir ein góðan summardag ella summarkvøld eru nógv ljóð at hoyra, sum ljóða nógvar ferðir betur enn skramblið úr vánaligu hátalarunum. Og misskilji meg ikki. Mær dámar væl larm á áskoðaraplássunum, bæði frá Ultras í Gøtu, Bláu Bylgju í Klaksvík og Guligans í Runavík. Ja, sjálvt hann sjálvur við megafonini í Fuglafirði er eitt festligt íkast. Men tit, sum hava ábyrgd av heimadystum: lat okkum sleppa undan hesum her og ger heldur okkurt, sum ikki kemur skramblandi gjøgnum hátalarnar sum larmur, í staðin fyri. Tað fyrihalda vit okkum til. Men gang fyri at hoyra gang? Nei takk. Neyvan kann nakar einsamallur taka eina avgerð, sum sleppur okkum undan hesum, men spyrji tykkum sjálvi, hvør tað er sum ynskir gangin. Eg havi spurt nógv, men øll siga tey, at hesum vilja tey helst sleppa undan. Ongin grund er til at pressa okkum til er at gera, sum tingmaðurin gjørdi í Klaksvík: Hann kvetti leidningin til hátalaran! Vikan ið fór Sæð á Facebook: 19-14 Málið er samkynt Um orðið sigur Sprotin: 1 álop, atgerð (1), veita atsókn; tjaldrið veitir ravninum atsókn (søkir at ravninum); ein ræðulig atsókn byrjaði móti teimum kristnu 2 vitjan (Ev) Mánakvøldið varð eitt bumbuálop framt inni í Manchester Arena, meðan Ariana Grande helt konsert. 22 fólk lótu lív, meðan yvir 60 eru løstað Fiskivinnunýskipanin varð umsíður løgd fyri tingið týsdagin og í komandi viku verður fyrsta viðgerð. Mikudagin fylti Sosialurin 90 ár. Stór móttøka var í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sí eisini stóra føðingardagsblaðið hjá Sosialinum, sum varð borið út í hvørt hús mikudagin. Bakkafrost hevði 335 milliónir í avlopi fyrsta ársfjóðringin Sev setur nú skjøtul á nógv umstrídda bygging á orku­ verkinum í Sundi. »Bumbuatsókn« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt føroyingar eru arbeiðisleysir í dag 675 Tíverri verður aftur tosað nógv um yvirgang, nú Manchester varð rakt av ógvusligum álopið mánakvøldið, har fleiri ungdómar lótu lív. Visti tú? At Granskingar­ grunnurin hevur latið 7.5 milliónir í stuðli til verkætlanir Misálitið á løgmann er reist fyri at sleppa at útseta kanón sigurin um hjunarbanslógina, sum hendan samgongan er við at fáa frá hondini. Andstøðan má turka tárini, góðtaka at meirilutin ræður og koma víðari. Gott vikuskifti. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Lot til andøvsgul av suðri 3-8 m/s, í stødum upp til stívt andvsgul, 10 m/s. Tað verður turt og nakað av sól, men í støðum skíggjað og mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig, onkrastaðni møguliga heitari. Um náttina verður skíggjað og regn av og á og mjørki. Hitin um 10 stig. Lot til andøvsgul av suðri, 3-8 m/s, sum seinni snarar í ein vestan. Tað verður skíggjað og regn, og í støðum mjørki, men um kvøldið klárnar. Hitin millum 8-12 stig. Lot til andøvsgul av suðri og vestri, 3-8 m/s. Eitt skifti upp til 5-10 m/s. Tað verður nakað av sól, men eisini er vandi fyri regni. Hitin millum 7-12 stig.