fríggjadagur 26. mai 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. MAI 2017
SOSIALURIN 61
32
S
ølu- og Marknaðardeildin í Miðla
húsinum hevur ein ógvuliga týðandi
leiklut í virkseminum hjá fyritøkuni.
Tað eru tey, sum taka sær av øllum
lýsingum á øllum pallum hjá Miðlahúsinum,
tað veri seg Sosialinum, Vikublaðnum,
in.fo og øðrum, og sum eisini taka sær av
marknaðarføring av fyritøkuni sjálvur.
Terji Nielsen er ógvuliga royndur í
føroyska miðlaheiminum, men tað er fyrst
og fremst sum tíðindamaður, at hann hevur
arbeitt.
Seinast árið hevur Terji Nielsen í vaksandi
mun starvast á Sølu- og Marknaðardeildini
í Miðlahúsinum, og hann er altso nú settur
sum leiðari á deildini.
Umframt Terja Nielsen starvast fýra
onnur fólk á Sølu- og Marknaðardeildini.
Tey eru Magnus (Maggi) Gunnarsson, Noomi
Weihe, Frida Mellemgaard og so Bartal í
Gongini, sum byrjar á deildini nú 1. juni.
BAKSÍÐAN
MIÐLAHÚSIÐ FINGIÐ NÝGGJAN SØLULEIÐARA
MYND: HEINESEN MYNDIR
K
ristindómurin, tann
dómurin, ja, uppfann
Fanan, okkara fana, og
hansara Helviti uttan
postnummar og gøtunummar.
Fanin hevur sjálvur síðani tann dag
in uppfunnið nógv fyri at gera okkum
í Guds mynd fortreð.
Eitt er trygdareftirlit, sum byrjaði
á flogvøllum, men nú eisini er nógva
aðrastaðni, øllum til stóran ampa.
Endamálið við teirri uppfinningi er
at seinka fólki og arga tey.
Tey, sum tað vilja og ætla, kunnu
hava alt, sum teimum lystir, við sær
gjøgnum eitt trygdareftirlit. Alt
slíkt, sum er vandameiri enn
101 milligramm av tannkremi
ella knívar av tí slagnum,
nógv flogfeløg geva sínum
ferðafólkum at brúka um
borð.
Nineelleven menninir
fóru gjøgnum trygdar
eftirlit. Tað gekk sum
eftir ánni hjá teimum.
Fanin hevur eisini uppfunnið skó
lissurnar. Í Helviti uttan teldupost
hava eldføstu trygdarskógvarnir
hjá tí grábeinta ongar lissur. Teir
eru heldur ikki úr gummi, tí
teir skulu halda í allar ævir og
longur enn tað. Ikki bara í
tríggjar vikur.
Illar tungur vilja vera við, at okkara
fani hevur uppfunnið religiónirnar.
Nei, tað man ikki vera. So fanans
settur er hann kortini ikki. Tað er øv
ugt. Religiónirnar skaptu fjandarnar
at ræða við.
Í móðurlandinum siga tey, at Fanin
uppfann arbeiðsbólkin fyri at einki
skuldi henda. Tey ríma, komite og ske.
Fanin uppfann eisini fundin fyri
at arga fólk. Okkum, sum heldur vilja
gera okkurt til nyttu, til dømis arbeiða,
í staðin fyri at sita á fundi og hoyra
tey, sum elska at tosa og hoyra seg
sjálvi tosa.
Eingin fundur ella hoyringarskriv
ella kærumøguleiki vóru, tá Ádam
og Eva fingu perluportursfjórðingin
á sinni. Tað var ein avgerð hjá einum
ágrýtnum leiðara. Hann tók hana ein
samallur. Spurdi ongan. Hvat tá?
Fanin uppfann eisini tann ósið, tann
einasta, sum føroyingar ikki hava úr
Danmark, at øll koma ov seint til alt,
uttan vit lættiautistar.
Tað verður góðtikið í einum annars
so kristnum landi sum Føroyar eru, ein
uppfinning hjá Fananum. Gamaní,
hann er okkara egni fani.
Onkur sigur, eg geri tað ikki, tí eg
dugi hana, at Fanin uppfann stavset
ingina og ikki minst ð og ý.
Fanin uppfann teldur, sum ikki vilja
sum vit vilja og arbeiða seint. Men,
hvat, vit eru bara í 2017 enn.
Fanin er ein argapisa og skemtari.
Allar hansara uppfinningar eru gjørd
ar fyri at erta fólk og fólkaræðið.
Setið ein bókstav, sum ikki er til í
føroyskum, við ein flokk ella eitt navn.
Brennivín er Fanans urt, siga tey,
sum ikki vita, hvussu gott brennivín
er. Tað er ikki rætt. Jesus gjørdi vatn til
vín. Hann var ikki í parti við Fananum
og spurdi hann heldur ikki um góð ráð.
Føroyingar eru nøgdasta fólk í
heiminum, sigur ein kanning. Tey
spurdu føroyingar í Danmark.
Eg veit ikki um nakran nøgdan før
oying í Føroyum. Lurti eftir Útvarpin
um og hyggi eftir Degi og Viku og eri
ofta á netinum.
Í miðlunum er eingin nøgdur før
oyingur. Hvørki í teimum sosialu ella
asosialu.
Føroyingar knarra um alt og øll og
mótmæla øllum.
Vorðið sum nøgdsemi.
Niðurstøðan er, at heldur ikki has
ar kanningarnar eru eftirfarandi. Tær
hevur Fanin uppfunnið.
Fanin er framvegis virkin. Hann fær
nógv á skaftið á hvíslini.
Verri stendur til í hinari leguni,
soleiðis sum støðan er vorðin í heim
inum. Men tað ber altíð at skjóta seg
inn undir, at tað er Guds vilji. Hann
góðtaka vit.
Dómurin er kristin. Hann rakar
okkum øll, sama um vit eru sek ella
ósek.
So vóru tey aftur har, heimsins
leiðarar, við sínum fanans møsni
um yvirgang og samhuga. Nær fanin
hála tey fingurin út? Hiðani fáa tey
fingurin.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Fanans Fani fanast
Terji Nielsen hevur tikið
við sum nýggjur Sølu-
og Marknaðarleiðari
í Miðlahúsinum.