Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8 NØVN Millum runnar og trø, neyt og høsn, vaks hann upp, og við runnum og trøum hevur hann arbeitt í meira enn eina fjórð­ingsøld. Maðurin, sum vit meira enn onnur seta í samband við trævøkstur í Føroyum, Trónd­ur Leivsson, fyllir týs­ dag­in tann 30. mai seksti ár. Hetta er tann aldurin, tá nógv fara at repa seglini, og laga arbeiðið eftir árunum, men fyri hálvumøðrum ári síðani tók hann á seg ta stóru avbjóðing at umsita og menna landbúnaðin í Før­oy­ um. Tá eg sigi menna, er tað tí, at eg kenni Trónd so mik­ið væl, at hann søkti ikki starv­ ið á Búnaðarstovuni fyri bara at gerast stjóri og um­ sita landbúnaðin. Eg trúgvi, at hann hev­ur eina hugsjón um, at tað eig­ ur at bera til at gagnnýta før­oysku jørðina betri og fáa meira burtur úr frum­vinn­ uni. Bæði tá tað snýr seg um hús­dýrahald og vøkstur, og ikki minst at virka úrdráttir í hes­um vinnum. Hetta er ikki ein lættur setn­ingur, tí henda vinnan er sera ymiskt samansett, og sjónarmiðini eru nógv. Ein vinna, sum røkkur frá frí­tíð­ ar­ítrivi til framkomnar garð­ ar við tólmenni. Men Tróndur, sum er sera grundigur, er saman við fólk­ unum á Búnaðarstovuni far­ in miðvíst til verka at greina land­búnaðin og føroysku bún­að­arjørðina fyri at skráseta, hvussu hon kann gagn­nýtast rætt og betri. Tróndur er líkasum grógv­ in úr føroyskum jørðildi. Vaks­in upp við tí, sum jørðin gav, og vaksin upp við góðari føroyskari mentan, kvæðum og frásagnum. Foreldrini, Leivur og Bergljót, bygdu sær hús á stóru trønni, sum pápi Leiv, Trónd Hansen, legði inn í Ovastu Hoydølum. Tey høvdu neyt, hønir og vakstrarhús og seldu mjólk, egg og blómur. Eisini bundu kransar. Av hesum livdu tey, og í hesum aldingarði vaks Tróndur upp. Minnist, at familjan hjá einum floksfelaga fekk mjólk frá Leivi og Bergljót. Var onkuntíð við honum langa teinin niðan í Hoydalar. Áin dróg og víddirnar høvdu sínar avbjóðingar, so túrarnir tóku allan seinrapartin. Blíð var Bergljót – og uppaftur blíð­ari varð hon, tá hon fann út av, at uppruni mín var av Tvøroyri. Eitt spennandi stað, men kanska eisini eins­ ligt, tí húsini vóru fá á hesum leiðum í fimti- og seksti­ár­un­ um. Skúlin var á Hvítanesi og langt var at ganga. Tróndur hev­ur onkuntíð sagt mær, at fyri at stytta um stundir kundu teir, Tóri, Petur Oliv­ ar og hann, kvøða allan tein­ in av Hvítanesi og oman í Hoy­dalar. Tað var líkasum í kjøtið bor­ið, at Tróndur skuldi fáa sær útbúgving innan skóg­ar­ yrk­ið. Pápin hevði starv sum skóg­arfúti og setti sjøtul á arb­eiðið at ala runnar og trøð í Føroyum saman við und­an­gongumonnum í skóg­ frið­ing­ar­nevndini. Og abbin hevði verið urtagarðsmaður í Havn og plantaði eisini trø. Ikki tí. Fyrstuferð eg møtti Tróndi var á Sjó­mans­skúl­ an­um. Hann var ikki meira enn eini 20 ár, tá hann tók dugna­skaps­roynd í sigling. Hugs­aði, at hann mundi ætla á sjógvin, men tað fór hann ikki – ikki tá. Eftir at hava starvast hjá skóg­friðingarnevndini í Før­oy­um, og eitt skifti á arbor­et­in­um í Hørsholm í Dan­mark, fekk Tróndur sær fyrst yrkisútbúgving í Nor­ egi, og síðani tók hann prógv sum cand. agric., eisini kall­ að forstkandidatur, ein land­ bún­að­arútbúgving við skóg- og náttúrurøkt sum sergrein. Við øðrum fingu vit ein væl útbúnan mann aftur til Før­oya í seinra helmingi í átta­ti­árunum. Landsstýrið hevði eina hugsjón á hes­ um øki, tí landsstýrið skip­ aði hetta grøna økið við stovninum Skógrøkt Lands­ ins við gróðurstøð í Hoy­døl­ um og einum embæti sum lands­skógarvørður. Í nýggja starvið varð Trónd­ur settur og hetta starv hev­ur hann røkt til lítar. Tal­an er um eitt fjølbroytt starv, sum hevur borið í sær at røkja tað, sum var gróð­ur­ sett, men so eisini at skapa áhuga fyri at fáa fleiri – komm­unur, felagsskapir og ein­staklingar – at seta niður runn­ar og trøð. Fleiri viðarlundir eru gróð­ur­settar kring landið, og fleiri kommunur eru í dag áhugaðar at fáa sær við­ar­ lund­ir, hóast tað ikki er so lætt, tí peningurin til økið er av­mark­aður, og nógvastaðni er sera vindhart. Men samanumtikið hev­ ur arbeiðið hjá Tróndi og teim­um á gróðurstøðini bor­ ið góða frukt. Ongatíð áð­ ur hevur áhugin at planta ver­ið so stórur sum nú. Vit síggja, at bæði býir og bygdir fáa alsamt fleiri garðar við trøum og runnum, og komm­ un­ur gróðurseta í frílendum. Tey hava fríðkað Føroyar. Ein stórur liður í ar­beið­ num hjá Skóg­røkt Lands­ins – nú Umhvørvisstovuni – hev­ ur verið at menna alingina á Gróð­urstøðini í Hoydølum. Her slóðaði Tróndur fyri, og hann hevur sett sera dugna­lig fólk við. Her ala tey runna- og træsløg, sum hóska seg væl til føroyska veð­ur­lag­ið. Upprunin til summi av hesum sløgum eru norð­ur­lendsku inn­savn­ ing­ar­ferðirnar, sum Tróndur gjørdi saman við m.a. Søren Øden í Danmark til Suður- og Norðuramerika. Hesar ferðir hava sanniliga borið frukt. Arbeiðið sum lands­skóg­ ar­vørð­ur er ikki bara millum trø og runnar. Hóast økið ikki er stórt, er tað tengt at lóg­um á náttúruøkinum, bý­ar­skip­anum, og øðr­um fyri­sit­ing­arligum arb­eiði. Eisini er lands­skóg­ar­vørð­ urin skrivari hjá skóg­frið­ ing­ar­nevndini. Sum limur í skógfriðingarnevndini hevur tað mangan verið áhugavert at fáa gagn av tí sera stóru vit­an, Tróndur hevur innan sítt yrkið og innan lendis- og um­s­ itingarviðurskifti í Fø­roy­um. Á ferðum kring landið hev­ur tað eisini verið áhuga­ vert at sæð og hoyrt, hvussu væl Tróndur dugur at tosa við fólk, leikfólk, og greiða teim­um frá trøum og vakstr­ ar­møguleikum. Eingin veit so nógv sum hann um træplanting í Før­ oy­um. Tað gav at býta, tá vit eftir seinasta fundin sam­ an við honum gingu úr við­ ar­lundini í Kerjum oman í Plan­tasjuna. Tá peikar onkur á eitt vakurt træ. Jú, vakurt træ, halda vit. Og Tróndur legg­ur afturat, ja, hatta er sett niður um 1927... Men lívið er ikki bara arb­eið­ið. Tróndur hevur síni áhuga­mál og hevur eisini fing­ist við fak­fe­lags­arb­eiði. Var nevnd­ar­lim­ur í mag­ ist­ara­fe­lag­num, og hann var einum av teimum, sum stovnaðu aka­dem­ik­ara­fe­ lag­ið. Álit hava tey havt á hon­um, tí hann var fyrsti for­maður felagsins. Pápi Trónd, Leivur, var ein av reiðmonnunum, rútt­ar­ un­um, í Havn, og Leivur tók saman við Jón í Bø stig til at bjarga føroyska rossinum. Tá Leivur og Bergljót sleptu, tók Trónd­ur um endan. Hann hev­ur verið formaður í fe­lag­ num Føroysk Ross, og hann mundi helst vera ein av teim­ um, sum tóku stig til at fáa stað­fest vísindaliga, at talan er um eitt serligt rossaslag. Hó­ast túrarnir á rossabaki kanska ikki eru so nógvir, hava tey ein føroyskan greð­ ing í Hoydølum. Nevndi, at Trónd­ur einaferð tók dugna­skaps­ roynd í sigling. Hesa vitan er hann farin at nýta, nú hann kom­in í miðal aldur ella stív­ liga tað. Hann hevur ikki bát, sum summi av okkum hava, men seinastu árini hev­ur hann verið einum av slupp­vinunum, og stundum tel­ist hann millum teirra, sum manna Westward Ho, eisini yvir um hav. Vit Tróndur hava verið onkran túr­in saman. Áhugavert var at síggja, hvussu væl hann hev­ur dugað at flyta seg frá at ganga millum trærøtur til at finna javnvágina á skipa­ dekki, og annars at fáast við segl- og seglføring. Sum ta náttúrumenniskja, hann er, duga tey eisini at njóta føroysku náttúruna. Fast­ur táttur á hvørjum sumri er tjaldingartúrurin hjá honum og Marinu Katr­ inu saman við børnunum. Fast­ur fjallmaður og flett­ing­ ar­maður er hann hjá svágr­ in­um á Velbastað. Tróndur hevur stóra vit­ an, sum hann dugur væl at oysa av. Hann lesur nógv, og sein­astu vetrarnar er hann aftur farin at treða dansin, sum hann vaks upp saman við. Og ikki kann sigast ann­ að, enn at hann livir í frá­ sagnunum í kvæðunum. At enda fari eg at ynskja hes­um fróðar manni í Ov­ astu Hoydølum hjartaligu til­lukku við teimum seksti ár­un­um og áhaldandi góðan byr. Samstundis takki eg fyri sera gott samstarv. Jóhann Mortensen Formaður í skógfriðingarnevndini Kvøða til Trónd á seksti ára degnum