mánadagur 29. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Í gjár var Tórfinn Smith,
fyrrverandi blaðstjóri okk
ara og býráðslimur í Havn í
18 ár, borin til gravar. Hann
andaðist brádliga týskvøldið.
Tað var Theodor Olsen,
prestur, sum hevði jarð
arferðina, og hann læs í
prædiku síni úr 20. kapitli
í Jóhannesarevangeliinum
um Mariu Magdalenu, sum
leitaði í urtagarðinum eftir
Jesusi, tá hann var risin
upp, og Jesus segði við hana:
»Nem ikki við meg; tí at eg eri
enn ikki farin upp til faðirin;
men far til brøður mínar og
sig teimum: Eg fari upp til
faðirs míns og faðirs tykk
ara, til Guðs míns og Guðs
tykkara.«
Niðanfyri prenta vit tað, sum
prestur segði um persónin
Tórfinn Smith:
»Vit standa í dag við børuna
hjá Tórfinn Smith og kunnu
staðfesta, at eingin veit á
morgni at siga, hvar hann á
kvøldi gistir.
Tórfinn Smith varð fødd
ur 27. mars 1946 og var sostatt
71 ára gamal, nú boð vóru eft
ir honum.
Hann hevur búð í Vági
seinastu árini, og hann doyði
í heiminum í Vági.
Tórfinn var havnarmaður,
sonur Charles og Petru
Smith. Charles var úr Vági,
og Petra var úr Havn.
Tórfinn hevði góð evnir
og kundi vera skjótur við
einum kvikum og stuttligum
aftursvari, um høvi var til
tess. Eftir skúlaárini arbeiddi
hann á veðurstøðini í Havn,
sum tá hoyrdi undir Dan
marks Meteorologiske In
stitut. Eisini arbeiddi hann á
Posthúsinum.
Tórfinn kom tíðliga at
starvast á Sosialinum, og
helst mundi fyrsta grein
hansara snúgva seg um
veðurstøðina, um tað at
senda ballónir upp o. s. fr. Tá
hann byrjaði at skriva, var
prentsmiðjan hjá Karbech á
Heygsbreyt, og sum einans
22 ára gamal gjørdist hann
blaðstjóri, tá báðir blað
stjórarnir, Villi Sørensen og
Jákup Lindenskov brádliga
máttu leggja frá sær, tí teir
tóku við sum landsstýris
menn eftir at Petur Mohr
Dam, løgmaður, var deyður.
Í fyrstu syftu var Tórfinn
Smith blaðstjóri til 1972.
Hann var tó framvegis á
blaðnum og hevði blaðleiðsl
una um hendi og var fyri
taksstjóri. Hetta tíðarskeið
ið var Vilhelm Johannesen
blaðstjóri. Men tá Vilhelm
Johannesen gjørdist lands
stýrismaður í 1979 vóru aftur
boð eftir Tórfinni Smith sum
blaðstjóra umframt fyritaks
stjórastarvið, og hesaferð var
hann blaðstjóri í fimm ár.
Eftir tíðina á Sosialinum
starvaðist hann í nøkur ár
hjá byggifelagnum hjá Finni
í Puntabyrgi.
Tað var undir leiðsluni hjá
Tórfinn Smith, at Sosialurin
fekk tað vit kunnu kalla eina
professiónella redaktión við
fleiri journalistum í starvi, og
blaðhúsini á Argjum vórðu
keypt.
Í 1984 stillaði Tórfinn
Smith upp til býráðsvalið í
Havn fyri Javnaðarflokkin.
Hann varð valdur, og hann
sat í býráðnum í 18 ár fram
til 2004. Fyrst frá 1984-88 og
so aftur frá 1990-2004.
Hann dugdi væl at taka
til, skeldaði ikki, men var
ein
hvassur
og
litríkur
eygleiðari, hevði politiskt
tev, og man teljast millum
teir fáu føroyingarnar, sum
hava sitið til borðs við bæði
Tage Erlander og Olof Palme.
Tórfinn Smith fór seinni
í starv hjá Dimmalætting.
Árini 1995 til 1999 arbeiddi
hann
á
skrivstovuni
hjá
Starvsmannafelag
num, og frá 2003 og til á
sumri í fjør samskipaði
hann útgávuna av Starvs
blaðnum. Gjøgnum felagið
Rit&Ráð, sum hann setti á
stovn í 2003, samkipaði Tór
finn blaðútgávuna hjá fleiri
føroyskum fakfeløgum.
Tórfinn Smith var kendur
fyri
sítt
blídliga
lyndi,
skemtiligur var hann, gjørdi
ikki manamun, og hann
hevði ætlað sær til Havnar at
hátíðarhalda 90 ára dagin hjá
Sosialinum, men andaðist
hann kvøldið fyri.
Á yngru árum var Torfinn
saman við øðrum við til at
stovna SU, Sosialistiskt Ung
mannafelag.
Helst mundi hann vera
ávirkaður av pápanum úr
Vági, sum kom úr einum
virknum javnaðarumhvørvi
har suðuri.
Felagið SU bleiv bein
anvegin
eitt
stórt
felag
og ferðaðist nógv kring
landið. Nógv javnaðarfólk
vóru í skúlaflokkinum hjá
Tórfinni, og ítrivið og frí
tíðarvirksemið í Havnini í
sekstiárunum kann neyvan
samanberast við tað, sum er
at finna í dag.
Um hesa tíðina miðskeið
is í sekstiárunum fór Tór
finn sjálvur annar til Utøya
í Noregi á legu, har fleiri
ungdómar vóru savnaðir á
javnaðarlegu. Teir ásannaðu,
at ungdómurin í grannalond
unum helst var komin longri
á so nógvum økjum, enn her
heima hjá okkum. Ikki bara
tá kom til at seta telt upp, ið
mundu ganga so sum so, fyri
ikki at tala um klædamótan,
og helst mundu vælkliptu
og fínu unglingarnir úr Før
oyum síggjast millum hini á
leguni, ið flest øll gingu við
síðum hári og troyggjum og
víðum buksum.
SU gav eisini blaðið Berg
mál út, og mundi blaðið yvir
hála Sosialin: Prentað í litum,
og sølan gekk væl. Barn
dómsheimið hjá Torfinni lá
mitt í Havnini, har hann vaks
upp saman við systrini Ellu,
og altíð var mamman Petra
klár við einum kaffimunni
hava vinmenninir hjá Tor
finni fortalt.
Tórfinn giftist Guðbjørg,
og fingu tey børnini Erlu
og Eyðun. Eyðun druknaði í
1998, og var hetta ein dyggur
smeitur fyri alla familjuna.
Veri hesin dagur, vit minnast
tey, ið undan eru farin.
Seinni giftist hann Sonju,
hvørs børn hann mundi taka
til sín sum ein góður fostur
pápi, og heldur ikki har er
hann gloymdur.
Seinastu tíðina livdi hann
saman við Jórun, sum hann
hevði eina góða tíð saman
við í heiminum í Vági, og í
Vági dámdi honum sera væl.
Hann treivst eisini væl mill
um vágbingar, og sum ein
bygdarmaður tók til um Tór
finn: betri psykologur fanst
ikki.
Tórfinn var kendur sum
ein vinsælur maður. Nú
hann fór um sýn, átti hann
fýra abbabørn og eitt lang
abbabarn.
Eitt av hansara stóru
ítrivum var urtagarðsarb
eiði, og lagnan vildi tað so,
at Tórfinn doyði í gummi
stivlum. Men guðrøkin sum
hann var arbeiddi hann ikki
heiligdag.
Vit sungu áðni í sálmin
um: Vermir nú ta stirdu jørð
vársins lýkka blíða livnar
tað, sum fell í jørð, grønkast
foldin fríða. Lívga Guð so
sinnið várt, linna lat, sum
svíður svárt, legg tín frið í
barmin. Dagurin er langur og
ljósur, nú sprettur og spírar.
Í dag verður Tórfinn lagd
ur í jørðina á gravstaðið hjá
foreldrum sínum. Men hetta
merkir ikki, at kærleikin
endar.
Kærleikin
endar
ikki á gravarbakkanum, og
størri kærleiki finst ikki enn
at elska ein deyðan, tí tey
krevja einki av okkum. Men
við tí kristnu vónini jarða
vit okkara deyðu við trúnni
á eina gleðiliga uppreisn,
har vit hitta hann, ið Maria
Magdalena helt vera urta
garðsmannin.
Guðs ríki verður saman
borið við eitt fræ, ið veksur
seg til eitt træ, har himm
alsins fuglar at enda byggja
reiður í.
Í dag eru vit komin saman
í kirkjuni, her fólk í øldir eru
komin saman at finna ugga
styrk í myrkum tíðum. Tað
er altíð syrgiligt, tá okkurt
gott endar. Men tað er sum
Mikkjal á Ryggi endar sálm
in: Hann, sum leggur vetrar
snjó, hann, sum lýkku sendir,
hann, sum dimmið burtur
dró, sorg til sólskin vendir,
hann, sum okkum elska man,
hann, sum geva vil og kann
sínum ævigt summar.
Vit biðja Harran ugga og
styrkja tykkum, ið stóðu Tór
finni nær, við orðunum hjá
Pæturi ápostli, ið bæði verða
søgd við doypifuntin, tá lívið
byrjar, og við grøvina um
eina løtu, tá vit lata okkara
kæru í Guðs hendur:
Lovaður verði Guð og
faðir várs Harra Jesu Krists,
sum eftir miklu miskunn síni
hevur endurføtt okkum til
livandi vónar fyri uppreisn
Jesu Krists frá deyðum Harr
in styrki tykkum, ið varða av!
Guds friður veri við okkum
øllum. Guds friður veri við
Tórfinn. Jesus fylgi tær.
AMEN«
Vit á Sosialinum, sum hava
starvast saman við Tórfinni
og sum kendu hann sera
væl, minnast hann sum
ein fittan, blíðan og góðan
starvsfelaga.
Friður veri við minninum
um Tórfinn Smith.
Til minnis um Tórfinn Smith
Tórfinn Smith andaðist brádliga týskvøldið 71 ára gamal. Í tveimum umførum var hann blaðstjóri á
Sosialinum. Fyrru ferð sum bert 22 ára gamal í 1968 til 1973. Seinnu ferð frá 1979 til 1984