Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN At vit á útivølli pressa oddaliðið í botn merkir, at vit gera okkurt rætt. Men málini telja, og tey koma á nýggja vøllinum í Sørvági leygardagin... NSÍ – JAN BOLSTAD ANTHONIUSSEN **dystur spældur mánadag** TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Syndarligt spæl. Syndarligt úrslit. Syndarlig gongd.... Men okur koyra á! SUĐRINGAR ÍF – SÆBJØRN LEITI Tap tap og aftur tap, tað er ikki tað vit hava brúk fyri, spæla fínt eina løtu,  Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Tvey dreyma mál Jóhannes Hansen Ársins mál Og nú nr. 7. Saman standa vit sterk B36 – LISSI MOURITSEN **dystur spældur mánadag** Jóannes Hansen Kapprenningin um odda­ sess­in heldur fram. KÍ og Vík­ing­ur vóru í fjør topp­ lið. KÍ vann steypa­finalu­na ímóti Víkingi, og í lands­kapp­ ingini endaði Vík­ing­ur fram­ man­fyri KÍ. Nú hava bæði liðini bara lands­kappingina at hugsa um, og har gongst teim­um væl. KÍ vann í gjár í dýrdar­ veðri­num á norð­oya­stevnu fim­ta sigurin á rað. Víkingur sendi Skála um aft­ur Eiðið við 4-0 sekki. Eftir tríggjar ferðir 2-2 á rað er tað gloppið aftur hjá Víkingi, sum tvær tær sein­ astu ferðirnar hevur skor­að sjey mál, og einki er farið ígjøgnum. 3-0 ímóti Suðr­ ingum og 4-0 ímóti Skála. -Vit vóru framúr í deyð­ bóls­støð­unum. At vit megn­ aðu at um­seta tvær so­vor­nar til mál, so vit vóru fram­man­ fyri 2-0, tá ið hálv­ur tími var farin, bar við sær, at vit høvdu fult og heilt tak á tí. Ade­shina Lawal skoraði bæði mál­ini, og leiðslan varð heilt trygg, tá ið Sølvi Vatnhamar vann bóltin av verjuni og økti til 3-0, greiðir væl nøgdi Vík­inga liðformaðurin Atli Greger­sen frá. Lítla løtu eftir steðgin fór hann av vøllinum, og eina løtu seinni fór Fróði Ben­ja­ min­sen av vølli­num. U-19 spæl­ar­arnir Petur í Túni Peter­sen og Arnbjørn Svens­ son loystu av, og Petur í Túni Petersen átti innleggið úr høgru, tá ið Gunnar Vatn­ hamar staðfesti rimm­ar 4-0 sigurin. Skálamenn ásannaðu, at hetta var ikki teirra dagur: -Seinastu ferðirnar hev­ ur tað ligið væl fyri at skjóta mál. Nú kiks­aði tað í verju­ spæli­num. At teir so tíð­liga skoraðu tvey mál bar við sær, at alt gekk fyri seg eftir teirra treytum. Vit av­ráddu í steðgi­num, at vit skuldu vísa betri hug­burð og harvið standa okkum betri í nærdystunum, men vit fingu ongan­ tíð fatur í rætta enda­num, sigur Skála lið­for­maðurin Pæt­ur Dam Jacob­ sen. Tað leyp einki av Fótbóltslagið er í topp í Klaks­vík. Í dýrdarveðrinum á norð­oya­ stevnu eydnaðist tað enn einaferð at draga trý stig í reiðrið. Hesaferð var tað við 1-0 sigri ímóti 07Vestur, sum er næstaftast. Hóast tapið og støðuna á talvuni er 07 Vestur venjarin Trygvi Morten­sen ikki dapur­skygdur: -Eg eri stak væl nøgdur við av­rik­ið, og vit iðra okkum nógv um støðuna, sum bar málið við sær. Hon sá út til at vera púra vanda­leys, inntil bæði Jóannes Bjartalíð og Hjal­grím Elttør vóru leysir innan­fyri miðverjarnar. Okkara vístu seg at vera væl fyri. Leikliga reistu vit okkum eftir 4-0 tap á úti­vølli ímóti NSÍ og B36, og nú gleða vit okkum at spæla á nýggja gras­líkinum í Sørvági, har HB verður fyrsti gesturin, sigur 07 Vestur venj­arin. Tit eiga í Ken Fagerberg og Søren B. Nielsen tveir sera vandamiklar álops­spælarar. Hví vóru teir so stutt á vølli­ num í senn? -Teir hava báðir verið skaða­dar­vaðir. Søren B. Nielsen er um at koma fyri seg, og hann var á vølli­num ta tíð­ina, sum hann var ment­ur at spæla. At skad­du s p æ l ­a r ­ arnir nú eru við at koma seg, sæst aft­ur í venj­ing­ un­um, og tað er posi­ tivt. Í KÍ viðhalds­ fjøld­ini bitu tey negl, og lætt­in var stórur, tá ið Ran­sin N. Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð. Hetta var triði 1-0 heima­sigur­in. Tað vóru møguleikar at økja um leiðsluna. Tá ið tað ikki eydn­ aðist, varð tað heitt síðsta korter­ið, tá ið nógv gekk fyri seg fram­manfyri KÍ málið. Kanska sást tað, at klaks­ víkingar høvdu seinnu hálv­ finaluna hósdagin ímóti NSÍ í beinunum. -Tað var kærkomið at vinna. 3-0 vónbrotið hós­ dag­in í Runavík er vaskað burt­ur. Vit gleðast um, at tað í fjør vóru vit, sum vunnu steypa­kappingina. Nú hava vit fokus á landskappingini. Sjálvandi er tað hugaligt at lesa støðutalvuna, men vit hugsa ikki so nógv um odda­sessin. Tað ræður um at vinna næstu ferð. Ímóti 07 Vestur gekk tað, og tað fegnast vit um, tí tað var av álvara neyðugt at arbeiða fyri søkini, sigur KÍ veter­an­ urin Hjalgrím Elttør. Hann skoraði einsamalla málið tíðliga í seinna hálv­ leiki. Eftir steðgin legði KÍ nógv meiri ágang­andi fyri. Vong­verjarnir Dion Splidt og Ísak Simonsen vóru fram­ rætt­aðir, ferðin var hægri, og tað bar spentar støður við sær. -Tað var týdningarmikið at skora so tíðliga í seinna hálv­leiki. Jóan­nes Bjartalíð royn­di at temja bóltin inn um verjuna og til sín sjálv­ an. Hann gleið, og so rann eg í bóltin og skoraði, greiðir Hjal­grím Elttør frá. Tvær perlur í Trongisvági Tíðin var um at vera farin, tá ið innskifti veteranurin Leif Nicla­sen skoraði meistarligt sigurs­mál í Trongisvági. Mál­ verjin var uttar­laga staddur, tá ið Leif Niclasen lyfti bóltin upp um hann og í málið. 2-1 til EB/Streym og vát­ SPÆLA VIÐ ELD Í S Vit eru væl fyri, og vit harmast óneyðugu støðuna, sum bar einsamalla málið við sær, sigur Trygvi Mortensen, ið heldur, at tað býr meiri í 07 Vestur enn pláss undir strikuni