Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge - Gundadalur Lættin er til at fáa eyga á, tá HB skorar til 3-1. Eitt korter er eftir av dystinum, og HB hev­ur verið omaná, men í eina løtu hevur ÍF hótt og skora eitt mál. HB fer í mót­álop og ungi Adrian Justinus­sen tekur røttu av­ gerð, tá hann í júst røttu løtu fær spælt Alexandar Stan­kov leysan. Makedonin, sum hevur brent tveir stórar møgu­leikar, er hesa ferð trygg­ur. 3-1 og sigurin er heima – ella tað hildu tey flestu. HB sannførandi – uttan at verða sannførandi Teir reyðu og svørtu í Gunda­ dali spæla í løtum sum eitt lið, ið ætlar sær í odd­ in. Verjan er góð og tøl hjá ”Instat”, sum er fyritøka, ið ger ymisk hagtøl fyri før­ oyskan fótbólt, vísa at HB hev­ur bóltin nógv. Trupul­ leik­in er, at ongin er at skjóta bólt­in í málið. Hesa ferð fór bólturin í málið, men bara tveir minutt­ir seinni minkaði ÍF um munin. Ndende Adama Gueyé kann lættliga stúta eitt fríspark í málið. 3-2 og HB klárar ikki at binda um. Í tveimum atløgum er HB kroyst. Í báðum førum aftan­á mál hjá ÍF. Eftir dystin móti B36 í steypakappingini segði venjarin hjá HB, Sig­ fríð­ur S. Clementsen, at tað var sum at liðið fór í panikk, tá B36 skoraði við níggju monn­um. Heilt soleiðis var tað ikki í Gundadali í gjár, men tað sást at HB treivst illa, tá tað gekk teimum ímóti. Vóru fugl­firðingar hepnari og neyvari, so kun­du teir ver­ ið kom­nir í eina enn betri støðu, men til tað restar enn ein áleypari í. Tú kundi sagt, at HB er sann­førandi – uttan at verða sann­førandi allatíð Teir ungu tóku við Tað hevur vakt sterkar kensl­ur, at HB tapti fyri B36 í steypakappingina. Onk­ur hev­ur latið øðina gan­ga út­ yvir dómaran, með­an onn­ur halda lítið um spæl­ar­ar­nar, sum eru kom­nir til og skuldu lyfta felagið. Onkur triði hevur hildið fyri, at nú skulu ungu kreftirnar í felagnum sleppa framat. Tað skal verða ósagt, um tað er tí at menn sum Adrian Justinus­sen, Heri Mohr og Daniel Johansen fingu kjans­in frá byrjan. Sigfríður S. Clementsen sigur, at tað var tí hann metti at hetta var besta liðið til í dag. Og til deils ber til at siga, at hann hevði rætt, tí serliga Adrian Justinussen og Heri Mohr gjørdu sítt til, at HB vann dystin. Adrian Justinussen spæl­ di á framrættaða mið­vølli­ num, har hann fleiri ferðir hótti við góðum dribblingum, hørðum skotum og neyvum av­leveringum. Á høgra vongi spældi Heri Mohr við nógvari orku. Hann kom til stórar møguleikar og ÍF verjan hevði úr at gera við at ren­na aftaná honum. Afturat teimum báðum er Bartal Wardum, sum í eina tíð hevur staðið seg væl í mið­verjuni. HB skal til at seta fólk við og FM heitiið er so fyribils far­ið. Taka Adrian Justinus­sen og Heri Mohr av møguleikanum, so kun­nu teir blíva ein fastur part­ur av liðnum hjá HB sum kapp­ ingar­árið gongur. Berjast fyri at halda upp á Stankov Bæði verjan hjá ÍF og leiðslan í HB berjast fyri at halda fast í Alexandar Stankov. Make­doniski áleyparin er krops­liga væl fyri og ein lykil til spælið hjá HB. Hann held­ur væl upp á bóltin og í gjár sóu vit, at hann eisini kann koma til fleiri mál­ møgu­leik­ar. Nakað hann hevur havt nakað torført við. Eisini gongur ov seint at sleppa sær av við bóltin, men tað kemur eisin av at viðspælararnir ikki gevur honum røttu møgu­leikarnar. Tað gjørdu teir í gjár. Alexandar Stankov skor­ aði tvær ferðir, og tað kundi lætt­liga verið tað tvífalda. Hann er leigaður úr Viborg fram til í summar. Í HB verð­ur arbeitt hart upp á at leingja avtaluna fyri alt kapp­ingarárið. Tað tóktist ósannlíkt fyrr í ár, men ábendingar eru um, at partarnir eru ávegis at møtast, so avtalan kann leingjast. Ári í landsliðsflokki Talan var um kreppufund og tað merktist eisini á spæli­ num til tíðir. Ov lítil ferð á spæli­num og annars bara ein undir miðal dystur, har HB var omaná. Einsamalli úti­spæl­ar­in á vøllinum, sum kann koma upp á tal til lands­lið­ið, er Ári Mohr Jóns­ son. Vinstri bakkurin var millum teir bestu móti B36 hós­dagin, og í gjár spældi hann aftur allan dystin og var millum teir bestu. Kropsliga er hann væl betri fyri enn vanligi spæl­ arin í føroysku kappingini, og hann hevur altíð nógvar renn­ingar í toppferð, sum loysa eina verju upp. Í 2013 blivu HB og ÍF numm­ar eitt og tvey í før­ oysk­um fótbólti. Ein slíkur dyst­ur sum hesin hevði kanska havt upp í átta spæl­ ar­ar, sum høvdu verið upp á tal til eitt føroyskt lands­lið. Fýra ár seinni er talið tvey. Ári Mohr Jónsson og leik­ bannaði Jóhan Troest David­ sen. Hartil hoyrir málverjin Teitur M. Gestsson. Kreppan er ikki avlýst í HB, men felagið er eitt vet klókari upp á teir yngru spæl­ar­ar­nar. ÍF er ov tunt, men tað eru ráð fyri tíð – flyt­ingar­vindeygað letur upp skjótt. trondur@sosialurin.fo Adrian Justinussen og Heri Hjalt Mohr vístu vegin fyri HB, sum er í nøkrum, sum líkist kreppustøðu í løtuni. HB fekk eisini gongd á Alexandar Stankov, meðan Ári Mohr Jónsson er í serflokki. Hópurin hjá ÍF er ov tunnur til Effo-fótbólt, og tað skal broytast í næstum DYSTURIN MILLUM HB OG ÍF var upprunaliga settur til mánakvøldið, men leiðslan í felagnum heldur at tað gevur ov fáar áskoðarar. Tí bleiv dysturin spældur í gjár, hóast HB hósdagin spældi 120 minuttir móti B36 í steypakappingini. Hin orsøkin er, at Alexandar Stankov skal av landinum. Hann kvittaði við tveimum málum Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... TEIR UNGU VÍSTU HB VEGIN Kreppufundur í Gundadali: