mánadagur 29. mai 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2017
2
Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir
úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja
spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn
mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum:
@IAMLINDAMORTANS
FYLGJARAR: 184
Tað er okkurt við vinklunum í myndunum,
sum fangar meg - fáa meg at ‘meira enn
bara skeita’ at teimum. Tá ið eg um eina løtu
fari út ein gongutúr, fari eg at vera eyka
varðug við øll smáting - tí tað er hetta, sum
myndirnar hjá @iamlindamortans gera
við teg - fáa teg at hyggja, eyka, at øllum tí
vakra, sum longu er her, men sum vit ikki
síggja, tí vit blunda við tonkunum.
@QUEENBEINTA
FYLGJARAR: 1021
Matur, blómur, stell og ljós. Vakrar og
romantiskar myndir. Tær geva mær hug
at fara framvið einum blómuhandli og
tøma mær visa-kortið; ella at taka eina
heila sóljufylta veit við innum. Allar
myndirnar av Royal Copenhagen koppum
geva mær bæði vaml og presentatións
angist; men samstundis eisini onkra góða
kenslu, sum eg ikki dugi at seta orð á. Eitt
kámt minni um ein Royal Copenhagen
kopp heima hjá ommu sum barn - men
kanska er tað bara ein ímynd. Eitt gott
ímynda minni, um so er. Fylg Queen
Beintu, um tú hevur eitt visakort, sum
treingir til at tømast í einum blómuhandli
- og um eingir pengar eru at tøma, ja, so
kanst tú hyggja at myndunum ístaðin.
@shisabrand
FYLGJARAR: 660
Mær dámar væl at fylga
ymiskum føroyskum sniðgevum
(og øðrum skapandi fólki) á
instagram, tí tað er so spennandi
at fáa innlit í teirra verð. Sissal,
hon handan Shisa Brand, hevur
júst verið á íblásturs-túri í Japan;
hon tekur ikki ferðafólk við sær
(eg havi spurt), men vit sleppa øll
at fylgja við á Instagram. Pssst!
Sissal! Eg vil fegin síggja enn
fleiri myndir úr Japan.
Instagram – talgildur
heimur í myndum