mánadagur 29. mai 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2017
16
– EG MELDAÐI MEG TIL EITT SKEIÐ, HAR EG SJÁLV SKULDI LÆRA
AT TAKA MYNDIR. MEN TAÐ VÍSTI SEG, AT SKEIÐSHALDARIN VILDI
GERA EINA MYNDATØKU VIÐ MÍNUM KLÆÐUM. ONKUNTÍÐ ER MAN
ÓHELDIGUR, MEN HESAFERÐ FEKK EG VERULIGA NAKAÐ FANTASTISKA
STUTTLIGT OG DYGDARGOTT BURTURÚR, SIGUR SISSAL KRISTIANSEN,
SNIÐGEVI, SUM HITTI VÍÐAGITNAN MYNDAMANN, SUM MILLUM ANNAÐ
HEVUR TIKIÐ MYNDIR AV YOKO ONO.
Myndatøka í Tokyo
BARBARA HOLM
barbara@sosialurin.fo
Sissal Kristiansen hevur ein serstakan tokka
til Japan. Í mong ár hevur japanska mentanin
hugtikið hana og tað var orsøk til, at hon
herfyri fór alla leiðina til Japans at læra um
mystisku mentanina.
Á langa túrinum vildi hon tó ikki bara
sita fyri einki og ganga og mala í býnum.
Tí valdi hon at fylgja einum øðrum dreymi
samstundis – at melda seg til eitt skeið, har
hon skuldi læra at taka myndir.
Tá hon meldaði seg til skeiðið fekk
hon samband við fotografin Alfi, sum var
skeiðshaldari. Hesin setti seg at hyggja eitt
sindur nærri eftir, hvør hesin næmingur úr
Føroyum var, og tá ið hann sá vørurnar, sum
Sissal Kristiansen framleiðir undir navninum
“Shisa Brand”, varð hann seldur.
– Hann bað meg taka nøkur Shisa pløgg
við, so at vit kundu gera eina myndatøku. Eg
helt bara, at eg sjálv skuldi taka myndirnar,
sigur Sissal Kristiansen.
Tað, sum skuldi vera eitt hálvdagsskeið
endaði við at varða í tríggjar dagar. Fyrsta
dagin lærdi Sissal um at taka myndir. Næsta
dagin fóru Sissal og Alfi runt í Tokyo fyri
at finna góð støð at taka myndir í, og triðja
dagin fóru tey bæði, modellin Mari og
hárfríðkanar- og smyrlskvinnan Alexandria
undir at taka myndir. Nakrar myndir, sum
skuldu vísa seg at blíva tær bestu, sum
víðagitni Alfi hevur tikið – í øllum førum í ár.
FRÁ YOKO ONO TIL SHISA
Tá ið ein meldar seg til skeiðshald av
ymiskum slag, so er einki garanti fyri, at tað
faktist er dygdargott og læruríkt. Tí var Sissal
í iva um, hvat hon skuldi vænta av hesum
skeiði.
Men komin í samband við Alfi vísti tað
seg, at hann í mong ár hevur tikið myndir av
kendum fólkum, hendingum og øðrum kring
allan knøttin. Millum annað er hann kendur
fyri eina serliga mynd av Yoko Ono, sum
hann tók fyri nøkrum árum síðani. Tí vanligt
er , at Yoko Ono sæst í sólbrillum. Men Alfi
fekk heimskendu frúuna hjá John Lennon,
sála, at lata seg úr sólbrillunum og vísa síni
eygu fyri myndatólinum.
– Eg føli meg sera beæraða av, at hava
fingið so flottar myndir tiknar av einum so
dugnaligum manni. Fyrsta myndin hann tók
handan dagin var perfekt, og síðani gekk tað
sum eftir ánni. Sjálvandi hendir alt møguligt
óvæntað til myndatøkur, og soleiðis var
tað eisini hendan dagin. Men hann dugir at
fáa nógv gott burturúr óansæð, sigur Sissal
Kristiansen.
ER IKKI TIL TAÐ PENA
– Eg eri ikki sum nakrir aðrir sniðgevar her
um leiðir. Mær dámar ikki so væl tað pena
og yndiga. Mær dámar betri tann ráða stílin,
hóast eg haldi, at hitt eisini riggar væl til
onnur pløgg. Míni pløgg eru tó meira rá og
rigga væl til tann kantuta stílin í Tokyo, sigur
Sissal Kristiansen.
Í hennara høvdið hevur Shisa og Japan
altíð verið eitt gott match. Men tað er bara í
hennara høvdið, tí hon hevur ongantíð roynt
tað í praksis – ikki fyrr enn hesar myndirnar
vórðu tiknar.
– Tað er so stuttligt at síggja, at alt tað, sum
eg hevði ímyndað mær riggaði so væl saman,
ger akkurát tað. Tað komplimenterar hvønn
annan so væl, sigur Sissal Kristiansen, sum
tó má viðganga, at hasar reyðu strikurnar
undir eygunum á modellini, eru nakað, sum
hon ikki hevði gjørt av sínum eintingum.
– Eg var jú á útibana, tí teirra stílur er
heilt øðrvísi enn okkara. Og vanliga hevði eg
ongantíð hugsað um at koyra reyðar strikur
undir eyguni, men tað riggar barasta so væl.
Og eg havi hoyrt nógv postivit um tað í
Føroyum, sigur Sissal Kristiansen.
Sissal hevur ein stóran kærleika til Japan,
og tí er tað helst ikki so løgið, at hennara
klæðir í japanskum umhvørvi rigga.
– Eg elski at síggja Shisa uttanfyri
Føroyar. At síggja og presentera klæðini í
einum øðrum umhvørvi. Eg tími ikki vakrar
náttúru myndir meira, so hatta er ótrúliga
stuttligt fyri meg og fyri Shisa, sigur Sissal
Kristiansen.
TOKYO FULLGER SHISA
– EIN FANTASTISK,
ÓVÆNTAÐ UPPLIVING
Shisa Brand fashion shoot í
Tokyo.
Photographer: Alfie Goodrich
Model: Mari
HMU: Alexandria Oxspring
Assistant: Joe Goodrich
MYNDAMAÐUR: ALFIE GOODRICH
MYNDAMAÐUR: ALFIE GOODRICH