Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2017 20 Allar stúra vit fyri náðileysu ljósunum í royndarrúminum, ið ger bleika húð bleikari, tá ið vit leita eftir svimjiklæðum til summarið, men tað kann saktans blíva ein jalig uppliving at finna sær nýggj svimjiklæðir. Tað ræður um at vita, hvat tú skalt fara eftir, og hvat riggar best til tín kropsbygnað. Hvat riggar best til tín kropsbygnað? Her fært tú svarið uppá, hvat slag av svimjiklæðum, ið klæðir tínum kroppi best, og um talan er um svimjidrakt ella bikini. SOLEIÐIS FINNUR TÚ R Tú hevur rættan rygg og vakrar breiðar herðar, men vilt fegin geva kroppinum hjá tær ein meiri feminiman dám. Tað kanst tú við svimjiklæðum í feminimum litum og mynstrum og linjum, ið leiða eygnabráið niður móti taljuni. FAR EFTIR… • Svimjiklæðum við stroppum, sum býta herðarnar sundur – bæði um tú velur eina svimjidrakt ella ein bikini. Tað merkir, at stropparnir skulu sita um akslarnar og skulu ikki knýtast í nakkanum. • Undirdeilum við detaljum, so sum bindibondum. • Eini svimjidrakt við detaljum á búkinum, so sum mynstur ella bond, kunnu eisini hjálpa til at flyta fokus. SLEPP TÆR UNDAN… • Halterneck, tí tað fær akslarnar at virka størri. • Ov lítlum bikinitrussum, sum leiða fokus upp móti yvirkroppinum. ERT TÚ HERÐA­BREIÐ? Smalar herðar, smalar lendar og lítla bringu - tú skalt fara eftir sterkum litum og mynstrum, ið geva ímyndina av formum. Tað besta av tí heila er, at tú sleppur undan at hugsa um stuðul, og tí kanst tú brúka næstan hvat sum helst. FAR EFTIR… • Einum bikini við innleggi og sterkum push-up, sum gevur bringuni hjá tær eitt sindur av eyka fyllu og kann samantvinnast við sterkum mynstrum fyri at geva ímyndina av einari fyldigari bringu. • Lágtsitandi trussum, sum verða bundnar um lendarnar við stórum sloyfum – tær eru sum skaptar til smalar lendar, tí tað elvir til blikfang og fær lendarnar at síggja størri út. • Um tú ert til svimjidraktir, so skalt tú fara eftir teimum, sum antin hava eitt belti ella fínar detaljur í taljuni og á búkinum fyri at geva ímyndina av einum tímaglasfiguri. • Svimjiklæðum, har stropparnir verða bundnir í nakkanum. Tað gevur ímyndina av breiðum herðum. SLEPP TÆR UNDAN… Tú kanst næstan sleppa avstað við øllum við einum kroppi sum tínum, men um tú vilt sleppa undan at síggja alt ov kløn út, so ræður tað um halda fokus á rundastu økini á kroppinum. HEVUR TÚ EIN SPINKLAN KROPP? Um tú ert vælsignað við fyldigum lendum og einari rumpu, sum struttar, er tað skilagott at velja ein bikini við trussum, sum eru skornar høgt. Tað fær beinini hjá tær at síggja longri út. FAR EFTIR… • Einari bikinitrussu við tunnum stroppum í síðuni, sum ikki geva eyka fyllu á lendarnar og fær tær at síggja breiðari út. Lodrættar strípur og mynstur fáa eisini rumpuna til at síggja smalri út. • Einum toppi við fyllu, litum ella mynstri við bringuna, so tað er meiri visuelt óljóð og harvið fangar eygað. • Myrkum litum – tað klænkar. SLEPP TÆR UNDAN… • Einum bikini, sum grevur seg inn í lendarnar og harvið varpar ljós á støddina á rumpini hjá tær. • Tríkants-bh’um, sum við fyllu í botninum fáa tín undirkropp til at síggja tungan og peruskapaðan út. • Einum bikini við beinum í bikinitrussuni. Tað fer at varpa ljós á støddina á lørunum hjá tær. HEVUR TÚ FYLDIGAR LENDAR OG RUMPU?