týsdagur 30. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Ein sein sjúkuavgerð, sum hevur
við sær, at ógvuliga sjúkir krabba
meinssjúklingar doyggja fyrr enn
væntað, kann geva eftirsitandi í
familjuni rætt til forsyrgjaraend
urgjald.
Tað vísir ein nýggjur dómur í
Eystara Landsrætti, og hesin dómur
kann fáa prinsipiellan týdning fyri
mong.
Málið úr Eystara Landsrætti
snýr seg í hesum føri um ein yngri
pápa, sum áður hevur verið í við
gerð fyri krabbamein. Hann var í
viðgerð og varð staðfestur frískur,
men stutt eftir viðgerðina fór hann
aftur at føla seg illa.
Í byrjanini høvdu læknarnir ikki
nakran illgruna um, at maðurin aft
ur hevði fingið krabbamein. Men,
tað skuldi tó vísa seg, at nú hevði
sjúkan sett seg í vælindi. Tað varð
tó ikki fyrr enn fleiri mánaðir ov
seint, at læknarnir funnu út av
hesum.
Tá funnið varð fram til sjúkuna
í vælindinum, var hon komin so
mikið langt, at maðurin kundi ikki
skurðviðgerast, og møguleikarnir
hjá honum at yvirliva vóru tískil
munandi versnaðir.
Eystari Landsrættur hevur nú
gjørt av, at tað, at ungi pápin doyði
fyrr enn væntað, í lógarinnar merk
ing er ein skaði, sum gevur rætt til
forsyrgjaraendurgjald. Tað merkir,
at eftirsitandi kona hansara og
tveir synir hava rætt til fíggjarligt
endurgjald.
Ein slíkt endurgjald kann veit
ast til sambúgva, hjúnarfelaga og
børn í støðum, har sjúklingur endar
við at doyggja orsakað av sjúklinga
skaða, sum tað verður rópt.
Prinsipiellan
týdning
Avgerðin hjá Eystara Landsrætti
brýtir við praksis á økinum og hev
ur ein prinsippiellan týdning.
– Avgerðin vísir, at feilviðgerð av
sjúklingum kann føra til endurgjald
– eisini í førum, har sjúklingurin
doyr. Eingin kann við vissu siga,
hvussu leingi maðurin hevði kunn
að livað, um sjúkuavgerðin kom
fyrr, men Rættarlæknaráðið hevur
í hesum førinum mett, at maðurin
hevði livað longri, um sjúkustað
festingin kom fyrr.
Tað sigur juristurin og ráðgevin
hjá Kræftens Bekæmpelse, Natasja
Espeløv Balslev.
Stjórin í Kræftens Bekæmpelse,
Leif Vestergaard Pedersen, sigur,
at dómurin kann fáa týdning – ikki
bara fyri einstøku familjuna – men
fyri fleiri krabbameinssjúklingar í
framtíðini.
– Dómurin í Eystara Landsrætti
gevur eftirsitandi viðhald í, at hon
og synir hennara hava rætt til fult
forsyrgjaraendurgjald, samstundis
sum rætturin viðurkennur, at deyð
in í sær sjálvum er ein skaði í lógar
innar merking – sjálvt, um maðurin
var sjúkur av krabbameini.
Leif Vestergaard Pedersen sigur,
at tey í Kræftens Bekæmpelse eru
fegin um dómin, tí skjót sjúkustað
festing er altavgerandi fyri krabba
meinssjúklingar.
– Jú, fyrr sjúkan verður staðfest,
tess størri eru møguleikarnir fyri
at yvirliva, og hetta er nakað, sum
vit hava viðurkent fyri langari tíð
síðan. Tí halda vit, at hetta er ein
røtt og góð avgerð, sum rætturin er
komin til - ein avgerð, sum ikki bert
fær týdning fyri hesa ávísu familju,
men sum eisini kann fáa týdning
fyri aðrar krabbameinssjúklingar,
sigur stjórin í Kræftens Bekæm
pelse.
Taka mál uppaftur
Mett verður, at nýggi dómurin í
Eystara Landsrætti letur upp fyri,
at avvarðandi til aðrar deyðar sjúkl
ingar, sum hava fingið viðurkent
seina
sjúkustaðfesting,
kunnu
søkja um at fáa mál uppafturtikin
og mett av nýggjum.
Í øðrum málum hava seinar
sjúkustaðfestingar, sum førdu til, at
krabbasjúkan gjørdist ólekilig, bert
givið lutfalsliga smá endurgjøld.
Men, nýggi dómurin kann lata upp
fyri, at onnur eftirsitandi – eins og
í hesum føri – kunnu fáa viðurkent
sín rætt til forsyrgjaraendurgjald.
Kelda: www.cancer.dk
Ein dómur í Eystara Landsrætti hevur givið eftirsitandi kvinnu viðhald í, at hon og synir hennara
hava rætt til fult forsyrgjaraendurgjald, samstundis sum rætturin viðurkennur, at deyðin í sær
sjálvum er ein skaði í lógarinnar merking – sjálvt, um maðurin var sjúkur av krabbameini
Sein sjúkustaðfesting
kann geva endurgjald
HEILSA
Dómurin kann lata upp fyri, at avvarðandi til aðrar deyðar sjúklingar, sum hava fingið viðurkent
seina sjúkustaðfesting, kunnu søkja um at fáa mál uppafturtikin og mett av nýggjum
– Vit eru fegin um dómin, tí skjót sjúkustaðfesting er
altavgerandi fyri krabbameinssjúklingar, sigur stjórin í
Kræftens Bekæmpelse, Leif Vestergaard Pedersen