Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 12 Sosialurin Hallur av Rana Tað er 16. árið á rað, at høv­ uðs­staðurin er karmur um dag­in, tá handlar, almennir stovn­ar, privatar fyritøkur og onnur spíla seg út fyri at vísa tað besta, ið býurin hev­ur at bjóðað innan list, ment­an, handil og upp­liv­ ing­ar. Súsanna Sondum hevur vegna Visit Tórshavn skipað fyri tiltakinum seinastu ár­ini, og fegnast um und­ir­tøk­una, ið borgarar, fyritøkur og handl­ar vísa fyri degnum. – Tað hevur ein ótrúliga stór­an týdning fyri býin, at handl­ar, fyritøkur, stovnar, søvn og onnur lata dyrnar upp fyri almenninginum hend­an dagin fyri at vísa, hvat býurin hevur at bjóðað, sig­ur Súsanna Sondum. Súsanna Sondum vísir á, at seinastu árini er ein hug­burðs­broyting farin fram í bý­num. – Fyrr hoyrdi man mang­an, at alt var stongt í býnum, og at hann var deyð­ur, men tað er ein farin tíð. Mentanarnáttin hevur ver­ið við til at lata dyrnar upp til støð, ið vit vanliga ikki geva okkum far um, og víst at vit hava ein livandi og spennandi bý. Fólk fáa henda dagin høvi at síggja støð, ið vit vanliga ikki vitja, so sum Føroya Rætt og Landssjúkrahúsið, sigur Sú­sanna Sondum. Her eru nøkur av til­tøk­ un­um, ið vitjandi kunna upp­liva í býnum. Hjá út­lendingum ber til at lesa eina enska skrá á heima­ síðuni hjá Visit Tórs­havn. HAVNIN LETUR DYRNAR UPP Myndalist á breddan Eins og navnið leggur upp til, so eigur føroysk mentan ein fittan part av skránni á Mentanarnáttini. Serliga hjá teimum, ið dáma myndalist, er nógv at fara til á mentanarnáttini. Á odda gongur Listasavn Føroya, har tað á mentanarnáttini er ókeypis atgongd til eina framsýning við listaverkunum eftir ein av Føroya kendastu listamonnum Williami Heinesen, Millum onnur støð at vitja fyri tey, ið ynskja eitt mentanarligt íkast til dagin, kann nevnast grafiska verkstaðið Steinprent á Skálatrøð, ið sýnir fram nýggj verk, umframt móttøkuhúsið og myndasavnið hjá Tórshavnar kommunu í Tróndargøta, har kommunan hevur samlað fleiri av sínum listaverkum. Á fremsta beinki í rættinum Fjølmiðlarnir bera mangan søgur úr rættinum, men hóast flestu rættarmál vanliga eru opin fyri almenninginum, eru tey fá, ið hava upplivað at sita í rættinum, um tey sjálv ikki taka lut í einum rættarmáli. Á mentanarnáttini ber tó til at uppliva ein serligan rættarfund, tá skipað verður fyri einum pallsettum rættarfundi í Føroya Rætti klokkan 20.00, har almenningurin fær høvi at uppliva hvussu gerandisdagurin er í rættinum. Dyrnar verða annars latnar upp klokkan 19.00 og húsið letur aftur klokkan 22.00. Vitja kendar bygningar Mentanarnáttin er tann dagurin í árinum, tá forvitnisligir bygningar, ið vanliga ikki eru so lætt atkomilig fyri tey flestu, lata dyrnar upp fyri almenningin. Tórshavnar kommuna er millum tey, ið lata dyrnar upp fyri almenninginum, og ber tað til at støkka inn á gólvið á ráðhúsinum og býráðssalinum á Vaglinum, umframt at vitja móttøkuhúsið og listasavnið í Tróndargøtu. Harumframt hava fólk millum annað møguleikan at vitja MRCC-støðina á Tinghúsvegnum har Arktisk Kommando Føroyar, Forbindelseselement Færøerne og MRCC húsast, Amtmansgarðin, FSF bygningin í sunnara enda á Tórsvølli, har FSF vísir fram nýggju hølini á triðju hædd og Smæruna, har fyritøkurnar, ið húsast í bygninginum, skipa fyri eini røð av tiltøkum. Vitja søvnini Fleiri søvn halda til í høvuðsstaðnum, og hava tey eisini serlig tilboð til fólk á mentanarnáttini. Bæði Tjóðsavn Føroya og Listasavn Føroya bjóða ókeypis atgongd á mentanarnáttini. Tjóðsavn letur dyrnar upp í hølunum í Brekkutúni og Hoyvíksgarði, meðan Listasavn Føroya hevur eina framsýning við verkum hjá Williami Heinesen. Nýggja býarsavnið hjá Birgir Johannesen er opið frá klokkan 08.00 til midnátt, har tað ber til at síggja ein rúgvu av søguligum lutum, ið hava tilknýti til høvuðsstaðin, og fyri hálvan prís ber til at vitja Sjósavn Føroya, ið sýnir djóra- og plantulívið í sjónum. Birgir setir mentanarnáttina Tað verður ein av teimum sjónligu persónunum í føroyska mentanarlívinum, ið fer at seta mentanarnáttina 2017. Birgir Kruse, ið kanska er best kendur fyri síni ummælir innan føroyska filmslist og mentan sum heild, heldur setanarrøðu klokkan 18.00 í gamla Kommunuskúlagarðinum. Havnar Hornorkestur fer at spæla til høvi. Summarið byrjar av álvara í høvuðsstaðnum, tá Visit Tórshavn 2. juni bjóðar føroyingum til Mentanarnáttina 2017