týsdagur 30. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
14
Sosialurin
Bamsur á skaðastovuni
Landssjúkrahúsið skipar fyri einum serligum og øðrvísi tiltakið
til børnini, tá dyrnar verða latnar upp á Landssjúkrahúsinum til
Føroya fyrstu bamsuskaðastovu. Tí í staðin fyri at viðgera fólk, ið
eru komin til skaða, so eru sjúklingarnir hendan dagin bamsur.
Til ber at taka sína bamsu við á sjúkrahúsið, har læknar og
sjúkrarøktarfrøðingar standa klár at kanna og viðgera bamsur, ið
eru sjúkar ella komnar til skaða.
Børnini fáa eina
frágreiðing um hvat er
á vási við bamsuni, og
sleppa sjálvi at vera við
til at hjálpa bamsuni.
Harumframt fáa
børnini høvi at vitja
aðrar ússaligar bamsur
í ambulansuni sum
stendur uttanfyri LS.
Til gongu
í Havnini
Sum siðvenja er á mentanarnáttini, so verður skipað
fyri eini ørgrynnu av áhugaverdum gongutúrum
ymsastaðni í býnum.
Felagið Tórshavn skipar fyri einum spákingar
og skákingartúri úr Kongsgili oman í Miðbýin.
Túrurin byrjar við Kongsgil, tá bussleið 1, ið koyrir úr
Steinatún klokkan 18.33, er komin.
Føroya Ferðaleiðarafelag skipar eisini fyri einum
túri á degnum, ið byrjar við standmyndina av
Nólsoyar Páll klokkan 19. Gingið verður út á Reyn og
Tinganes við einum ferðaleiðara, ið fer at greiða frá
ymiskum í gamla býarpartinum.
Um onkur síðan ynskir at fáa meira at vita um
hendan søguliga partin av býnum, so ber til at
møta á Tinganesi klokkan 20 og 21, har landsstýrið
bjóðar til rundvísing í nøkur av gomlu
húsunum á Tinganesi. Í ár verður vitjað
í Sjóbúðini, Vektarbúðini, Salinum og í
Skansapakkhúsinum.
Uppliva Landssjúkrahúsið
Síðstu árini hevur Landssjúkrahúsið bjóða almenninginum ymiskar gongutúrar í bygninginum
í samband við mentanarnáttina. Hesaferð verður byrjað klokkan 18.30 og klokkan 19 við reyðu
bygningarnar á Eirargarði 16.
Byrja verður við bygningunum á Eirargarði, og gingið verður millum bygningarnar og tunnilin,
meðan greitt verður frá psykiatriini og Eirargarði. Síðan verður gingið gjøgnum tunnilin undir J.C.
Svabosgøtu oman í grøna bygningin.
Í grøna bygninginum er ein framvísing og styttri frágreiðing um arbeiðið í sektiónsstovuni,
umframt at fólk fáa høvi at ganga tey 164 trapputrinini upp á takið á grøna bygninginum.
110 ár við
telefonbókum
Í samfull 110 ár hevur Føroya Tele prentað
telefonbøkur til Føroya fólk, men tað
steðgar í ár.
1. juni verður seinasta telefonbókin
borin føroysku heimunum, og í tí
sambandi skipar Føroya
Tele fyri eini framsýning
um hendan táttin av
teirra virksemi seinastu
110 árini.
Til ber at vitja
framsýninga hjá Føroya
Tele í Telebúðini á
gongugøtuni.
Føroya sterkasti
á gongugøtuni
Nú Burn Fitness er flutt oman á gongugøtuna, so er
tað eitt gott høvi hjá Føroya sterkasta manni, Bjarna
Nielsen, at taka lut í mentanarnáttini.
Bjarni Nielsen fer at vísa sína styrki við at gera
eitt Yoak Walk uttanfyri Burn Fitness, har børn
samstundis kunnu sita á reiðskapinum.
Sangur
í gudshúsum
Trúarlív fyllir nógv í føroyska samfelagnum, so tað
er ikki óvæntað, at fleiri tiltøk í mentanarnáttini
onkursvegna eru knýtt at ríka trúarlívinum í býnum.
Bæði Mariukirkjan og Havnar Kirkju hava
opið hús á degnum og leggja karmar til ymiskar
tónleikaframførslur.
Klokkan 21 hevur Føroya Klarinettorkestur eina
tónleikaløtu í Mariu kirkjuni, meðan tríggjar ymiskar
framførslur eru í dómkirkjuni millum klokkan 20 og
22.30, harímillum ein framførsla við Havnarkórinum
undir leiðslu av Leif Hansen klokkan 21.
Eisini Ebenezer hevur opið hús á mentanarnáttini,
har skipað verður fyri eini sangløtu klokkan 21 við
Ebenezerkórinum, ungdómskórinum og øðrum.
HAVNIN
LETUR DYRNAR UPP