týsdagur 30. mai 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
16
Sosialurin
JAZZ FYLLIR
PERLUNA
Jazztónleikur fer at streyma út á mentanargøtuni
Tórsgøtu, tá Perlan er karmur um eitt jazzkvøld við
Havnar Jazzfelag.
Vitjandi fáa møguleikan til at uppliva fýra ókeypis
konsertir millum klokkan 20.00 og 23.00.
Fyrstur á skránni er veteranurin innan føroyskan
jazztónleik Kristian Blak, ið fyrsta hálvan tíman
framførir einsamallur við einum klaveri. Klokkan
20.30 legst danin Karsten Vogel aftrat við síni
saksofon, og fara teir báðir at framføra jazztónleik
næsta hálva tíman.
Klokkan 21.00 er tað bólkurin Gangandi Skógvar
við Rasmus Vigant Samuelsen á keys, Bergur Fonsdal
á bass, og Harald Fonsdal á trummum, ið framførir
jazztónleik næsta tíman, áðrenn útgavukonsertina
klokkan 22.00, tá bólkurin Alda Magna við Kim
Kristensen á klaver, Leivur Thomsen á gittar, Arnold
Ludvig á bass, Rógvi á Rógvu á trummum, Karsten
Vogel á saksofon og Sigurdur Flosason á saksofon
endar kvøldið í Perluni.
Nýggj kafé
letur upp
Kafélívið í høvuðsstaðnum, og serliga í gongugøtuni,
er vorðið munandi ríkari síðan seinastu
mentanarnátt, og fer tað uttan iva at síggjast aftur
hendan dagin.
Tvær nýggjar kaféir, Gómagott og Burn Djúsbar
og café, hava nevniliga latið dyrnar upp seinasta
árið ovast í Niels Finsens gøtu, umframt at kaféin í
Býarbókasavninum, Tórs kafé, hevur fingið nýggjar
eigarar og navn.
Á sjálvari mentanarnáttini letur enntá ein nýggja
kafé upp, tá Paname letur upp í H.N. Jacobsen
bókahandli, har Visit Tórshavn áður hevur hildið til.
SÍGGJ HAVNINA
BLÓMA
Summarið nærkast og tað sæst aftur í náttúruni. Blómur og
trø standa í fullum blóma, og sum siðvenja er, so fáa vitjandi
ein serligan møguleika at uppliva hesa ársins tíð, tá nakrir
av flottu havunum í høvuðsstaðnum verða latnir upp fyri
almenninginum.
Ríkisumboðið bjóðar innar í vakra Amtmansgarðin,
ið verður opin fyri almenninginum millum klokkan
18.00 og 22.00, har tað eisini er møguleikin at støkka inn
á gólvið og síggja húsini hjá Ríkisumboðnum.
Harumframt er Bojsensgarðurin, ið er gamli
urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsen Bókahandil, opin
millum klokkan 17.00 og 23.00, har Kórið Glymur, undir
leiðslu av Paula Hansen, fer at framføra klokkan 20.00.
Eisini ber til at leggja leiðina framvið vakra
umhvørvið við gróðurstøðina í Hoydølum, sum
klokkan 17.00 hevur eina rundvísing og frágreiðing um
framleiðsluna og royndarvirksemið á Gróðurstøðini.
Gjøgnum dagin verður eisini skipað fyri træeyðkennis-
kapping fyri børnum í øllum aldri, umframt at hugni
verður við báli og sneisabreyði.
Skattaveiða
fyri tey smáu
Barnabókasavnið, ið heldur til
í Býarbókasavninum, skipar á
mentanarnáttini fyri eina skattaveiðu fyri
børnini.
Kappingin er skipað soleiðis, at tað
verður ein skattaveiða við orðum og
bókstavum á barnabókasavninum
Skattaveiðan er býtt upp í tríggjar
bólkar, og ein vinnari verður funnin í
hvørjum bólki, men øll sum luttaka fáa eitt
lítið tinganest fyri luttøkuna.
Dystur í
EFFO-deildini
Okkurt verður eisini til tey fótbóltsáhugaði á
mentanarnáttini. Klokkan 19.00 verður dystur í
bestu deildini hjá monnum, tá Skála tekur móti
oddaliðinum KÍ á Tórsvølli.
Harumframt ber til at børnum og øðrum at
fáa autografar frá sínum fótbóltsfyrimyndum, tá
leikararnir hjá besta liðnum hjá B36 skriva autografar
í Intersport í Jónas Broncksgøtu klokkan 19.00.
Við Óla handan
gravirnar
Í gamla kirkjugarði í Dr. Jakobsens gøtu goymir ein ørgrynna av søgum
seg um fólk, ið á hvør sín hátt, hava verið við til at leggja lunnar undir
føroysku tjóðina.
Neyvan er tað nakar, ið kennir meira til søgurnar um hesa persónar
enn Óli Jacobsen, ið seinastu árini hevur skrivað fleiri greinar við støði
í kirkjugarðinum í Vikuskiftis-Sosialinum.
Á mentanarnáttini verður høvi at ganga ein túr við søgukøna
frásøgumanninum, ið fer at vísa runt og greiða frá søgum úr
kirkjugarðinum.
HAVNIN
LETUR DYRNAR UPP