Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 18 Sosialurin FINN EIGARAN Í eitt korter ber til at vinna ein posa við ókeypis plakatum frá Einfalt, tá felagið skipar fyri eini kapping frammanfyri Visit Tórshavn millum klokkan 18.15 og 18.30. Einastu sum krevst er, at tú finnur eigaran av Einfalt frammanfyri Visti Tórshavn og gevur teg til kennar við einum hey og einum smíli. Kappingin endar, tá eingin posi er eftir. HANDILSGØTAN SPÍLAR SEG ÚT Tað verður ríkiligt av lívi í handilsgøtuni, ið skipar fyri tiltøkum frá klokkan 16.00 til 03.00. Fyrsta partin av degnum eru børnini í miðdeplinum, og byrjar tað við, at hoppiborgin og Myndaboks lata upp klokkan 16.00, meðan FK letur ókeypis sunkist og góðgæti til børnini. Tríggir pallar verða settir upp á handilsgøtuni, har ein rúgva av tónleikarum og bólkum fara at framføra frá klokkan 19.00 til langt út á náttina. Fyrst á pallin er sangkvinnan Lena Anderssen, ið framførir á stóra palli klokkan 19.00, og seinni á kvøldi er høvi at hoyra Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall, Jens Marna, Frostfelt og nógv onnur. Enda kvøldið við YÖHNU Eitt tað síðsta tiltakið á skránni á mentanarnáttini er útikonsert við tónleikakvinnuni YÖHNA, ið er kunstnaranavnið hjá Jóhannu Norðberg Niclasen. Hon fer at framføra fleiri av sínum egnu løgum, og verður stuðlað við fleiri av okkara ungu og dugnaligu tónleikarum. Konsertin verður klokkan 23.30 í Perlutúninum, ið er økið uttanfyri Reinsaríið og Perluna á Tórsgøtu. HAVNIN LETUR DYRNAR UPP Ungdómsdeildin hevur Opið hús á Mentanar­ náttini 2017 frá kl. 19.00 til kl. 21.00 · Festivalveiða við góðum vinningum - Tilmelding á heimasíðuni · Klædnaatstøðingar á Glasi vísa fram · Lestrarvegleiðari frá Glasi verður at hitta · HR mennari frá Betri verður at hitta · Benjamin framførir · Okkurt gott til góman Vit gleða okkum at hitta teg. Vælkomin á gátt Les meira á betri.fo/ung