Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Runavík 1.1 og eitt stig í part. Tað var endaliga niðurstøðan í Runavík, eftir fimta og sein­asta dystin í 10. umfari í lands­kappingini. Eitt stig, sum NSÍ iðrar seg um, tí liðið var omaná og á odda, meðan B36 hevði fleiri heilt ungar spælar­ar á vøllinum. Í hinum endanum kunnu B36 arar verða stoltir av sín­ um avriki, tí fleiri lykla­spæl­ ar­ar sótu uttanfyri og vóru illa farnir av seinnu hálv­ finaluni í kappingini um Løg­manssteypið. Enn eina ferð góvu ungu spælararnir hjá B36 eina staðfesting av, at felagið er í serflokki til at menna spælarar til besta liðið. Hesa ferð eru nøvnini 18 ára gamli Erlendur Magnus­ son og 17 ára gamli Magnus Holm Jacobsen. Báðir eru tveittir fyri leyvurnar á ungum aldri, men eins og spælarar sum Róaldur Jacob­ sen, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Bjarni Peter­sen, Gestur B. Dam, Benja­min Heinesen, Hannes Agnars­ son og Rói Mørk Hentze, so hava teir tikið av fyrsta møgu­leikanum. Erlendur Magnus­son við málum móti HB og NSÍ, og Magnus Holm Jacobsen við góðum avrikum í somu dystum. NSÍ omaná og skuldi havt vunnið Longu í hálvleikinum skuldi dysturin havt verið av­ gjørdur, um tú spyr NSÍ legu­na. Heimaliðið hevur væl fleiri málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Klæmint A. Olsen er óvanliga óneyv­ur, tá hann fær størsta møguleikan tíð­liga í dystinum. Eftir tveir greiðar sigrar á heimavølli í landskappingini, so vinnur NSÍ eisini greitt á KÍ í seinnu hálv­ finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. NSÍ kun­di illa havt ynskt sær betri umstøður at møtt B36, sum var uttan Eli F. Nielsen og Patrik Johannesen, ið báðir høvdu leikbann. Um­ framt tað, so spældi B36 ein ótrúliga krevjandi dyst móti HB í seinnu hálv­ finaluni í kappingini um Løg­manssteypið. Tá málið kom, so var tað eftir innkast í høgru, har Bárð­ur J. Hansen sneiddi sær á og skoraði. Fýra minuttir til hálv­leiks og NSÍ líkist einum liðið, sum ætlar at renna avstað saman við KÍ og Vík­ ingi – men so bleiv ikki. Jákup motiverar B36 Í skiftirúminum hjá B36 er Jákup á Borg í holt við at motivera ungu spælararnar hjá sær Tað riggar, tí B36 er omaná frá bryjan av seinna hálv­leiki. Tá fimm minuttir eru farnir kemur Lukasz Ciesle­wicz í góð støðu í høgru og leggur innfyri. Fyri aðru ferð upp á tveir dyst­ir stendur 18 ára gamli Er­lend­ ur Magnusson á rætta stað og skorar. Hann stóð eisini á rætta stað móti HB og skoraði. Hann hevur fingið sín eld­ dóp á vinstra bakki, og higar­til hevur hann tikið av. Tað gjørdi 17 ára gamli Magnus Holm Jacobsen eisini á miðjuni. Hann hevur ein kant í sínum spæli, sum ger at hann kann koma langt, men tað krevur at hann eisini klárar at hava tamarhald á tí part­ inum. Tað eru fáir 17 ára gaml­ir spælarar, ið kunnu av­rika sum hann gjørdi á verju­kenda miðvøllinum mána­kvøldið. Einastu liðini, sum spæla fótbólt Tað er rímilig semja um, at B36 og NSÍ eru tey bæði lið­ ini, sum í størsta mun royna at spæla fótbólt. Maurice Ross, venjari hjá TB/FCS/ Royn, segði eisini somikið í litríðari samrøðu við Kring­ varpið. Dysturin í Runavík bleiv spæld­ur í høgri leikferð, har bæði liðini høvdu áhuga í at seta bóltin í spæl skjótt. Í fyrra hálvleiki var so nógv ferð á dystinum, at spælar­ar­ nir á miðjuni høvdu torført við at fáa tamarhald á bólti­ num. Í seinna hálvleiki fingu áskoð­ararnir undirhald, tí bæði liðini spældu fyri at vinna. Tað sæst aftur á mátanum, sum liðini hand­ ara bóltin. Tað verður gjørt við tí endamáli, at koma í góð­ar støður. Dysturin livdi ikki heilt upp til heitið, sum dysturin har liðini, ið ”spæla fótbólt” møtt­ust. Mest tí B36 liðið er nakað skert. Víkingur og KÍ fara avstað Eftir tíggjunda umfar í lands­kappingini eru tað tvey feløg, sum renna avstað. KÍ og Víkingur gera eins og í fjør. Tey liggja á odda, eru tor­før at skora í móti, og fáa neyðugu málini at vinna dyst­ir. Tað ber illa til at siga, at kappingin er skrædna, tí tað eru hóast alt bara trý stig frá NSÍ á triðja plássi, til Vík­ ing á øðrum plássi. Hinvegin, so er áfast frá fjórða plássinum hjá B36 og allan vegin niður til 07 Vest­ ur á níggjuna plássi. Bara fimm stig skilja tey seks lið­ ini. trondur@sosialurin.fo Erlendur Magnusson og Magnus Holm Jacobsen eru nýggjastu spælararnir, sum B36-spælaramaskinan er í holt við at menna. Teir áttu stóra lut í 1-1 javnleikinum í Runavík. NSÍ og B36 spentu bein fyri hvørjum øðrum í FM stríðnum UNGIR B36 ARAR Tá sagt verður at liðið hjá B36 er ungt í løtuni, so er tað veruliga nakað um tað. Umframt umtalaðu Erlend Magnusson og Magnus Holm Jacobsen, so eisini spælarar sum Bjarni Petersen (18), Gilli Samuelsen (18), Hugin Samuelsen (18) og Pætur Petersen (19) á vøllinum. Fyrr í ár hevur eisini Rói Mørk Hentze (17) staðið í mál Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... BARNAFÓTBÓLTUR FEKK STIG Í RUNAVÍK Beinspen í Runavík: