týsdagur 30. mai 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
vera á landsliðnum, men fyrst og
fremst havi eg eina uppgávu við
B36 leygardagin. Tá tann dysturin
er liðugur, so fari eg at hugsa fult
um A-landsliðið, sigur ein stoltur
Patrik Johannesen, sum fyllur 22 í
septembur.
Skulu hava meiri
burturúr Gilla
Lars Olsen, landsliðsvenjari, legði
ikki fingarnar í millum, tá hann
hevði tíðindafund í FSF-húsinum
í gjár. Hann helt at føroysku
spælararnir kláraðu ov illa at halda
høvdið kalt í Andorra. Hann helt
eisinii fyri, at nú skal landsliðið
til at fáa meiri burturúr einum
øðrum tvøramanni, nevniliga Gilla
Rólantsson Sørensen.
Landsliðsvenjarin undrast á,
at Gilli Rólantsson kann spæla so
væl í Brann í Noreg, men ikki á
landsliðnum.
-Um tú kanst spæla so væl í
Noreg, so kanst tú eisini tað á
føroyska landsliðnum. Eg má fara
at tosa við hann, fyri at síggja
hvat tað er, sum gera at vit ikki
fáa fulla nyttu burturúr honum.
Eg havi ein mistanka um, at Gilli
Rólantsson vil so gjarna klára seg
væl á landsliðnum, at hann vil ov
nógv – heldur enn at bara spæla
sum hann plagar, sigur Lars Olsen.
Hann váttar eisini, at tað verð
ur umhugsað at spæla við teimum
áleyparum, og at Gilli Rólantsson
kann verða ein av teimum.
Eli og Karl skulu roynast
á miðvøllinum
Fróði Benjaminsen hevur ikki
nógv ár eftir á landsliðnum, meðan
hvørki Heini Vatnsdal ella Róaldur
Jakobsen hava sett seg á plássið av
ymiskum orsøkum. Nú hava tveir
nýggir mans fingið møguleikan.
Eli F. Nielsen úr B36 og Karl Løkin
úr NSÍ. Teir eru við, tí Lars Olsen
vil síggja um teir kunnu megna
uppgávuna
sum
verjukendur
miðvallari á landsliðnum.
-Teir eru við, tí teir eru tað slagi
av spælara, sum vit leita eftir. Eg
veit ikki hvussu nógv ár Fróði
Benjaminsen hevur eftir, men vit
mugu til at finna eina avloysara
við tíðini. Eli F. Nielsen hevur stað
ið seg væl í B36, meðan Karl Løkin
er farin at spæla meiri staðkent á
miðjuni í ár, sigur Lars Olsen.
Letur væl at Símun Rógva
Í málinum er ongin ivi um, at
Gunnar
Nielsen
er
fyrstaval.
Síðani er ein kapping millum Teit
M. Gestsson (HB), Símun Rógva
Hansen (NSÍ), Kristian Joensen (KÍ)
og Tórður Thomsen (B36).
-Símun Rógvi Hansen hevur
gjørt tað væl fyri NSÍ, og tí er hann
við. Men eg vil tó siga, at tað er
javnt millum teir fýra málverjarnar,
sum koma eftir Gunnari Nielsen,
sigur Lars Olsen.
Ongin Sonni Ragnar
Sonni
Ragnar
Nattestad
er
framvegis
skaddur
í
hælsinu
ni, og væntast ikki at venja sum
hinir fyrr enn fyrst í august.
Eisini hevur Bárður J. Hansen úr
NSÍ givið avboð, tí hann hevur
fleiri próvtøkur í næstum. Milum
annað 9. juni, sum er sami dagur tá
landsdysturin er.
Í verjupartinum er Ári Mohr
Jónsson úr HB við aftur. Hann
hevur verið við fyrr, men seinastu
dystirnar hann ikki verið við.
Umhugsar 4-4-2
Lars
Olsen
segði
eisini
á
tíðindafundinum,
at
hann
umhugsar at broyta spæliskipan
til 4-4-2. Føroyska landsliðið hevur
fyri tað mesta spælt við einum
áleypara, men nú verður umhugsað
at spæla við teimum heilt frammi.
Liðið møtir inn mánadagin
og skal sum vant búgva á Hotel
Føroyum.
FÓTBÓLTUR
Hópurin:
Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Verjuspælarar
Jónas Tór Næs, ÍBV (ÍS)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Miðvallarar
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DK)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Framherjar
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DK)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn
Lars Olsen greiðir frá landsliðs úttøkuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Eli F. Nielsen er úttikin á fyrst sinni
Mynd: Álvur Haraldsen