Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 2. juni 2017 Havnarútbyggingin á Sundi er eitt marg­hátt­ ligt mál. Onkur vil trýsta tað ígjøgnum utt­an nakað yvirskipað endamál. Løgið er tað kort­ini, at tað eru somu fólk, ið vildu steðga havn­a­r­út­bygg­ing­ini í Havn, sum hevur eitt yv­ir­skip­að enda­mál. Málið kom í eygað undir seinastu sam­ gongu – beint áðrenn býráðsvalið í fjør. Komm­unan vildi fegin hava grótið, sum hon kundi fáa úr tunli­num. Tí kom ætlanin á Sundi líka­sum burtur úr ongum, tá nú alt hetta grótið var til taks. Sum vant varð staðbundna kald­baks­ nevnd­in lopin um – men kaldbaksfólk góvu kort­ini sína áksoðan til kennar. Málið var ikki av­greitt, tá nýggja býráðið tók við. Men síð­ani hev­ur meirilutin einsamallur broytt bygg­i­sam­tykina fyri økið – sum er tað av­ger­ andi stigið fyri at fremja ætlanina. Kortini hevur málið koyrt eitt sindur aft­ur og fram. Flaggdagin varð grót fylt í Sunds­á, fyri at lastbilar kundu koyra um ánna við gróti. So boðaði forkvinnan í heilsu- og um­hvørv­is­nevnd­ini frá, at ætl­an­in varð steðg­að, og at annað stað skuldi finn­ast til grót­ið. Síðani boðar varaborgarstjórin kald­baks­ fólki frá, at forkvinnan í heilsu- og um­hvørv­ is­nevnd­ini við vilja varð skeivt end­ur­givin á in.fo, at einki var í hesum, við at ætlanin skuldi steðgast – og at samgongan mátti gjøgn­um­føra málið, sum tey høvdu arvað frá undanfarna býráð. So verða grót og rør tik­in aft­ur úr Sundsá – og í vikuni vóru bæði rør og grót aftur fylt í aftur. Í umbering til kaldbaksfólk í vikuni brúk­ ar sam­gongan aftur sum umbering, at mál­ið er arv­að frá gamla býráðnum. Politikkur gongur út upp á at fremja broyt­ing­ar. Um nýggja býráðið vildi okkurt ann­að enn gamla býráðið, so var einki – og so slett einki – í vegin fyri, at býráðið steðg­aði á. Formaðurin í vinnunevndini er greiður. Hann vil fremja ætlanina. Erligt nokk. Tjóð­ veldi roynir at fyrigykla kaldbaksfólki, at flokk­urin er ímóti, men noyðist at góðtaka hetta, tí Heðin Mort­en­sen & Co hava sett tað á skinnarar. Tað er óreiðiligur og óerligur politikkur. Ynsk­ir Tjóð­veldi at fremja ætlanina, so gerið tað er­liga og reiðiliga og standið við tykkara støðu. Vilja tit virða ynskini úr Kaldbak, so steðgið ætlanini og brúkið grótið til inn­koyr­ ing­ar­veg­in til Havnar, sum er samtyktur, og kaldbaksvegin. So er tann trup­ul­leik­in stórt sæð loystur. Tí gevið gætur: Politikkur er at vilja broytingar – og ikki bara at vilja vald! Hanus Joensen leggur í summar frá sær sum skúla­stjóri á Skúlanum á Fløtum í Havn fyri ald­ ur. Skúlin á Fløtum eru samanløgdu skúlarnir, Tórshavnar Kommunuskúli og Venjingarskúlin – sum flyta í nýggjan bygning, sum verður bygd­ ur úti á Fløtum í Havn. Hanus Joensen loysti av sum skúlastjóri í Tórs­havn­ar Kommunuskúla 1. apríl í 1997, tá Ott­ar Jac­ob­sen legði frá sær fyri aldur. Tá Kommunuskúlin og Venjingarskúlin vórðu lagdir saman fyri trimum árum síðani, varð Han­us Joensen settur sum stjóri í samanlagda skúla­num, sum seinni fekk navnið Skúlin á Fløtum. Mentamálaráðið fer í næstum at søkja eftir nýggjum skúlastjóra til Føroya størsta skúla. Politikkur er annað enn at vilja vald Skúlin á Fløt­um hava nýggjan stjóra hanus leggur frá sær Les eisini blaðið á telefonini Tillukku við rætti­ num at skerja frælsið Høgni Djurhuus baksíðan Ringast at geva deyðsboð Kaj í Bartalsstovu Siðsøa síða 28-28 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Vit skulu á hes­um stað ynskja nýggja stjór­a­num í Kring­varpi Før­oy­a hjarta­ liga til­lukku og bestu eydnu við starvinum Men vit fara eisini at arga hann eitt sindur, tí tað eiga vit at gera. Tað fyrsta, sum fall okkum til hugs, tá Kring­varp­ið einsamalt slapp at al­manna­ kunn­gera navnið á nýggja stjóranum – áðr­ enn kring­varpsstýrið sendi tíðindaskrivið til aðrar miðlar, var tekningin, sum Óli P teknaði á baksíðuni á Sosialinum 25. mai í 2011, tá Andras Róin fekk sítt triðja stjórastarv. Summir menn halda so nógv um seg sjálvar, at teir bara kunnu vera stjórar. Teir burdu faktiskt havt eitt stjóra-fakfelag, sum tænti teirra viður­skiftum. Eitt fakfelag fyri menn, tí tað eru faktiskt bara menn, sum halda um seg sjálvar, at teir bara kunnu vera stjórar. Men tað er ikki vist, at Johnny í Grótu­ num verður so leingi í starvinum. Tað er gam­an­í áramálssett. Men áðrenn tey fimm árini eru liðin, skal hann finna sær eitt nýtt stjórastarv. Beint nú eru nøkur leys. Tildømis starvið sum skúlastjóri á skúlanum á Fløtum, ella starvið sum ríkisumboðsmaður í Føroyum. Ein havnarmaður var amt­maður um aldarskiftið fyrra – hví ikki fingið ein klaksvíking nú? Eina ferð stjóri altíð stjóri Soleiðis teknaði Óli P, tá Andrass fór úr stjórasessi í gstjórasess. Nú hevur Johnny í Grótinum yvirhálað. Tað er ikki vist, at hann tekur við starvinum í Kringvarpinum, tí Løkke søkir eftir ríkisumboðsmanni Stjóri stjórari stjórast – einaferð stjóri altíð stjóri