hósdagur 1. juni 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
32
BAKSÍÐAN
MYND: HEINESEN MYNDIR
Grønt/gult undir brúnt/grátt
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
H
on er við at
hvørva, trøðin
vestanfyri. Minni
enn helvtin er eftir. Út
sýnið úr stovuni í
skjótt 29 ár.
Tað, sum var
grønt leingi, í
øldir ivaleyst,
verður nú so
við og við
grátt og
brúnt.
Grátt og brúnt so hvørt sum tann
stóra, gula maskinan grevur seg
gjøgnum tað grøna, og hvítir last
bilar koyra eina lassið fyri og ann
að eftir at gráum gróti til vegin og
grundstykkini á trøðni, sum skjótt
var.
Nakað er tó eftir av henni enn. Út
synningsfimtingurin er sóljugulur.
Eg skrivi um trøðna millum mín
og Villingardalsvegin. Enn ein trøð í
Havn hvørvur undir framstiginum.
Eg átti sjálvandi at mótmælt og
savna undirskriftir. Tað høvdu
onnur gjørt í teirri nøgdu tjóð
ini. Har rennur ein á gjøgnum
trøðna. Á, gamaní, nakað
nógv gjørt av. Kanska
løkur er rættari orðið.
Men hann rennur.
Har var eitt gamalt
gróthús, sum ikki er har
longur. Tað er helst
farið sum ífylla í vegin
mitt gjøgnum trøðna.
Har var eisini eitt fjósskapilisi
við køsti í kjallaranum.
Hoyrdur eri eg ivaleyst, óbein
leiðis, tá byggisamtyktin varð
broytt. Tá bar til at kæra.
Men tað gjørdi eg ikki.
Og eg mótmæli heldur
ikki nú. Savni onga
undirskrift, held
ur ikki mína
egnu.
Tí
eg
haldi tað vera spennandi at síggja,
hvat fer at henda har vesturi á
trøðni, sum var. Hvussu fara húsini
at vera, tvíhús, raðhús ella sethús?
Útsýnið hjá teimum verður gott
út á fjørðin teir dagar, sýnið er gott.
Spennandi at fylgja við úr stovu
vindeyganum, á fremsta beinki.
Tað var tað eisini, tá geitir spældu
á trøðni. Beistaðust og hildu skans
an á steinunum. Nógv stuttligari
djór enn seyður, geitirnar. Nú eru
nøkur ár, síðani tær fóru.
Har vóru gæs við ungum hvørt
vár, nøkur pør, hvørt við sínari
tunnu at verpa í. Og steggin gekk
ótolin og bíðaði uttanfyri, hugdi inn,
tá nærkaðist ella hann hoyrdi okk
urt innan úr myrkrinum. Ansaði
eisini væl eftir, at eingin kom ov
nær. Ræddist ongan. Fór físandi
eftir rossunum, sum gingu har og
filosoferaðu.
Har vóru dunnur í tí lítla hylinum,
sum ikki enn er farin undir grátt.
Har eru enn nógvir fuglar av teim
um vanligu sløgunum á okkara leið
um, kráka, likka og stari.
Har stóðu eisini bilvrak. Tey pynt
aðu ikki. Leingi hýsti trøðin millum
annað nøkrum skaddum bilum av tí
betra týska slagnum, Audi og BMW.
Vónandi fer tann nýggi býlingu
rin at taka nakað at tráa útsynning
inum, sum alt ov ofta kemur brest
andi oman av reyninum.
Ella ger hann smogur, sum mið
savnar og styrkir hvirlurnar, áðrenn
tær koma til mín styrktar.
Batarnir, ella vandarnir, eru har.
Hvønn dag, eg komi heim frá arb
eiði, eri eg spentur at síggja, hvat
nú er hent á trøðni, sum skjótt var.
Nakað er eftir av henni enn, sóljugul
og grasgrøn.
Tvær smágentur vóru í sóljuhav
inum í nakrar tímar leygarkvøldið
og aftur sunnudagin. Tær vildu
bjarga nøkrum sóljum, áðrenn
maskinurnar herjaðu á aftur mána
morgun.
Mintist gamla sangin um sólju
gentuna. ”Hon sóljutyssi í hondum
hevur/tann fyrsta heilsan frá várs
ins tíð”.
Nei, romantikkur nyttar lítíð her,
hóast hann verður nógv brúktur,
millum annað, tá áir, sum eingin
annars visti um, skulu verjast.
Vænti tó, at løkurin gjøgnum
grannatrøðna fær frið.
Nú fer so enn ein grønur blettur í
Havnini, eitt andarhol, undir asfalt
og betong.
Tey tosa og tosa og skriva og
skriva annars um einar grønar
Føroyar.
Ná, løgtingið gav loksins sam
kyndum rættindi, vit onnur hava.
Rættin at tjóðra seg við hjúnabandi.
Tillukku, tillukku við rættinum at
skerja frælsið.
ÁRNI GREGERSEN
Í Føroyum fegnast vit um, at
útlendsk ferðafólk nú halda,
at Føroyar er eitt spennandi
ferðamál.
Tey leita higar í størri og størri
tali.
Skulu vit framvegis átaka okkum
at bjóða okkara land fram sum
ferðamannaland, so er eisini
neyðugt at vit veita teimum sum
koma higar dygga tænastu.
Tað skal gera, at tey sum
vitja her fortelja øðrum um
upplivingarnar í Føroyum
og hvussu góð tænastan er í
fjarskotna oyggjalandinum har
norðuri millum Skotland, Ísland
og Noreg.
Spurningurin er bara um
vit eru før fyri at veita slíkar
tænastur.
Jú, sjálvandi eru vit ta,ð vilja
tey flestu siga og serliga tey sum
arbeiða í ferðavinnuni.
Eg havi ein pástand. Hann er,
at vit als ikki eru ein tjóð, sum
veitir tænastur.
Vit eru hionvegin ein tjóð
við krakkaveldi og smáum
kongaríkjum, sum oftast royna at
sleppa sær undan at taka ábyrgd
og royna at sleppa undan at gera
ov nógv.
Lat meg undirstrika, at tað
sjálvandi finnast undantøk, sum
gera mín pástand til skammar.
“Ikke desto mindre” hava vit
bygt eitt samfelag upp, har flestu
fólk royna at sleppa sum lættast
ígjøgnum við at forða, obstruera,
tað sum politiski myndugleikin
roynir at gera.
Tak til dømis tosið um rúmliga
samfelagið, sum henda smgongan
rooynir at gera til eitt slogan.
Tankin er góður, men
veruleikin hinumegin
skrankarnar, har vanlig fólk møta
almenna myndugleikanum, er ein
heilt annar.
Meylsamskifti við “cover my
ass” meylum er meira reglan enn
undantakið.
Havi hoyrt um ógvuslig dømir
í seinastuni.
Um ein drong, sum kom illa
fyri og gjørdist heilaskaddur.
Hjálpin og tænastuveitingin
mótvegis drongi og foreldrum er
undir alt lágmark og foreldrini
eru nú so hart kroyst, at tey
umhugsa at flyta av landinum.
Hitt dømi er um ein, sum
er raktur av sjúku, sum ger
viðkomandi blindan um nøkur
ár. Bæði skúli, sjóndepil og aðrir
almennir mynduleikar vísa
viðkomandi frá sær, heldur enn
at fyrireika viðkomandi til tíðina,
sum blindur.
Hetta er ein partur av almennu
skipanini. Kann heldur ikki
lata vera við at nevna stóra
politiska gjøgnumbrotið, tá ið
kommunurnar fingu ábyrgdina
av teimum gomlu.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Høgni
Djurhuus