mikudagur 7. juni 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Løtan hevur sjáldan verið meira
røtt, enn beint nú, at minka um
blokkin.
Soleiðis segði landsstýriskvinn
an í fíggjarmálanum við sjónvarp
ið í síðstu viku.
Hon heldur, at landsstýrið skal
endurskoða samgonguskjalið, sum
sigur, at blokkurin er og verður
fastfrystur fram til og við 2019.
Orsøkin til fagnaðarrúsin hjá
landsstýriskvinnuni er, at vit fyri
einaferðskyld hava fingið yvirskot
á fíggjarlógini – og at tað gongur so
væl í Føroyum við stórum búskap
arvøkstri.
Djarvt vil onkur siga. Naivt vil
onkur annar siga.
Vit skulu ikki gloyma, at vit
hava havt átta ár á rað við undir
skoti. So fyri tað um eitt lítið yv
irskot er nú, so er tað so langt frá
nóg mikið til at fara at skerja ríkis
veitingina í ovfarakæti.
Tað eru eisini nógv viðurskifti,
sum liggja á láni. Vit kunnu bara
taka sjúkrahúsverkið, sum er í
støðugum stríði um pengar fyri at
veita tænastur, sum fyri nógv fólk
eru neyðug. Fólk mugu bíða í ára
vís til ávísar viðgerðir – og á øðrum
økjum hava vit bara givið upp.
Her í blaðnum viðgjørdu vit
herfyri viðgerðartilboð til ung við
serligum tørvum og við sálarligum
trupulleikum.
Eldraøkið er niðurpínt, og vit
kundu hildið á.
Sjálvandi skulu vit stremba í
móti einum sjálvberandi búskapi.
Tað kunnu ikki ein gong svartastu
sambandsmenn siga nei til.
Men í ovfarakæti at fara at
pilka við blokkstuðulin nú, tað
hevði verið himmalrópandi naivt.
Vit skulu minnast til, at yvir
skotið hjá Kristinu Háfoss bygg
ir upp á forskattingina av pen
sjónunum, sum Jørgen Niclasen
gjøgnumførdi, og sum Kristina
Háfoss lovaði at rulla aftur. Men
eins og við flatskattinum, so hava
landsstýrisflokkarnir langt síðan
»gloymt« hesi viðurskifti og lyfti,
sum nú er grundarlagið, sum eisini
hetta landsstýrið byggir á.
Kanska fleiri pengar koma í
kassan, tá ein nýggj fiskivinnuný
skipan er framd – um landsstýrið
tá megnar at býta virðini eitt sind
ur javnari í samfelagnum.
Men álvaratos. Nú mugu bæði
Poul Michelsen og Kristina Háfoss
stýra sær. Tí tað er ikki vist, at tað
er teirra politikkur, sum sæst aftur
í yvirskotinum hjá landskassanum
í 2017 – og tað er so slett ikki vist,
at teirra politikkur fer at bera tann
ávøkst, sum skal til.
Men kanksa fer hann tað.
Latið okkum síggja avrikini
fyrst, so kunnu vit venda aftur til
blokkin seinni.
Tað er ikki vist, at hetta er
leiðin til sjálvberandi búskap
avrikini á borðið fyrst
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Sunnudagin 11. juni klokkan
17 til 21 verður basarur í
Missiónshúsinum í Æðuvík,
og har verða nógvir góðir
vinningar.
– Café við smyrjibreyði og
køkum letur upp klokkan 16,
sigur nevndin, sum bjóðar
øllum at verða hjartaliga
vælkomin til Æðuvíkar.
Basarur við Café í Æðuvík
–
Fólkaheilsurenningin
er
nú farin aftur um bak, og vit
fegnast um, hvussu heppin
vit vóru við veðrinum henda
leygardagin 3 .jun, skrivar
Fólkaheilsuráðið.
»Á degnum vóru bæði
Fólkaheilsurenning,
Tórs
havn Marathon og hálvmara
thon á skránni, og byrjaðu øll
samstundis á Vaglinum. Fitt
av fólki høvdu meldað seg til
samlaða tiltakið.
Til Fólkaheilsurenningina,
sum taldi útvið 200 fólk, lut
tóku bæði børn og vaksin,
og fólk bæði gingu og runnu.
Teinurin var 5,5 km og byrjað
varð á Vaglinum, síðan gekk
leiðin eftir Áarvegnum, Yviri
við Strond, oman eftir R. C.
Effersøes gøtu, Jónas Broncks
gøtu og síðan heima aftur
eftir Áarvegnum og í mál á
Vaglinum.
Summi høvdu nýtt Fólka
heilsurenning sum høvi til
at samlað fleiri familjulimir
til ein hugnaligan og virknan
dag saman, og fegnast vit um
hetta.
Yviri við Strond høvdu
íbúgvar og starvsfólk á Boðan
esheiminum gjørt nógv burt
urúr degnum fyri at stuðla
øllum luttakarunum til saml
aða tiltakið – bæði við fløggum
og við at veittra úti við vegin.
Tað eru vit sera takksom fyri,
og tað fløvar!
Vit vóna at síggja enn
fleiri til Fólkaheilsurenning
næsta ár, og at enn fleiri nýta
høvi til at samla familju ella
vinir til ein hugnaligan og
virknan dag saman«, skrivar
Fólkaheilsuráðið.
Nógv fólk til heilsurenning
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Búfólk á Boðanesheiminum heilsaði fólkaheilsurennarunum
Hósdag 8. juni:
Farsfat við grønmeti · Knettir · Kókað neytakjøt
Fríggjadag 9. juni:
Rivjasteik · Várrullur v/eplamorli · Lasanja
Leygardag 10. juni:
Rullisteik
Mánadag 12. juni:
Fiskafrikadellur · Hamburgarryggur
Týsdag 13. juni:
Nakkasteik · Høsnarungabringa
Mikudag 14. juni:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00