Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta er størsti ósigurin hjá Føroya fólki nakrantíð. Men tað er púra vist, at seinasta orðið er ikki sagt enn. Tað staðfestir Bill Just­ inus­sen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Og ósigurin, hann sipar til, hendi týsdagin 30. mai, tá ið Løgtingið endaliga samtykti, at loyva samkyndum at gift­ ast í Føroyum. Nú er bara nakað av um­ sitingarligum arbeiðið eftir og tá ið lógin er lýst einaferð seinni í summar, ella tíðliga í heyst, kunnu samkynd gift­ ast borgarliga í Føroyum. Vit gera alt Hetta hevur eitt hjartamál hjá Miðflokkinum, sum hev­ ur stríðst ímóti hesum við hond og fót, tí tað er teirra sannføring, at hetta er beint ímóti okkara kristnu siða­ læru. Og Bill Justinussen vissar eisini um, at stríðið er ikki av enn, og at seinasta orðið er ikki sagt enn. – Vit halda ikki at hetta er rætt fyri tað um 18 tingfólk halda at tað er rætt, og tí fara vit at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at fáa hetta broytt aftur, so at samkynd ikki kunnu giftast í Føroyum, sigur hann Og hann leggur afturat, at hetta verður eitt aðalmál hjá Miðflokkinum, fær hann umboð á Løgtingi eftir næsta løgtingsval. Spurningurin er so um tað verður ein treyt hjá Mið­ flokkinum fyri at fara í eina samgongu eftir næsta val, at hjúnabandslógin verður broytt aftur soleiðis at samkynd ikki kunnu giftast. – Tað veit eg ikki, tí tann spurningin hava vit ikki tosað um í Miðflokkinum, og vit vita sjálvandi heldur ikki, hvussu Løgtingið verður mannað eftir næsta val og hvør av okkum ið verður har tá, sigur Bill Justinussen. Hinvegin ásannar hann eisini, at verður ein av nú­ver­ andi sam­gongu­flokkunum við í eini samgongu eftir næsta løgtingsval, eru útlit­ ini smá fyri at lógin verður broytt aftur. Harafturímóti heldur hann, at útlitini eru væl størri, skuldi flokkarnir, sum nú eru í andstøðu, fingið so mikið stóra undirtøku á næsta løgtingsvali, at teir kundu skipa samgongu. Allir andstøðuflokkarnir vóru nevniliga harðliga ímóti, at samkynd skulu fáa loyvi til at giftast. Vónríkur Og Bill Justinussen er rætti­ liga vónríkur um, at tað fer at eydnast at broyta lóg­ina aftur, so at samkynd hjúna­ lag aftur verður bannað í Før­oyum. – Tað, sum er hent, er úrslitið av einum ráki, sum er komið inn á okkum uttan úr heimi. Hendan samgongan er eisini úrslitið av einum politiskum ráki. Men vit, sum búgva í Føroyum, vita a l t um at streymurin vendir, og tað fer hetta rákið eisini at gera. Bill Justinussen heldur, at tað hevur týdning at broyta lógina aftur, tí hetta er ís­ brótarin, sum slóðar fyri at gera samfelagið verðsligari og verðsligari, har vit fara longur og longur burtur frá okkara kristnu siðalæru. LGBT hevur staðið í fremstu røð við kravinum um samkynd hjúnalag, men nú tað er samtykt, eru aðrir bólkar við serligum krøvum brádliga ryktir fram í røðini og tey fara alsamt at ota seg longur og longur fram, hvør við sínum serligum krøvum. Hann vil ikki siga so nógv um, hvat hann meinar við akkurát, men hann nevnir kortini onkur dømi um rák, sum hann sigur gera seg galdandi úti í heimi, og sum eisini fara at koma til okkara við hetta lag – Vit vita, at í summum mentanum, er tað vanligt at hava fleiri konur, og tað ger seg eisini galdandi í mus­ limsku mentanini í Evropa. Eisini tey fara at krevja full, borgarlig rættindi til at ein maður kann hava fleiri konur. Summastaðni eru tað tað eisini kreftir í samfelagnum sum tala fyri, at tað skal vera lógligt hjá systkum at hava kynsligt samband og sum tala fyri, at tey eisini tey fáa síni borgarligu rættindi til tað. – Vit hava eitt rák í sam­ felagnum, har staturin ikki skal leggja seg út í moralin í samfelagnum. Men tað er fullkomiliga skeivt at stat­ urin sleppur endanum, tí er tað nakað staturin er til, er tað at verja um moralin í samfelagnum. – Er ongin at regulera moralin í einum samfelagi, so at menniskjan sleppur at liva sum hon vil, enda við í eini syndarligari støðu. Tí skal staturin verja menniskju ímóti sær sjálvum sigur Bill Justinussen. Í nógv ár afturat Bill Justinussen heldur, at nú samkynd fáa loyvi til at giftast í Føroyum, eru tað eru nógv viðurskifti, sum mugu broytast. – Eitt nú umrøður barsils­ skipanin mammuna og páp­ an, men nú má hon so broyt­ ast til mammu og mammu og pápa og pápa, tá ið samkynd hjún fáa børn. – Og tað sama er galdandi fyri nógvar aðrar lógir. Men hvørja ferð tað hendir at ein lóg skal broytast, fer hetta orða­skiftið um samkynt hjúna­lag at kykna aftur. – Tískil fer orðaskiftið um samkynt hjúnalag at halda fram í nógv ár afturat og tað fer at vera eitt høvuðsmál á fleiri teimum næstu løg­tings­valunum, er Bill Justinussen sannførdur um. STRÍÐIÐ ER IKKI AV ENN Seinasta orðið um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum, er ikki sagt enn, lovar Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin SAMKYNT HJÚNALAG IKKI RÆTT – Vit halda ikki at tað er rætt at loyva samkyndum at giftast fyri tað um 18 tingfólk halda at tað er rætt, og hetta verður eitt høvuðsmál á nógvum løgtingsvalum framyvir, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin Tí skal staturin verja menniskju ímóti sær sjálvum Hetta er ísbrótarin, sum slóðar fyri at gera samfelagið verðsligari og verðsligari