mikudagur 7. juni 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
10
Vilmund Jacobsen
Talið av fólki, sum hava hoyfepur,
hevur verið nógv veksandi tey sein
astu árini. Hetta er serliga galdandi
fyri børn og ung.
Hoyfepur kann viðføra niður
setta lívsgóðsku og sjúkrafráveru
og er ofta sambundin við astma og
matvøruovurviðkvæmi.
Nógv fólk hava hoyfepur, men
tað eru ikki øll, sum vita tað. Við
hvørt verða sjúkueyðkennini av
ávikavist hoyfepuri og krími bland
að saman.
Sjúkueyðkennini av hoyfepuri
kunnu vera ymisk frá persóni til
person. Tað kann eisini vera ymiskt,
hvussu nógv hoyfepur órógvar
tann einstaka – og í hvussu langa
tíð eyðkennini plága.
Hjá nógvum hevur hoyfepur
eina keðiliga ávirkan á tað sosiala,
skúlan og á arbeiðslívið.
Men, sleppast kann undan hes
um, tí tey flestu, ið hava hoyfepur,
hava møguleika fyri at liva eitt
vanligt lív uttan stórar trupulleikar.
Hetta letur seg gera við røttu
viðgerðini og vitanini um sjúkuna.
Hvat er hoyfepur?
Hoyfepur, sum eisini verður nevnd
ur »allergisk rhinitis«, er tá tú
ert ovurviðkvæm/-ur fyri eitt nú
pollen (blómusáði) og kann tí verða
treytaður av árstíðini.
Tað eru nógv ymisk sløg av
pollen, men í Føroyum er tað gras-
pollen, sum serliga er orsøk til hoy
fepur hjá fólki.
Hoyfepur kann eisini standast
av innandura andelvi sum eitt
nú djórahárum, dustmottum ella
blámusoppi og kann tí geva sjúku
eyðkenni alt árið.
Sum nevnt, kann tað vera tor
ført at kenna mun á, nær talan er
um hoyfepur ella krím.
Men, sjúkueyðkenni av hoy
fepuri eru –
* Eyguni gerast reyð, og tú fært
skriða. Tað rennur úr eygunum,
sum eru viðkvæmari fyri ljósi,
og eygnalok og slímhinna í
eygunum hovna.
* Nøsin verður tipt, og tú kanst
fáa klárt nasaútflot. Tað skríðir
í nøsini, og tú nýsir ofta.
Er talan um krím og ikki hoyfepur,
verður nasaútflotið tjúkt, óklárt og
gult, og onkurtíð fylgir fepur við
kríminum. Tú nýsir bert av og á, og
eyðkennini vara sjáldan meira enn
eina viku.
Hvørji eru ráðini?
Heimasíðan www.apotek.fo hevur
nøkur góð ráð um, hvat tú kanst
gera – alt eftir, hvørjum tú er ovur
viðkvom ella ovurviðkvæmur fyri:
* Finn røttu heilivágsviðgerðina
júst til tín
* Lat onkran annan sláa
grasvøllin
* Sov ikki við opnum vindeyga
* Lat vindeygu aftur, tá nógv
grassáð er í luftini
* Brúka sólbrillur, tá tú er úti
* Vaska ella skola hárið, áðrenn
tú fert í song fyri at fáa pollen
úr hárinum
* Hav vindeygu aftur, tá tú
koyrir í bili
* Ikki heingja vaskiklæði út á
snór, tá nógv grassáð er í luftini
* Innrætta bústaðin væl og
brúka ikki teppir ella annað, ið
elvir til dust
* Dustsúgv ofta og ger javnan
reint
* Eingi pelsdjór
* Skola eyguni og nøsina við
isotoniskum saltvatni, um tú
hevur verið, har pollen er
Roykur ger verri
Lagt verður aftrat, at sjúkueyð
kennini kunnu gerast verri, um tú
eitt nú er, har tubbaksroykur er, os
frá stearinljósi, parfuma ella roykur
frá báli. Tí er skilagott ikki at útseta
seg fyri slíkum.
Á apotekunum í Føroyum eru
útbúgvin starvsfólk til reiðar at
kunna og hjálpa tær, um tú skuldi
havt fyrispurningar um hoyfepur
og viðgerð.
Hyggja vit eftir, hvat danska
apoteksverkið sigur, verður víst
á, at talið av fólki, sum seinastu
20 árini eru rakt av hoyfepuri, er
vorðið tvey ella trífaldað.
Mett verður, at millum 10 og 25
prosent av dønum í tíðarskeiðum
eru raktir av hoyfepuri.
Tað er eitt sindur meira vanligt,
at menn verða raktir enn kvinnur,
og tað er ofta í familjum, at hoy
fepur ger um seg. Líða bæði for
eldrini av hoyfepuri, er kjansurin
fyri, at børnini eisini fáa fortreð av
hesum eini 50 prosent – og 20-30
prosent, um annað av foreldrunum
líða av hoyfepuri.
Hevur tú astma, er kjansurin
fyri, at tú í tíðarskeiðum fært hoy
fepur, eini 60-80 prosent.
Øll kunnu fáa hoyfepur, men tað
eru serliga yngru fólk, sum líða av
hesum, og gjarna gongur fepurin
burtur, tá fólk eldast.
Kelda: www.apotek.fo/ www.apotek.dk
HEILSA
Fleiri og fleiri verða
rakt av hoyfepuri
Tað eru ráð móti hoyfepuri, og á apotekunum kring landið
eru fólk, sum eru før fyri at hjálpa tær, um tú hevur
fyrispurningar um hoyfepur og viðgerð móti hesum
Tú fært hoyfepur, tá tú ert
ovurviðkvæm/-ur
fyri eitt nú pollen – blómusáði
– og tí kann hoyfepur verða
treytaður av árstíðini
Talið av fólki,
sum seinastu 20
árini eru rakt av
hoyfepuri, er tvey
ella trífaldað
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000