Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen – Fyrstu afturmeldingarnar frá hesum gulbrúnu Sea- Eagle lemmunum eru heilt í topp. Betri kunnu tær neyv­ an vera. Tað sigur Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors, nú uppsjóvarskipið Finnur Fríði er til fiskiskap og roynir spildurnýggju lemmarnar, sum lemmavirkið í Vági hevur gjørt. Tað var hin 16. januar í ár, at felagið í Vági royndi tvey spildurnýggj model av trollemmum í royndartanga í Hirtshals. Talan var um eitt flótitrolsmodell – Sea- Eagle – og eitt model, sum er ein víðari útbygging av Sea- Hunter modellinum. Eftir royndirnar í Hirts­ hals var tað ein ovurfegin stjóri, sum vísti á, at úrslitini høvdu verið fantastisk. - Tað eru nógvar royndir umborð á trolara og ein kraftmikil vilji, sum hevur givið okkum óvæntað góðu úrslitini í dag. Nú hava vit knappliga tvey bein aftrat at standa á, segði Hans í Líðini. Stabilir í sjónum Nú Finnur Fríði er úti og roynir nýggju Sea- E a g l e lemmarnar, er tað eisini ein sera bjartskygdur stjóri, sum letur við seg koma. – Fyribils halda allar met­ingar, sum vit sóu í royndar­tanganum hin 16. januar. Hetta er spennandi. So, fáa vit at síggja, hvussu verður, tá lemmarnir eru royndir í nakrar dagar. Hans í Líðini vísir á, at nýggju lemmarnir spíla væl og standa ógvuliga stabilir í sjónum. – Lemmarnir fara væl frá borði, spíla alvorliga út undir skjóting og standa javnir og stabilir, tá svingað verður runt við 950 metrum úti av weiri. Ísjeklingin er mittasta av trimum framman og aft­ asta av fýra aftan. Sostatt er hetta næst minsti vinkul, sum vit kunnu geva teimum. Framtíðar trollemmur Stjórin á Rock Trawldoors er so bjartskygdur eftir hesar fyrstu royndirnar umborð á Finni Fríða, at hann væntar, at Sea-Eagle uttan iva verður framtíðar lemmurin hjá upp­ sjóvarflotanum. Sea-Eagle er føroysk fram­leiðsla – úr enda í ann­ an. vilmund@sosialurin.fo SEA-EAGLE LEMMARNIR ROYNAST VÆL Stjórin á Rock Trawldoors í Vági, Hans í Líðini, er so bjartskygdur eftir fyrstu royndirnar við nýggju Sea-Eagle lemmunum, at hann væntar, at hesir uttan iva verða framtíðin hjá uppsjóvarflotanum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað var tíðliga í mai, at frysti­ línuskipið Ågot byrj­aði at taka ímóti fiski frá grøn­ lendskum jollu­fiski­monn­um. Skipið liggur í Ilulisat, og í byrjanini var nógv­ur ísur, sum tarnaði útróð­rar­ monnum. Sum frá leið, minkaði ísurin nakað, og tað var nokso skjótt, at Ågot kundi taka ímóti fiski frá umleið 35 jollufiskimonnum um dagin. Frystu ferð, Ågot var inni í Ilulisat og landaði, høvdu teir 90 tons, meginparturin svartkalvi. Í endanum av seinastu viku vóru teir aftur inni og landaðu og høvdu somuleiðis 90 tons. – Vit liggja nú aftur út fyri Ilulisat. Tað hevur verið nógvur ísur, men tað er fín­ asta veður, segði skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, tá vit frættu úr Grønlandi leygar­ náttina. – Eftir at hava verið inni á landað á øðrum sinni, liggja vit nú aftur út fyri Ilulisat, sigur Hjaltur Poulsen, skipari Ågot landað 180 tons í Grønlandi Finnur Fríði roynir nú spildurnýggju lemmarnar, sum virkið í Vági hevur gjørt – Fyrstu afturmeldingarnar frá gulbrúnu Sea-Eagle lemmunum eru heilt í topp, sigur Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors Ågot fær fisk frá umleið 35 jollufiskimonnum um dagin