Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Nr. 195 - 13. oktober 2004 3 Ráðið fyri brekað Ráðið fyri brekað er nú sett av nýggj- um. Ráðið telur 6 limir umframt for- mannin, sum nú eitur Sólja í Ólavs- stovu Hans Pauli Strøm, landsstýrinsmaður, hevur sett Sólju í Ólavs- stovu sum nýggjan for- mann í ráðnum fyri brekað. Sólja, sum er útbúgvin cand. Jur, og sum hevur veriði leiðandi starvið í miðfyrisitingini í Grøn- landi í 15 ár, umframt at hon eisini hevur verið aðalstjóri í Almanna- málaráðnum, er ógvu- liga fegin um álitisstarv- ið sum formaður í ráðn- um fyri brekað, og hon gleðir seg at virka saman við hinum bý- ráðslimunum. Umframt Sólju í Ólavsstovu, eru í ráðnum fyri brekað, Marjun S. Olsen, Før- oya kommunufelag, Steinbjørn Jacobsen, Kommunuskipan Før- oya, Uni Rasmussen, MBF, Leila Solmunde, formaður í MBF og tí sjálvskrivað og Barbara á Tjaldrafløtti, umboð- andi Løgmansskriv- stovuna. Ráðið fyri brekað hevur millum annað til upp- gávu at geva landsstýr- inum ráð í øllum al- mennum málum av týdningi fyri viður- skiftini hjá brekaðum í Føroyum, og at geva al- mennum myndugleik- um ráð í málum, sum nema við livikor teirra brekaðu. Hetta skal ger- ast fyri at tryggja, at tað verður víst umhugsni til brekað í allari samfel- agsráðlegging. Ráðið kann eisini av eintingum seta fra, uppskot um til- tøk ella broytingar innan øki, ið viðvíkja brekað- um. eys Sigmundi Petersen til minnis 8. desember í ár hevði listamaðurin Sig- mund Petersen verðið 100 ár. Í tí sambandi er dóttir hansara, Bibi Sigmundsdóttir, farin at kanna, um grund- arlag er, fyri at geva eina bók út við máln- ingum hansara 100 ÁRA DAGUR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Nógv fólk hava heitt á meg, um at hava eina lista- framsýning, men tað havi eg ikki mót uppá, sigur Bibi. Í staðin ætlar hon sær at fáa fólk, sum eiga máln- ingar hjá pápanum, Sig- mundi Petersen, at avfoto- grafera teir, og senda henni myndirnar. – Tað hevði verið deiligt, um fólk vildu sent hesi foto- grafi til mín. Pápi málaði heilt frá tí, hann var smá- drongur og til hann doyði sum 70 ára gamal. Tí er ógvuliga nógv tilfar. Og eg hevði gott kunnað hugsað mær at savnað tað í eina bók, sum frá líður, greiðir Bibi frá. Hóast Sigmund Petersen bæði gjørdi pastellmyndir, relief, skulpturar og skitsur, so er Bibi í fyrstu atløgu bert áhugað í málningun- um; hitt hevur ongan áhuga enn, sigur hon. – Fleiri av málningum hansara eru ikki signeraðir, og um fólk tí ivast um tað er ein av hansara málningum, so kann eg altíð koma út at hyggja, sigur Bibi, sum eisini bjóðar seg til at koma út at fotografera málningar- nar, um fólk ikki sjálvi hætta sær. – Tað einasta, eg ynski, er, at fólk taka eina mynd av málninginum, senda mær hana við postinum til Bibi Sigmundsdóttir, Niels Finsensgøta 38, Tórshavn. Tey mugu endiliga minnast til at viðmerkja hvør eigur málningin, og nær hann er frá, á baksíðuna á myndini. Myndin má sendast við postinum, tí eg dugi ikki at manerera við teldur, sigur Bibi at enda flennandi. Bibi Sigmundsdóttir sæst her við eini mynd av pápanum, Sig- mundi Petersen. Bibi heitir nú á fólk, ið eiga málningar hjá honum, um at avmynda teir, og senda myndirnar til hennara. Mynd: Maria Olsen Skipafelag- ið Føroyar økir um virksemið Skipafelagið Føroyar fer í næstum at lata eina deild upp afturat. Hetta verður tó ikki her heima á klettunum, men í Stórabretlandi. Hetta verður gjørt fyri at bøta um tænastuna til inn- og útflytararnar. Skipafelagið Føroyar hevur nevnliga eina miðvísa ætlan um at hækka tænastustøðið enn meira, og hetta verður ein liður í hesi ætlan. Á Skipafelagnum siga teir, at Stórabretland er næststørsta keyparaland av føroyskum vørum, umframt at fitt av góðsi verður innflutt úr Stóra- bretlandi til Føroya. Við at hava egið fólk á staðnum, metir Skipa- felagið Føroyar, at teir betur kunnu avgreiða ymsu málini í sambandi við flutningin til og úr Stórabretlandi. –eys– Allarflestu børn í Føroyum munnu kenna søguna um fólk og dólgar í Kar- damummubýnum. Nú verður eisini møguleiki at síggja leikin á palli, tí Havn- ar Sjónleikarafelag hevur í einar tveir mánaðar arbeitt við leikinum, sum ætl- andi verður sýndur síðst í oktober SJÓNLEIKUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Leikurin um Karda- mummubýin hevur fyrr verið at sæð í Sjónleikar- húsinum í Havn. Tað var í 1987. Nú, 17 ár seinni, er leikurin tikin framaftur, og ætlandi verður hann at síggja síðst í hesum mánað- inum. Tey í sjónleikarafelagn- um siga, at søgan um Kar- damummubýin er ein klassikari, sum væl tolur at verða sýndur fleiri ferðir. – Tað eru nú 17 ár, síðani hann seinast varð sýndur, og tey, sum tá vóru børn, hava kanska sjálvi fingið børn í dag. Søgan er so mikið góð og kend, at vit halda, at tey børnini, sum eru fødd síðani seinastu sýning, eisini skulu sleppa at hyggja at honum. Søgurnar hjá Thorbjørn Egner eru so mikið nógv lisnar, at tað ger einki um tær koma fram aftur sum sjónleikur eisini, siga tey í Sjónleikarhúsinum. Stórur áhugi Leikararnir eru eitt blandað lið av vaksnum og børnum, royndum og óroyndum sjónleikarum. Eini 30 leikarar eru tilsamans. Enn er tó ikki fastsett hvussu nógvar sýningarnar verða í tali. – Tað veldst um áhugan. Higartil hava vit mett eini 10-15 sýningar. Men taka vit leikin um Pippi, so vóru 55 sýningar av honum, og Pinocchio var framførdur 33 ferðir, tí áhugin var so stór- ur. Tað er veruliga stórur áhugi fyri barnaleiki í Før- oyum, so vit fáa at síggja hvussu tað verður, siga tey á Sjónleikarhúsinum. Tey siga, at tað er so óalmindiliga stuttligt at spæla fyri børnum. Børnini gerast ein partur av leikin- um á ein heilt annan hátt enn tey vaksnu gera, tí tey liva seg so nógv inn í leikin. At tey valdu at fara undir at seta leikin uppaftur, var sostatt eisini fyri at geva børnunum eina øðrvísi uppliving. – Vit vilja gjarna vísa børnunum, at tað eru onnur ting í lívinum enn sjón- varpið, staðfesta tey í sjón- leikarafelagnum at enda. Tað er Elin á Rógvu, ið leikstjórnar leikinum. Kardamummubýurin aftur á pall Gamla Sjónleikarahúsið í Havn verður nú aftur karmur um ein barnaleik. Talan er um »Kardamummubýin«, sum ætlandi verður frumsýndur síðst í oktober Savnsmynd – men vinnulívið má taka stigið og fáa vinnuligt samstarv í lag VITJAN Jan Müller Hóast uppgávurnar eru mangar heima í Føroyum, so vísir Jóannes Eides- gaard, løgmaður ikki aftur tankanum um, at hann sum Føroya løgmaður kann vera við á vinnuferðum í útland- inum, sum hava til uppgávu at fáa føroyskum fyritøkum og vørum innivist á fremm- andum marknaðum sum eitt nú tí japanska. Mánadagin hevði løg- maður vitjan av japanska sendiharranum í Danmark, Gotaro Ogawa og 1. Skriv- aranum Hajime Matsu- mura. Eftir fundin duldi løgmaður ikki fyri, at hann sjálvur, um ynski er um tað, kann vera við til saman við vinnulívinum her heima at fara út um landoddarnar og marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur. Men hann heldur, at ein fortreyt fyri hesum er tann, at tað fyrst og fremst er vinnulívið sjálvt, sum tekur stigið til samstarv og hand- ilslig tiltøk. Er tað so tørvur á at fáa stuðul frá tí polit- isku skipanini eitt nú løg- mannsembætinum til at fáa veruliga gongd á nýggj markanaðrlig átøk, so fer hann ikki at vísa tí aftur. Tað hevur annars staðið føroyskum vinnulívi í boði at fara við til Japans saman við eini danskari sendi- nevnd, har sjálv Margaretha drotning er við sum flagg- berari. Men tað hevur ikki víst seg at vera áhugi fyri hesum frá føroyskari síðu. Jóannes Eidesgaard held- ur tó, at er vinnulívið í Før- oyum sjálvt sinnað til at fara út í verð við tí fyri eyg- að at selja føroyskar vørur, so vil hann fegin stuðla undir tí. Tað er so eisini í tráð við royndirnar hjá landsstyrinum og her ser- liga løgmansembætinum at gera Føroyar meira sjón- ligar á útlendska pallinum. At tað so eisini vísir seg aftur á tí vinnuliga økinum heldur løgmaður vera heilt náttúrligt. Annars sigur hann, at samrøðurnar millum hann og japanska sendiharran vóru sera áhugaverdar. Teir tosaðu um fiskivinnusam- starv men komu eisini inn á annað samstarv eitt nú á ferðavinnuøkinum. – Eg segði sendiharranum, at vit høvdu fegin viljað sæð fleiri japanesarar á vitjan í Føroyum. Hann helt fyri, at her er ein møguleiki, men so mugu vit eisini til at markanðarføra okkum betri, tvs. at leggja okkum á somu kós sum íslendingar, sum hava dugað sera væl at marknaðarføra ávís ting í Íslandi so sum fiskitúrar ol. Løgmaður heldur annars, at vit eiga at vísa fremm- andum sendiharrum virð- ing og vísa teimum okkara land og tað vit hava at bjóða uppá. Vit eiga so eisini at brúka høvið til at fregnast um, hvørjir samstarvs- møguleikar er við lond teirra, og hetta var tí eisini eitt av málunum, sum løg- maður viðgjørdi á fundin- um við japanska sendiharr- an í Tinganesi mánadagin. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at politiskt er man sera opin fyri nýggjum sam- starvsmøguleikum við eitt nú Japan og heldur hann tað eisini er sera umráð- andi, at vinnan sjálv meldar út við tí, sum hon hevur áhuga fyri. Løgmaður vísir á, at vit selja í dag eitt nú síl og rækjur til Japan og eiga vit at royna at fáa tollforðingar so langt niður sum til ber. Japan er annars ikki kent fyri at hava fríhandilsavtal- ur við onnur lond. Men jap- anski sendiharrin metti, at tað ikki var ómøguligt at fáa avtalur fyri einstakar vørur. Tosað varð eisini um, at Føroyar og Japan sum fiskivinnutjóðir eru samdar í fleiri málum, eitt nú tá tað kemur til hval. Løgmaður undirstrikaði á fundinum týdningin, at føroyingar kunnu halda fast um rættin at gagnnýta tilfeingi í hav- inum, soleingi vit kunnu prógva, at vit gera tað á burðadyggan hátt. Løg- maður vísti her til grinda- hvalin, har hetta ikki er nakar trupulleiki og har við hava væl dokumenterað hagtøl. Løgmaður nevndi eisini møguleikan fyri at kunna keypa tvøst. Eisini ferðavinnan fylti nógv á fundinum. Løgmað- ur helt fyri, at tað hevði verið hugaligt at fingið fleiri japanarar henda veg- in, nú teir vitja grannalond- ini sum Ísland og Noreg. Her vísti sendiharrin á, at tað hevur týdning fyri teir, at vit hava nakað serligt at bjóða og at vit megna at sjónliggera Føroyar sum ferðamannaland við at vísa á eitt nú okkara ríka fugla- lív, tað at man kann fara á flot etc. Eisini gransking innan biotøkni hevði jap- anskan áhuga, har m.a. gongd er komin á eina royndarætlan á Eiði. Góður fundur – Samanumtikið so var hetta ein góður fundur. Hann vísti, at japanarar eru sera málbevístir og leggja stóran dent á kvalitet. Teir eru krittiskir á fiskivinnuøkin- um, men fáa teir tað teir biðja um, so eru teir eisini til reiðar at gjalda fyri tað. At Japan er eitt áhugavert land vísir m.a. tann sannroynd, at Ísland hevur latið upp sendistovu í Tokio. Løgmaður heldur annars, at føroyingar eiga at vera meira offensivir, tá talan er um at vinna sær marknaðir og vísir í hesum sambandi á, at ein sendinevnd úr Dan- mark og Grønlandi við drotningini á odda í novem- ber fer til Japan og har okk- um eisini stóð í boði at vera við, men áhugin var so ikki til steðar. – Vit eiga at kaða úteftir og ikki blíva við at hyggja inneftir í seg sjálvan. Vit eiga so at umhugsa, um vit ikki sjálvi kunnu senda slíkar sendinevndir til onnur lond, og her er so eisini ein møguleiki at eitt nú løgmaður kann vera við, men tað er ein fyritreyt, at tað er áhugin frá vinnuni sjálvari, sum má vera ígongdsetarin. Hyggja vit eftir íslendarunum síggja vit, at teir dríva á og leggja seg eftir at fáa kvalitetsvør- ur út til marknaðirnar. Hetta við hópframleiðslu og tað sum lágkostnaðarlondini kunnu gera bílgari enn vit, tað skulu vit gloyma alt um. Tað er annað vit skulu satsa uppá í dag. Jóannes Eidesgaard, løgmaður: Vil fegin vera við til at menna samstarv Herálvur Joensen, aðalstjóri tók ímóti sendiharranum og 1. skrivaranum, í Fiskimálaráðnum Mynd Maria Olsen Jóannes Eidesgaard og japanski sendiharrin í Danmark, Gotaro Ogawa Mynd Maria Olsen C M Y K 3 2