mikudagur 7. juni 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juni 2017 · Nr. 65
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum tað varð rokn
að við, tá ið ellivta umfar var
á skránni fríggjakvøldið og
hvítusunnuaftan.
Favorittarnir fingu fult í
øllum fimm førunum. Mest
tankavekjandi mundi tað
vera, at ÍF datt púrasta sam
an ímóti Suðringum.
– Fyrra hálvleik gekk væl,
og vit avráddu í steðginum,
at vit skuldu halda fram. Teir
skoraðu beinanvegin, og so
gekk, sum tað ofta ger, tá ið
mótgongdin rakar, og sjálvs
álitið er lítið. Vit duttu heilt
saman, og nú ræður um at
byggja liðið uppaftur, sigur
ÍF venjarin Jákup Mikkelsen.
4-0 var størsti sigur yvir
høvur hjá nýggja samansetta
liðnum í Suðuroy. Eftir fimm
tap á rað var talan um upp
reisn. Suðringar lyftu eg
fram á fimta plássið, og mál
munurin er positivur.
21 ára gamli Búi Egilsson
hevur verið millum teir eyð
sýndastu á liðnum hjá suðr
ingum, og hvítusunnuaftan
gjørdi hann av álvara bart.
Fyri fyrstu ferð skoraði hann
hattrikk í bestu deildini.
– Búi vísir framúr hug
burð. Hann arbeiðir alla tíð
ina, og málini hjá honum
vóru góð, sigur Jón Krosslá
Poulsen, sum við fínum lang
skoti skoraði eitt av málun
um.
Hjá Suðringum var tað
hugaligt, at Salmundur Bech
eftir langan skaðasteðg nú er
so væl fyri, at hann var førur
at spæla eina løtu í seinna
hálvleiki. Hann avloysti Poul
Ingason, sum hesaferð var í
álopinum.
Klæmint koyrir á
Hjá NSÍ var tað avgreiðslu
spurningur
við
Margáir.
Teir báðir lyklaspælararnir,
Klæmint A. Olsen og Árni
Frederiksberg, skoraðu mál
ini. Klæmint skoraði tvey
mál í fyrra hálvleiki, og eftir
steðgin umsetti Árni brots
spark til mál.
– Hesi bæði málini var
ikki so torført at skora. Í
øðrum førinum var tað eftir
innlegg, og í hinum førinum
var eg fyrstur á returbólti,
eftir at Trygvi Askham hevði
hálvbjargað, sigur Klæmint
A. Olsen.
Í EB/Streymi iðraðu teir
seg um, at tað eftir ein tíma
eydnaðist NSÍ at skora triðja
málið.
– Í steðginum avráddu vit
at vera tættari í verjupartin
um og at pressa teir meiri, og
tað eydnaðist fyrstu løtuna
eftir steðgin, tá ið vit vóru
væl við, men so skoraðu teir
triðja málið og harvið var
alt avgjørt, staðfestir EB/
Streyma veteranurin Sjúrð
ur Jacobsen.
Fýra ár á rað hevur Klæm
int A. Olsen verið toppskjútti.
Tað er hann eisini í ár.
Nógvu málini bera við
sær, at tað ikki er so langt
fram til metið í at skjóta mál.
Samantaldur toppskjútti er
B36
venjarin
Jákup á Borg. Hann er
skrásettur fyri at hava skor
að 153 mál í landskappingini.
Honum næstur er John Pet
ersen, sum hevur skorað 147
mál.
Higartil hevur Klæmint A.
Olsen skorað 142 mál í lands
kappingini.
Jákup á Borg og John Pet
ersen spældu nógvar lands
dystir.
Jákup umboðaði Føroyar
61 ferðir, og hann skoraði
tvey mál. John Petersen um
boðaði Føroyar 57 ferðir, og
hann skoraði seks mál.
Klæmint A. Olsen hevur
verið átta ferðir á landslið
num. Hann hevur ongantíð
spælt ein landsdyst á tamb.
Fimm ferðir er hann skiftur
inn, og tríggjar ferðir er hann
skiftur út. Klæmint hevur
i k k i
e n n
skorað
á
landsliðnum.
Seinnu árini hevur Jóan
Símun Edmundsson fyri tað
mesta verið fremsti maður.
Fríggjadagin verður hann
leikbannaður ímóti Sveis.
Spurningurin er so, um tað
fer at bera við sær, at topp
skjúttin í landskappingini
fer at fáa størri leiklut. Hann
kappast við Finn Justinus
sen, Páll A. Klettskarð og
Patrik Johannesen, sum er
spildurnýggjur á landslið
num.
Tað gongur
akkurát hjá KÍ
Fríggjakvøldið vóru Páll A.
Klettskarð og KÍ á Tórsvølli,
har Skála átti heimavøll. Tá
ið átta minuttir vóru farnir,
var KÍ frammanfyri 2-0, og
harvið var lagt upp til stór
sigur. Tá ið bríkslað varð fyri
síðstu ferð, vísti talvan 2-1 til
KÍ.
KÍ er topplið, og klaksvík
ingar hava framvegis ikki
tapt. Hetta var fjórði sigurin
á rað við einum máli.
– Vit hugsa ikki so nógv
um stigatalvuna, men vit arb
eiða fyri at vera ovastir, tá ið
kappingin er av, sigur Ólav
ur Niclasen, sum aftur ímóti
Skála avloysti Ísak Simonsen
á vinstra vongverja tíðliga í
seinna hálvleiki.
Skálamenn iðraðu seg:
– Tað var øgiliga tungt,
at vit fingu tvey mál ímóti
okkum beinanvegin. Eftir
stórtapið í Gøtu kundi verið
væntandi, at vit fóru at detta
saman ímóti KÍ, men soleiðis
varð tað tíbetur ikki. Vit
stóðu saman, og avrikið var
góðtikið, sigur Skála liðfor
maðurin Pætur Dam Jacob
sen.
Fýrverk í Gundadali
Tað var undirhald fyri allar
pengarnar í Gundadali, har
meistararnir í Víkingi vunnu
5-3 ímóti B36, sum nú er tólv
stig frá oddasessinum.
– Vit løgdu væl fyri, og
vit løgdu okkum framum
við tveimum. Teir javnaðu
undan steðginum, men eftir
steðgin vóru vit oman á aft
ur, hóast B36 vísti gott spæl,
sigur vinstri vongverjin hjá
Víkingi Hanus Jacobsen.
Fýra minuttir undan leik
loki staðfesti hann sigurin.
Um rætt skal vera rætt, so
átti Hanus Jacobsen eisini
at
verið
skrásettur
fyri
fjórða Víkinga málið. Ade
shina Lawal royndi seg,
og bólturin tók í Hanus
Jacobsen og broytti kós, so
Tórður Thomsen í B36 mál
inum varð snýttur. Lawal
varð skrásettur fyri málið.
Upptøkurnar vísa, at bóltur
in neyvan hevði farið í málið,
um hann ikki tók í Hanus og
broytti kós.
Í B36 fegnast teir um, at
fleiri ungir spælarar verða
Spurningurin er, um 26 ára gamli toppskjúttin nú fer at fáa størri
leiklut á landsliðnum, enn hann higartil hevur havt
ÍTRÓTTUR
11. umafar:
KLÆMINT
NÆRKAST
METINUM