Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 5. JUNI 2017 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hin 28. februar í 2009 var ein sørvingur fyri ein­ ari skelkandi hending á Nørrebro. Hann var stak heppin at sleppa livandi burtur úr álopinum. Jens Petur Weihe og vinmapur hansara, Søren, høvdu gjørt av at fara á eina konsert á Nørre­bro. Eftir konsertina var ætlanin at fara ein túr í býín á eitt pláss, sum lá nærhendis. Um kvøldið kom vinmaðurin eftir Jens Peturi. Hann ivaðist í at fara, men teir hildu, at tá ið klokk­an var ikki meira enn átta, so skuldi ikki ver­ið so vandafult, og tí fóru teir. Jens Petur sat við GPS-aranum í hondini og stillaði hann inn, har teir skuldi fara til. GPS-arin vvísti, at teir skuldu koyra inn á Blågårdsplads. Bara navn­ ið fekk tankarnar í gongd, tí hetta er eitt til­ tik­ið stað, har tann sonevndi Blågårdsbanden held­ur til. Koyrt varð gjøgnum gøtuna og víðari til eina aðra gøtu, har teir steðgaðu á fyri at finna eitt parkeringspláss. Jens Petur sum sat við GPS'aranum, hevði ongantíð verið har áður. Við eitt koma tveir menn súkklandi aftan fyri teir. Ein steðgar á við síðunia av bilinum, meðan hin súkklar eitt pretti fram um bilin, steðgar á og hyggur at teimum. Jens Petur leggur merki til at­burð teirra og skilir, at okkurt ófrættakent er í væntu. Hann biður tí Søren skunda sær at koyra. Hann so ger og setur ferð á. Ikki hvdu teir koyrt meira enn 20-30 metrar, nú hoyra teir seks skot, og Jens Petur varnast, at hann er raktur í ryggin. Hann gjørdist beinanvegin greiður yvir, at har var heilt galið, tí trýstið á ryggin var so fast. hann hugdi fyrst niður á búkin, men har var einki at síggja. Síaðni tók hann hondina afturum, og kundi hann tá stingja fingurin inn í eitt hol ov­ ar­liga á bakinum. Tá gjørdist hann greiður yvir, at tað stóð ikki væl til. Tað fyrsta hann hugsað um var, hvussu mamm­an, pápin og famijan annars mundi far at taka tað, tá tey fingu hetta at vita. Jens Petur merkti kortini, at hann kundi flyta bein­ini. Tað gav honum mót, og hann segði við seg sjávlan. So er ryggurin ikki skaddur. Hjartað hava teir ikki rakt, tí so hevði eg verið deyður Held­ur ikki høvdið, tí so hevði eg eisini verið deyð­ur. Vinmaðurin, Søren, var ikki greiður yvir, hvat var hent. Jens Petur bað hann koyra so skjótt, hann kudi til Ríkisskjúkrahúsið. Men tað gingu bara tveir minuttir, so kendi Jens Petur, at hann viknaði. Søren gjørdi skjótt av. Fyri at koma gjøgn­um ferðsluna, varð hann í støðum noyddur at koyra upp á gongubreytina. Men Søren visti ikki hvønn veg, hann skuldi koyra. Jens Petur visti, at á Tagensvej skuldi teir koyra til høgru. Men tá var hann so fjarur, at hann hómaði bara skelt­ið. Hann bað vinmannin snara til høgru, og hevði tá næstan mist vitið. Tað seinasta, hann minn­ist, meðan teir kyordu, var Ríkissjúkrahúsið. Har var hann settur í koyristól og síðani lagdur á eitt borð. Øll klæðini vórðu klipt av kroppinum. Í brot­ um hoyrdi hann læknarnar tosa um, at skaðin var álvarsamur, at hann mátti fáa blóð, og at ein ser­lækni mátti koma. Nálir vóru settar í hann, og síðani varð hann lagdur í narkosu. Jens Petur føldi nú ótta á sær. Tað kendist, sum at hetta fór at verða hansara seinasta stund. Hann mintist, at hann spurdi narkosusjúkrarøktarfrøðingin: Klári hett hetta? – Tú ert í góðum hondum, svaraði hon. SKOTIN gjøgnum kroppin av brotsmonnum 2009: – Vit høvdu ikki koyrt meira enn 20-30 metrar, nú hoyra vit seks skot, og eg varnist, at eg verði raktur í bakið Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir VI«, 2011, sum fæst í bókahandlum kring landið.