mikudagur 13. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 195 - 13. oktober 2004
Nr. 195 - 13. oktober 2004
5
Leikarar úr Vokskabinettinum
Strandferðslan sendir fólk til hús
Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag er í farið í
gongd við at venja ein
leik til heystið. Ar-
beiðsheitið er Ansa
mær eftir Amaliu, og
hevur felagið fingið
fleiri av teimum eldru
leikarunum fram
aftur
SJÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Í hesum døgum venja leik-
arar hjá Klaksvíkar Sjón-
leikarafelag dúgliga nýggja
leikin, sum felagið hevur
sett sær fyri at framføra
hetta heystið. Fleiri av leik-
arunum hava ofta staðið á
palli fyrr fyri sjónleikara-
felagið, men tað er nakað
síðani.
Millum
annað
verða
leikarar sum Ólavur Klakk,
Eliesar í Pálsstovu, Jógvan
Brim Joensen og Suni
Samuelsen aftur at síggja á
pallinum til hendan leikin.
– So sigast kann, at
felagið av sonnum hevur
verið í Vokskabinettinum
eftir leikarum, sigur Rudolf
Joensen, sum tekur sær av
PR arbeiðinum í sambandi
við leikin.
19 leikarar eru við, so
talan er um ein stóran leik.
Og sum norðoyingum dám-
ar best, er hetta somuleiðis
ein skemtileikur.
Venja úti
Felagið hevur vant leikin í
hølunum hjá Føroya Bjór
inntil í gjár. Hetta kemst av,
at biografur er í Atlantis
fleiri kvøld um vikuna, og
tá slepst ikki upp á pallin.
Men komandi tvær vikur-
nar verður bert ein filmsýn-
ing um kvøldið, og verður
seinasta hondin løgd á
venjingarnar á pallinum í
Atlantis.
Georges Feydave hevur
skrivað leikin, og er hetta
ikki fyrstu ferð, at felagið
spælir ein leik hjá honum. Í
1992 spældu tey skemti-
leikin, Loppuskriði. Tann
leikurin var sera vælum-
tóktur kring alt landið.
Stílurin hjá Feydave er
eitt sindur øðrvísi enn í
farsunum, sum felagið eis-
ini hevur spælt eina ør-
grynnu av. Talan er um
stuttar og skjótar replikkir,
har timing er alt.
Tað er kanska ikki so
løgið, at Feydave dugdi væl
timing, tá hugsað verður
um, at maðurin var stødd-
frøðingur.
Egi Dam leikstjórnar, og
hevur hann somuleiðis eis-
ini týtt leikin sjálvur. Leik-
urin hevur frumframførslu
23. oktober.
Leiðslan á Strandfar-
arskipum Landsins
hevur gjørt av at
senda fýra fólk til
hús. Sambært fíggj-
arlógini skal stovnur-
in spara 830.000
krónur í lønum kom-
andi ár, og hetta er
høvuðsorsøkin til
uppsagnirnar
UPPSAGNIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Leiðslan á Strandfaraskip-
um Landsins boðaði í tíð-
indaskrivi týsmorgunin, at
stovnurin fer at niðurleggja
fýra størv í samband við
áløgdu
sparingarnar
í
Fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2005.
Stjórin á Strandfaraskip-
um Landsins, Kristian Dav-
idsen, sigur, at stovnurin
hevur fingið boð um at
spara 830.000 í lønarkarm-
inum fyri starvsfólk á landi
komandi ár.
– Vit eru tíverri noydd at
niðurleggja 4 størv í fyrisit-
ingini. Tvey starvsfólk hava
fingið boð um, at tey eru
søgd úr starvi, og tvey størv
verður niðurløgd av nátur-
ligum áðum, sigur ein
harmur Kristian Davidsen.
Náturligu uppsagnirnar,
sum Kristian Davidsen
sipar til, stava frá størvum,
sum ætlanin ikki er at end-
urseta. Eitt starvsfólk hjá
Strandfararskipum Lands-
ins fór fyri stuttum fór úr
starvi, og eingin nýggjur
verður settur í hetta starv.
Komandi ár fer eitt av
starvsfólkunum á pensjón,
og heldur ikki hetta starv er
ætlanin at endurseta
Tillagingar
Spurdur, hvørjar avleiðing-
ar tað hevur fyri Strand-
faraskip Landsins, at fýra
fólk í fyrisitingini ikki
longur
verða
millum
starvsfólkini á stovninum,
svarar Kristian Davidsen, at
stovnurin verður noyddur
tillaga seg til nýggju um-
støðurnar.
– Uppsagnirnar merkja,
at vit verða noydd at gera
tillagingar í mannagongd-
unum. Vit mugu nú liva
uttan hesi starvsfólk, og tí
mugu uppgávurnar hjá hes-
um fólk gerast øðrvísi í
framtíðini, greiðir Kristian
Davidsen á.
Leiðslan á Strandfara-
skipum Landsins hevur lagt
eitt uppskot til hoyringar til
starvsfólkið um, hvussu
hesar tillagingar skulu ger-
ast, og nú skal uppskotið
viðgerast millum starvs-
fólkini
Hvussu kemur tað at
ávirka tænastuna hjá borg-
aranum, at fýra fólk færra
vera í fyrisitingini hjá
Strandfaraskipum Landsins?
– Tað er nærum ómøgu-
ligt at siga longu nú, hvør
avleiðingin verður, men
møguliga kemur tað at
ávirka svartíðina hjá okk-
um, svarar Kristian David-
sen.
Leygarkvøldið 23. oktober
verður frumframførsla í
Atlantis av skemtileikinum
Ansa mær eftir Amaliu
MÓTTØKA
Herfyri varð móttøka í
Müllers pakkhúsi í Havn í
sambandi við at tvey tey
fyrstu bindini um søguna
hjá Havnini eru komin út.
Formaðurin í Mentamála-
nevndini hjá býráðnum,
Heðin Mortensen fegnaðist
um bókaverkið og beyð
øllum hjartalgia vælkomin
í Múllers pakkhús. Hann
segði víðari:
– Fyri Tórshavnar býráð
skal eg ynskja høvundun-
um – Kára Jespersen og
Jens Paula Nolsøe – hjarta-
liga til lukku við stórfingna
bókaverkinum um Havnar
søgu, sum í dag verður lagt
fram her í saltkjallaranum í
Müllers pakkhúsi.
Talan er um fyrstu tvey
bindini, ið røkka frá land-
námstíðini til 1816. Og vit
kunnu alt fyri eitt staðfesta,
at tað er eitt valaverk, ið
verður lagt fram.
Eg skal eisini nýta hetta
høvi at takka tykkum, sum
hava lagt til rættis eina
fjølbroytta og áhugaverda
framsýning í sambandi við
bókaútgávuna.
Sum formaður í menta-
málanevnd Tórshavnar bý-
ráðs fegnist eg um, at
Müllers pakkhús er karmur
um hesa bókaútgávu og
framsýning, og ikki er tað
sørt, at eg eri glaður og
frøist um, at vit í sínari tíð
tóku avgerð um at varðveita
og gera í stand hetta søgu-
liga hús, ið sum frá líður,
kemur at standa sum eitt
virðiligt og prýðiligt minni
um eina farna tíð.
Hóskiligari umhvørvi um
hesa bókaútgávu og fram-
sýning finst valla í býnum,
- her andar av søgu og
mentan.
At fáa skrivað Havnar
søgu hevur leingi verið
ynski hjá býráðnum, og við
árunum eru komnar fleiri
bøkur, sum lýsa partar av
hesi søgu. Tað veri seg
minningarrit um persónar,
fyritøkur, feløg og felags-
skapir, siðsøgulig verk,
skaldsøgur og endurminn-
ingar umframt bøkur, ið
lýsa tilburðir, hendingar og
broytingar í býnum. Alt
munagóð klípi í varðan at
varðveita partar av søguliga
og mentanarliga virksemin-
um í Havn.
Men
eitt
fullfíggjað
bókaverk um Havnar søgu
hava vit saknað.
Í álitinum um mentan og
list í Tórshavnar kommunu,
ið ein arbeiðsbólkur, settur
av Tórshavnar býráð, lat úr
hondum fyri sløkum 4
árum síðani, verður mælt
til, at býráðið letur upp í
hendurnar á kønum fólki at
skriva Havnar søgu frá
landnámi til okkara dagar.
Og tað var hesum tilmæli
mentamálanevndin fylgdi,
tá ið heitt var á Annfinn í
Skála, Jógvan Arge, Andras
Mortensen, Bárð Jákups-
son og Gunnar Hoydal at
gera eina ætlan fyri ar-
beiðið.
Ritstjóranevndin vendi
sær til søgufrøðingarnar
Kára Jespersen og Jens
Paula Nolsøe, og fekk teir
áhugaðar at taka á seg upp-
gávuna.
Vit vistu væl, at tað er
ikki løtuverk at skriva eina
fullfíggjaða Havnar søgu.
Tí hava vit roynt at givið
høvundunum
so
góðar
arbeiðsumstøður sum gjør-
ligt. Teir hava havt farloyvi
sum lærarar í Hoydølum
fyri at arbeiða burturav við
útgávuni, alt fyri at hug-
savna seg um at skriva og
granska í skrivligum keld-
um og bókmentum um
Havnina.
Og nú fyrsti partur av
bókarøðini sær dagsins
ljós, fegnast vit um hetta
stórsligna verk, ið eg veit
fer at verða ein fongur hjá
øllum søguhugaðum fólki í
landinum, tí Jens Pauli og
Kári hava m.a. funnið fram
nógv forvitnisligt skjala- og
myndatilfar - kort, tekn-
ingar, skitsur og annað,
sum vit ikki áður hava sæð.
Fyri Tórshavnar býráð
skal eg nýta hetta høvi at
takka tykkum øllum fyri
dygdargott arbeiði.
Fyrst og fremst høvund-
unum, Jens Paula Nolsøe
og Kára Jespersen. Rit-
stjóranevndini fyri teirra
leiklut í hesum arbeiði.
Jákupi Simonsen deildar-
leiðara og Bókadeild Før-
oya Lærarafelags, ið stend-
ur fyri útgávuni. Prent-list-
arliga arbeiði hava Repro-Z
og Ingi Joensen gjørt.
Eg takki starvsfólki á
Føroya Fornminnissavni,
Tórshavnar Býarsavni, Jón-
hild Johannessen og Deko-
stovuni fyri áhugaverdu
framsýningina í sambandi
við bókaútgávuna. Tað
skuldi undrað meg, um ikki
nógv fólk fer at vitja Müll-
ers pakkhús komandi dag-
arnar.
Takk øll tit mongu, sum á
einhvønn hátt hava dugnað
útgávuni og framsýningini.
Lat meg enda við at siga,
at tað skal verða mín vón,
at væl verður tikið ímóti
fyrstu tveimum bindunum,
og at ikki verður helmað í,
fyrr enn málið at fullføra
verkætlanina er rokkið tí,
sum tað so mangan er sagt:
fyri at skilja nútíðina, er
neyðugt at kenna fortíðina.
Eg ivist ikki í, at nógv
forvitnisligt er og fer at
koma undan kavi segði
Heðin Mortensen, formað-
ur í mentunarnevndini.
Vala bókaverk um Havnina
Myndirnar eru frá
móttøkuni í Müllers
pakkhúsi, tá fyrstu
bindini av Havnar-
søguni komu út
Myndir Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
5
4