mikudagur 7. juni 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 5. JUNI 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
....
Kúlan var farin gjøgnum bilin aftanfyri, síðani
gjøgnum baksetrið, fram gjøgnum framsetrið
og gjøgnum ryggin. Síðani var hon strokin eftir
øðrum lunganum, rakt endan á brisinum, sett
tvey hol á magan og var steðgað frammi í búk
vegginum, so at hon mátti verða skorin útaftur
frammanfyri á búkinum. Talan var um eina
níggju millimetur dumm dumm kúlu. Hon virkar
soleiðis, at holið inn í kropppin kann vera lítið,
men hon flatnar, tá ið hon rakar. Hann fekk at
vita, at enn sótu nakrir bitlar í kroppinum, sum
ikki bar til at reinsaa burtur.
Tí var holið eftir kúluni, ið var til støddar sum
ein fimmkróna, ikki seymað aftur, men lá opið,
fyri at tað kundi reinsast. Læknarnir høvdu eisini
verið noyddir at taka eitt petti av brisinum. Teir
vóru bjartskydågdir um støðuna, men tordu ikki
at siga naka við vissu.
Jens Petur var undir støðugum eftirliti av
læknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Tríggjar
tímar seinni varð roynt at taka lungamaskuna
burtur. Tað lætnaði, tí nú fekk hann eina masku
í staðin. Men tað kendist sum kroppurin var
deyður, hann føldi einki. Tey vildu hava hann
at hosta fyri at fyribyrja lungnabruna, men tað
var næstan ógjørligt, tí hann orkaði ikki. Hann
fekk at vita, at hann mátti einki eta í minst fimm
dagar. Vattpinnar vórðu nýtti at væta tunguna
og varrarnar við. Hetta varð gjørt, fyri at magin
skuldi fáa frið at grøða aftur. Hann kendi ikki til
svongd, ikki so mikið sum einari sigarett mung
aði hann eftir.
Seinni komu foreldrini niður. Ikki var stuttligt
hjá teimum at skul vitja sonin undir slíkum um
støðum. Men Jens Petur kundi so einki gera við
tað, sum hent var. Hann og vinmaðurin vóru
farnir til eina konsert í frið og náðum uttan ann
að í tonkum.
Síaðni varð hann avhoyrdur av løgregluni.
Har varð hann millum annað spurdur, um hann
hevði nakað við rokkararnar at gera. Um teir
hava mistonkt hann fyri eitt ella annað tilknýti
við teir, veit hann ikki. Men hann varð noyddur at
greiða frá, hví, hvat og hvussu. Tað gjørdi hann
eisini. Men hann hevði als eiki við teir at gera.
Eftir seks døgum fekk Jens Petur vatn at drekka.
Tveir dagar seinni át hann fyrsta bitan.
Tvær vikur seinni varð hann útskrivaður
ambulant. Hann gekk tó annanhvønn dag til
kanningar. Seinasta dagin, hann var til kanningar,
kom læknin, sum stóð fyr skurðviðgerðini, til
hansara og helt fyri.
Betri sært tú út í dag enn tann dagin, eg sá
teg fyrstu ferð. Komst tú tíggju minuttir seinni,
vart tú deyður
Hetta segði læknin, tí hann heðvi staðfest, at
Jens Petur hevði bløtt inneftir. Í bilinum, sum teir
høvdu verið í, var so at siga einki blóð at síggja.
Var kúlan komin útaftur gjøgnum búkin, hevði
verið rættuligt blóðbað í bilinum.
Seinni hevur hann frætt, at orsøkin til, at
skotið var eftir teimum, var hon, at hann sat
boygdur framyvir og tókst at fáast við okkurt,
hóast tað bara var GPS-arin, hann hugdi í.
Tríggir menn vórðu tiknir tríggjar mánaðir
seinni, skuldsettir fyri at hava framt brotsgerð
ina. Teir sótu inni í fýra mánaðir, men vórðu síð
ani fríkendir, tí prógvini vóru ikki haldgóð. Kortini
bendi alt á, at teir hava havt fatur í teimu røttu
monnunum, tí hesir seinni hava meira ella minni
viðgingið tað. Onkur sá tilburðin, men møguliga
hava tey ikki torað at sagt nakað. Tveir mánaðir
seinni sótu somu menn aftur í geglinum av
somu orsøk.
Jens Petur heldur, at kúlan hevur valt eina
hepna leið gjøgnum kroppin. Hann hevur hvørki
fingið likamligt ella sálarligt mein av hesum
skelkandi tilburði. Tá ið hann er til gongu í dag,
hyggur hann oftari aftur um seg, enn hann
gjørdi áðrenn hetta hendi. Sum nátúrligt er, hev
ur hann eisini gingið til sálarfrøðing
Tað, sum hjálpir í slíkum føri er at tosa mest
møguligt um tilburðin og ikki goyma nakað inni
í sær sjálvum.
– Eg veit, at eg var á skeivum tað, eitt skeivt
tíðarskeið á dgnum. Kortini gerist eg ofta illur
inn á atburðin hjá hesum fólakslagnum.
Hann leggur afturat, at vitjaði eg lítið inni á
Nørrebro áðrenn hetta kvøldið, so geri eg tað
minni nú.
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir VI«, 2011, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
framhald av síðu 4
Løgreglan sperraði partar av Korsgade og Griffenfeldsgade eftir at skotið var
eftir bilinum, sum Jens Petur Weihe, sum var raktur í ryggin