mikudagur 7. juni 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 5. JUNI 2017
8
COUNTRYBLAÐIÐ
Vilmund Jacobsen
Tað verður borgarstjórin í Sørvágs kommunu,
Aimé Jacobsen, sum fríggjakvøldið 9. juni fer at
seta Sørvágs Country & Bluesfestival á lítla palli
á Stakka. Eftir setanina fer Vágakórið at syngja
nakrar sangir, og klokkan 19 fer Holgar Jacob
sen við bólki á pallin.
Økið á Stakka í Sørvági er eitt hugnaligt fríøki
við spæliplássi, almennum wc’um og palli, og
hetta verður fyrstu ferð, at hesin pallurin verður
brúktur til konsertir á festivalinum.
– Økið á Stakka er líka sum í tveimum við
spæliplássi og fríøkinum. Vit ætlaðu, at spæli
plássið skuldi gerast heilt liðugt til festivalin
hesaferð, men tað verður kanska tepurt. Men,
hetta er eitt hugnaligt øki í bygdini, og eg ivist
onga løtu í, at tað fer at koma til sín rætt, nú
festivalurin verður aftur í Sørvági, sigur Aimé
Jacobsen.
Hugnaligir dagar
Borgarstjórin ætlar sær ikki at halda eina drúgva
røðu, tá hon fer at bjóða vælkomin og fer at
seta Sørvágs Country & Bluesfestival.
– Men, eg fari at bjóða øllum, bæði nær og
fjar, at vera hjartaliga vælkomin til Sørvágs. Vit
gleða okkum til allar gestirnar, og vit vóna, at
veðurgudarnir verða við okkum, meðan festival
urin verður hildin. Hetta eru dagar, fyltir við tón
leiki og country-hugna, har vit í Sørvági hava høvi
at vísa okkara gestablídni.
Aimé Jacobsen fegnast um ta stóru undirtøku,
sum Sørvágs Country & Bluesfestivalur hevur
fingið heilt síðan byrjan.
– Eg fegnist um, at vit eiga so nógv ófør fólk,
sum ár um ár vilja reisa hetta stóra tiltak á føtur,
og eg ivist onga løtu í tí týdningi, sum tað hevur,
at festivalurin hesar dagar setir Sørvág á Føroya
kortið.
Borgarstjórin vísir á, at tey eru mong, sum
ár um ár venda aftur til tiltakið í Sørvági, og
tað gera tey, tí tað hvørja ferð hevur eydnast
óføru fyrireikarunum at skapa góðar og
hugnaligar karmar um tiltakið.
– Hetta eru sera hugnaligir dagar, sum vit í
Sørvágs kommunu ikki vildu verið fyriuttan, legg
ur hon aftrat.
Vøllur og felagshús
Í Sørvági hava tey sæð týdningin av at fríðka um
í bygdini, og hetta er vorðið til vakrar perlur við
snøggum laðingum og fríðkingum annars.
Sørvágs kommuna hevur eisini havt eyguni
opin fyri at finna økir við rímiligari lívd, og har
fólk kunnu savnast.
– Eitt av hesum er økið á Stakka, sum liggur
væl fyri í bygdini, og her eydnaðist tað komm
ununi at keypa havan hjá grannanum norðanfyri.
Pallurin, sum nú er á fríøkinum, fer eisini at verða
brúktur við serlig høvi og serligar dagar í Sørvági.
Økið á Stakka verður eitt øki til hugna, sam
veru og samkomur fyri ung eins væl og eldri.
Dentur er lagdur á, at spæliplássið og fríøkið
kunnu virka saman og hvør sær.
Aimé Jacobsen vísir á, at 07 Vestur hevur fing
ið eitt nógv betri og rúmligari felagshús við fleiri
møguleikum, og nú er eisini nýtt graslíki lagt á
fótbóltsvøllin á Dungasandi, sum er góðkendur
av FSF, og har fyrstu dystirnir longu eru leiktir.
– Graslíkið er av tí allar nýggjasta og frá
størsta veitara av graslíki í Europa, DOMO
Sportsgras, sigur hon.
Fegnast um skúlan
Tað var hin 7. februar í ár, at Sp/f Støðla á Argj
um fór í holt við umbyggingina av niðaru lon í
Sørvágs skúla, og sett varð út í kortið, at arb
eiðið skal verða liðugt, tá skúlin byrjar aftur eftir
summarfrítíðina í august.
Skúlaárið 2017/18 verður breytarsamstarvið
millum Sørvágs skúla og Skúlan á Giljanesi víðk
að til eisini at fevna um tey vanligu fakini, eitt nú
føroyskt, enskt og støddfrøði.
Aimé Jacobsen, sum hevur verið skúlalærari
í mong ár, vísir á, at hetta samstarv samstundis
ber í sær, at 10. floks næmingarnir í Vágum altíð
eru samlaðir tríggjar dagar í Sørvági og tveir dag
ar á Giljanesi.
– Framhaldsdeildin í Sørvági flytir eisini í ta
umbygdu og nýumvældu niðaru lon í skúlanum,
og tað merkir, at teir stóru næmingarnir í Sørvági
nú fáa sína egnu lon, sigur ein fegin borgarstjóri.
VIT VILJA IKKI AV AFTUR VIÐ
country-&
bluesfestivalin
– Tey eru mong, sum ár um ár venda aftur til Sørvágs Country & Bluesfestival, og tað gera
tey, tí tað hvørja ferð hevur eydnast óføru fyrireikarunum at skapa góðar og hugnaligar
karmar um tiltakið, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen
Aimé Jacobsen, borgarstjóri í
Sørvágs kommunu, fer at seta
Sørvágs Country & Bluesfestival
Fríøkið á Stakka í Sørvági, sum
er til spæl, hugna og samveru
Í Sørvági eru vakrar
perlur við snøggum
laðingum og fríðkingum