Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 5. JUNI 2017 12 COUNTRYBLAÐIÐ Vilmund Jacobsen Gitta av Kák, sum saman við mongum øðr­um er við í fyrireikingunum til Sørvágs Country & Blues­festival, sigur, at tey gleða seg nógv til stóra tiltakið, sum verður í døg­unum 8.-10. juni. – Jú, her er nógv í gongd í løtuni, og nógvar hend­ur eru í sving. Í ár verður festi­valøkið broytt, so­leið­is at stóri pallur verður ein bilur hjá fyri­tøk­ uni, Ljóðtøkni, og tað merkir, at neyð­ugt verð­ ur ikki at seta stóra pallin upp. Tá kon­sert­ir­nar verða, fer pall­ur­in, sum verður í bilinum, at venda nið­an móti Stakka. Hon sigur, at lítli pallur verður pallurin, sum er bygd­ur á fríøkinum á Stakka. Pallurin er stoyptur, og her er eisini gjørt pláss til eitt nú hátalarar. Tað er Sørvágs kommuna, sum hevur skapt hetta hugnaliga fríøki við spæliplássi og al­menn­ um wc’um, og tá Sørvágs Country & Blues­festi­ val­ur verður, verður pallurin inn­víg­aður, um vit so kunnu siga. – Tað verður eisini her, at borgarstjórin, Aimé Jac­obsen, fer at bjóða vælkomin og fer at seta til­tak­ið, og Vágakórið fer at syngja nakr­ar sangir. Tættari og intimari Gitta av Kák sigur, at kenda og hugnaliga coun­ try-gøtan í Sørvági verður minst líka so hugnalig í ár, sum hon hevur verið und­an­farin ár, og tað verð­ur alt festivaløkið eis­ini. – Eg vil siga, at festivaløkið í ár heldur verð­ur enn hugnaligari, tættari og intimari enn und­an­ far­in ár við tað, at tað ikki longur verð­ur so vítt til “veggja” á økinum, sum hon tek­ur til. Tey afturvendandi tiltøkini, sum mat­stovan Ang­us í Klon­dyke og matstovan, Asian Food Cate­ring, verða eisini við á festi­val­in­um hesa­ferð, og tað verða hoppi­borg­ir­nar við fótbóltsvøllin og ym­isku barna­til­tøk­ini eisini. – Leygardagin klokkan 15 byrja barna­til­tøkini við skattajakt og Kaptein Gardar, hoppi­borgir, rógv­ing og annað, sum børnini elska. Festivalurin er soleiðis eisini eitt stórt fam­ilju­tiltak, har bæði børn, ung, tilkomin og eldri kunnu hugna sær. Fleiri sølubásar verða eisini við ymiskum, bæði et­andi og drekkandi. Stór undirtøka Gitta av Kák sigur, at meðan armbond – ella viku­skiftispass – onnur ár hava verið út­flýggjað og seld í gamla Eik, verða hesi nú útflýggjað í Polla­stovu, har handilin Hjá Sannu var áður. Her verð­ur eisini høvi at keypa hattar og annað. – Eins og undanfarin ár, vænta vit rætti­liga nógv fólk til Sørvágs Country & Bluesfestival hesa­ferð og soleiðis, sum eg havi skilt, koma einir 160-170 kamp­ing­vogn­ar til bygdar. Hesir koma at standa á oyr­uni við Breiðasand, aftan fyri fót­ bólts­vøll­in og á parkeringsøkinum við kirkjuna. Til samanburðar kann nevnast, at fyrsta árið, tá skipað varð fyri tiltakinum, komu 29 kamp­ing­ vogn­ar til Sørvágs. Stóra tiltakið í Sørvági endar við country- guds­tænastu í Sørvágs kirkju sunnudagin, 11. juni, tá Marjun Kálvalíð, prestur, fer at præd­ika, og Jens Lisberg eisini fer at luttaka við sangi. NÓGVAR HENDUR Í SVING nú festivalurin nærkast – Festivaløkið í ár verður enn hugnaligari, tættari og intimari enn undanfarin ár við tað, at tað ikki longur verður so vítt til “veggja” á økinum, sigur Gitta av Kák – Eins og undanfarin ár, vænta vit rættiliga nógv fólk til Sørvágs Country & Bluesfestival hesaferð, sigur Gitta av Kák