Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 5. JUNI 2017 14 COUNTRYBLAÐIÐ Vilmund Jacobsen Country-eldratiltakið, sum skipað verður fyri í Sør­vági, nú Sørvágs Country & Bluesfestivalur stund­ar til, hevur verið sera væl umtókt. Fólk eru komin úr øllum heraðshornum til til­ tak­ið, og tað eru eisini stovnar, sum hava leitað sær til Sørvágs, við sínum borgarum. Aftur í ár verður skipað fyri eldratiltakinum í sam­band við Sørvágs Country & Bluesfestival, og hesaferð er ætlanin at hava tvey tiltøk, miku­dag­ in 7. juni og hósdagin 8. juni. Tiltøkini, sum verða í fim­leikarhøllini í Sørvágs skúla, byrja klokkan 18. – Vit fara at eta smyrjibreyð saman, og her verður te, kaffi og okkurt søtt afturvið, og Vága­ kórið fer eisini at syngja nakrar sangir, siga fyri­ reik­ar­arnir. Jørgen og Bill Tey, sum standa aftan fyri tiltakið, siga, at tað aftur í ár verður løgtingsmaðurin, Jørgen Nicla­ sen, sum fer at leiða kvøldini og fer at skipa fyri fe­lagssangi. – Løgtingsmaðurin hjá okkum fer eisini sam­an við løgtingsmanninum, Bill Justinussen, at und­ir­ halda, og her verður ivaleyst mangur látur. Bólkurin Jørgen og Jákup fara eisini at fram­ føra onkur løg, og tá verður høvi hjá fólki at fara upp á gólv og taka ein sving om. Tað er VisitVagar, sum tekur sær av tilmelding, og her kann ringjast á tlf. 333455 ella til Jóngerð Mikk­el­sen á tlf. 229311. Eldratiltakið DREGUR NÓGV FÓLK Løgtingsmenninir, Jørgen Niclasen og Bill Justinussen, fara at undirhalda á country-eldratiltakinum, og her verður ivaleyst mangur látur