Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Nr. 195 - 13. oktober 2004 7 – Vit vita fullvæl, at neyðin er stór nógva staðni í heiminum, og vit ynskja ikki at taka nakað frá nøkrum øðrum. Hjálpin, sum føroyingar veita barnafamiljum og fátøkum á gøtuni í Ísrael, verður ikki avmarkað til bert at fevna um jødar, tí vit ynskja ikki at gera mannamun, sigur Dánjal Poulsen, for- maður í felagnum, Vinur Ísraels STUÐUL Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Maria Olsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta leygarkvøld skip- aðu feløgini, Vinur Ísraels og Ísraelsfelagið, fyri stuð- ulskonsert í Læraraskúla- høllini til frama fyri barna- familjur, ið hava mist sín forsyrgjara og fátæk í Ísra- el. Dánjal Poulsen, formað- ur í felagnum, Vinur Ísraels og Svenning av Lofti, for- maður í Ísraelsfelagnum, søgdu nøkur orð um tiltakið og um viðurskiftini í Ísrael. Á stuðulskonsertini sang Havnarkórið, Anna D. Há- berg og Gunnar Mikkelsen, sum er kendur frá tiltakin- um, "Stjerne for en aften". Dánjal sigur, at fram- førslan í Læraraskúlahøll- ini eydnaðist væl, men tey høvdu vónað, at fleiri komu til tiltakið. – Kanska var hetta ikki tað besta kvøldið til eitt slíkt tiltak. Í fyrsta lagi var landsdystur í fótbólti sýnd- ur í SvF hetta kvøldið, og haraftrat legði stór grind beinini í Sandágerði. Dyst- urin var liðugur, tá ið til- takið byrjaði, men hetta kann kortini hava havt sína ávirkan, sigur hann. Ófriður og ótryggleiki Dánjal sigur, at fíggjarliga støðan í Ísrael er sera vána- lig. Ófriður og ótryggleiki hava kostað mongum ar- beiðsplássini. Aftrat hesum koma stóru útreiðslurnar av skaðum, bæði materiellum og persónligum, ið standast av teimum mongu yvir- gangsatsóknunum, ið hava verið seinastu árini. – Meira enn eitt túsund ósek og tilvildarlig menn- iskju hava lætið lív, og mong eru skadd fyri lívstíð. Hann vísir á, at peningur- in, sum kemur inn við inn- savningini, fer óskerdur til at hjálpa familjum, ið hava mist forsyrgjara – og til mat og klæði til fátøk á gøtuni. Umframt stuðulskonsert- ina, kunnu fólk veita pen- ingaliga hjálp við at seta pening á konto, sum er stovnað í Føroya Banka, Føroya Sparikassa og á postgiro. – Vit vita fullvæl, at neyðin er stór nógvastaðni í heiminum, og vit ynskja ikki at taka nakað frá nøkr- um øðrum. Dánjal sigur, at hjálpin, sum kemur úr Føroyum, verður ikki avmarkað til bert at fevna um jødar, tí feløgini ynskja ikki at gera mannamun. – Vit heita tí inniliga á landsmenn okkara um at taka undir við hesi innsavn- ing. Tað kann tykjast sum um, at hetta ikki ger nakran mun, men sum sagt verður, "mangir løkir smáir gera stórar áir" – og ein hjálp- andi hond er altíð kær- komin. Hann sigur, at í samstarvi við fólk, sum Vinur Ísraels og Ísraelsfelagið kenna og hava álit á í Ísrael hava tey tryggjað sær, at peningurin kemur óskerdur í rættar hendur. – Ísrael hevur nógvar vinir, men landið hevur so sanniliga eisini nógvar óvinir, sigur Dánjal. Innsavningin hjá Vinur Ísraels og Ísraelsfelagnum varar allan hendan mánaðin aftrat. Trygdarhegnið hjálpir Dánjal leggur dent á, at fe- løgini í Føroyum gera ikki mannamun, tá ið hjálpin verður býtt út í Ísrael. – Vit fara at hjálpa øllum, sum tørva hjálp og fara ikki at gera mun á, um talan er um jødar ella onnur fólka- sløg. Hann vísir á, at á sjúkra- húsunum í Ísrael fáa øll somu hjálp; har verður heldur ikki gjørdur munur á fólkasløgum. Trygdarhegnið, sum Ísra- el hevur sett upp og vakt- arhaldið móti yvirgangi, hava sambært Dánjali hjálpt ógvuliga væl ímóti yvirgangsatsóknum í Ísrael. – Eg havi skilt, at hesi tiltøk hava steðgað eini 95% av øllum ætlaðum at- sóknum móti ósekum menniskjum. Hann vísir á, at einki land og einki fólk kann liva við, at bussar við ósekum fólk- um verða sprongdir í luft- ina. – Tað eru fýra ár, síðan hesar atsóknir byrjaðu, men seinasta árið er talið nógv minkað - takkað verið í fyrsta lagi trygdarhegnin- um og neyvum vaktarhaldi. Ein minni part av æruni fyri fækkaðu atsóknirnar eigur tann vælsignaði múrurin, sigur Dánjal. Hann sigur, at hegnið er radiostýrt á tann hátt, at bara tú nertir við hegnið, koma vaktarmenn beinan- vegin og kanna eftir, hvat er á vási. – Tað kostar teimum óseku í bíðitíð, at bilar og fólk verða kannaði til tess at finna fram til, hvørji yvirgangsfólkini eru – og tað er spell. Hetta kann samanberast við, at fólk, sum ferðast um lufthavnir, verða kannaði. Hetta gong- ur eisini ganga út yvir tey óseku. Dánjal Poulsen sigur, at eingin vil verða raktur av yvirgangi – hvørki á landi ella í luftini, og tí má eftir- litið taka ta tíð, tað tekur. – Spurningurin er, hvørjir aðrir møguleikar eru, um ófriðurin skal basast og tryggleiki aftur skal valda, sigur hann. Ísraelsfeløg veita neyðhjálp í Ísrael Á stuðulskonsertini í Lærara- skúlahøllini leygarkvøldið sang Havnarkórið, Anna D. Háberg og Gunnar Mikkel- sen, sum er kendur frá tiltakinum, "Stjerne for en aften" Framførslan eydnaðist væl, men feløgini, Vinur Ísraels og Israelsfelagið, høvdu vóna, at fleiri fólk komu til tiltakið. – Kanska var hetta ikki tað rætta kvøldið, tí landsdystur var, og stór grind legði beinini í Sandágerði, sigur Dánjal Poulsen - Hjálpin, sum kemur úr Føroyum, verður ikki avmarkað til bert at fevna um jødar, tí feløgini ynskja ikki at gera mannamun, sigur Dánjal Poulsen Tað hevur ljóðað, at borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, ætlar sær ikki at stilla uppaftur á komandi vali, men hetta er eftir øllum at døma ikki rætt. - Eg havi ikki tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur, sigur Haldóra Rang- hamar, borgarstjóri í Gøtu UPPSTILLING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast allir listarnir til kommunuvalið í Gøtu enn ikki eru lidnir, tykist greitt, at fleiri av bygdaráðslimun- um í Gøtu bygdaráð fara ikki at stilla uppaftur á val- inum komandi. Sosialurin hevur frætt, at millum tey, sum ikki ætla sær at stilla uppaftur, eru Andrias Petersen og Pauli Jarnsskor, sum eru valdir á javnaðarlistanum, Jóan Petur Olsen, sum er valdur á sambandslistanum og Sigvør Laksá, sum er vald á fóllaflokslistanum. Oluffa Joensen varð vald á uttanflokkalistanum sein- ast, men stillar hesaferð upp á javnaðarlistanum. Steintór Jacobsen, sum er næstformaður í Gøtu bygdaráð, stillar eisini uppaftur. Hann varð valdur á fólkaflokslistanum á sein- asta vali. Eftir er nú Haldóra Rang- hamar, sum er borgarstjóri í Gøtu. Hon varð vald á sam- bandslistanum seinast, men enn er hesin listi ikki liðug- ur. Tað hevur ljóðað, at hon ætlar sær ikki at stilla upp- aftur á valinum komandi, men hetta er eftir øllum at døma ikki rætt. Helst við aftur Haldóra Ranghamar sigur, at hon hevur ikki frætt frá sambansfelagnum enn, men hon væntar, at listin verður liðugur skjótt. Spurd, um hon letur seg stilla uppaftur, sigur hon, at tað verða tey, sum koma á uppstillingarfundin, ið taka støðu til hetta. - Eg havi ikki tikið av- gerð um ikki at stilla upp- aftur, sigur Haldóra Rang- hamar, borgarstjóri í Gøtu, í stuttari viðmerking. Fleiri stilla ikki uppaftur í Gøtu – Tey fyrstu búfólkini flyta inn í eldrasam- býlið um hálvan november, sigur borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar ELDRARØKT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Tað hevur tikið eitt sindur longri tíð enn ætlað, men tíðarætlanin er ikki langt av leið, sigur borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar. Hon væntar, at eldrasam- býlið, sum kommunan letur byggja í Norðragøtu, fer at hava opið fyri almenning- inum seinasta leygardag í oktober, sum er 30 – ella 6. november, um tað ikki eydnast at koma heilt undir land við endan av hesum mánaðinum. – Eftir at almenningurin hevur sæð húsini, verða hølini vaskað, og eg vænti, at tey fyrstu búfólkini kunnu flyta inn út ímóti hálvum november. Haldóra sigur, at tá ið tey fyrstu búfólkini eru flutt inn, verður sambýlið opið fyri innbodnum, eins og gjørt hevur verið á Toftum og í Leirvík, har eldrasam- býlini standa liðug og eru tikin í nýtslu. – Enn er ymiskt eftir at fáa uppá pláss, men nú nærkast vit endanum – og byrjanini, sigur ein fegin borgarstjóri. Stórt tak – Tað er soleiðis, at tá ið kommunur byggja eldra- sambýlir, rindar landið 50.000 krónur av íløguni fyri hvørt búfólk. Higartil hava vit bert fingið játtan til tey fyrstu 10 plássini, men vit vænta, at játtanin til tey seks plássini, ið eftir eru, kemur uppá pláss til komandi ár, sigur hon. Tá ið eldrasambýlið í Gøtu letur upp, flyta í fyrsta lagi 10 búfólk inn, men øll flyta ikki inn samstundis. Neyðugt er við eini ávís- ari tillaging so hvørt, sum fólkini flyta inn. Haldóra sigur, at hóast bara ovara hæddin verður tikin í nýtslu í fyrstu syfti, verður alt arbeiðið gjørt liðugt í einum, og tískil verður eisini gjørt klárt til tey seks fólkini, sum seinni skulu flyta inn í niðaru hæddini, sigur hon. Tað er eitt stórt tak hjá kommununum at byggja slík sambýlir, tá ið landið rindar ein so lutfalsliga lítlan part av íløguni. Haldóra Ranghamar sig- ur, at tá ið ellisheim verða bygd, rindar landið hálva miljón av íløguni fyri hvørt búfólk, men bert 50.000 krónur, tá ið talan er um eldrasambýlir. – Hetta er ein velduga stórur munur, hóast funk- tiónirnar á einum eldrasam- býli og einum ellisheimi ikki eru so ólíkar, sigur hon. Alt útboðið Øll byggingin av eldra- sambýlinum í Gøtu hevur verið útboðin. JHR tók sær av útgrevstr- inum og betongarbeiðinum, Búsetur ger timburarbeiði, Rók-El hevur el-arbeiði, Sofus Jacobsen hita-og sanitet, Anskar Hansen máling, og Profa hevur gólválegging. Gøtu kommuna ætlar, at alt húsið og økið uttan um skal verða liðugt, tá ið eldrasambýlið verður tikið í nýtslu. Zacharias Jacobsen í Syðrugøtu hevur soleiðis átikið sær at snøgga økið uttan um. Eldrasambýlið í Gøtu fer væntandi at kosta einar 16 miljónir krónur. Fleiri nýggj andlit verða væntandi at síggja í Gøtu bygdaráð eftir komandi val. Av sjey bygdaráðslimum, stilla eftir øllum at døma bert tríggir uppaftur. Tey eru Steintór Jacobsen, Oluffa Joensen og Haldóra Ranghamar (mynd) Mynd: Vilmund Jacobsen Eldrasambýlið í Gøtu undir landi 10 búfólk flyta inni á eldrasambýlið í Gøtu seinni í heyst. Seks fólk flyta inn seinni, men alt húsið verður gjørt liðugt í einum, sigur Haldóra Ranghamar, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6