mikudagur 7. juni 2017síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 5. JUNI 2017
16 COUNTRYBLAÐIÐ
ARNAR INGI
Dugnaligi ungi maðurin, Arnar Ingi, er eitt kent navn í Íslandi. Hansara
rødd kemur heilt nær røddini hjá Johnny Cash, og løg hjá honum er akkurát
tað hann kemur til Country & Blues festivalin at tulka.
Johnny Cash ríkaði verðina við sínum løgum, so sum, Folsom Prison
Blues, Ring of Fire, I Walk the Line og mangir aðrir góðir slagarar. Og
tættari einari konsert við honum koma vit neyvan aftur í Sørvági. Hetta er
heilt vist ein framførsla sum fer at vera super góð og minningarík!
CINA SAMUELSON
Cina Samuelson er ein country singer songwriter úr Svøríki.
Longu 7 ára gomul fekk hon áhuga fyri country, og áhugin var so mikið stórur at hon vildi
sleppa at spæla country, tá hon bleiv stór.
Í ár 2000 byrjaði hennara solo karriera, og tað má sigast, at tað hevur gingið henni framúr
væl.
Hon hevur útgivið fýra fløgur, og allar hava tær fingið stak góð ummæli frá ummælarum,
bæði í Svøríki og úti í heimi.
Hon gleðir seg at framføra fyri okkum føroyingum á Dungasandi leygarkvøldi kl.19:00.
THE WESTERN SALOON
Countryfestivalurin veksur allatíðina og tað allar nýggjasta, sum sá dagsins ljós á
seinasta festivali var The Western Saloon. Eitt spælistað, ið minnir um tær gomlu cowboy
barrirnar. Hon var sera væl móttikin, men vit gloymdu at koyra nokk av tónleikarum inn í
hesa barr. So hesaferð hava vit funnið ein av teimum allarbestu, at undirhalda í Western
Saloon.
Tað er The Doc. Hann er amerikanari, sum hevur búð í Danmark síðani 1997. Hann
er ein royndur harri, sum hevur spælt uml. 3.000 ferðir runt í øllum heiminum, á serliga
pubbum og saloonum, so hann passar perfekt til Western Saloon.
Hann hevur verið í Føroyum fyrr. Fyri umleið 15 árum síðani plagdi hann at fylla Café
Natúr og Manhattan við slagarum, sum flest allir føroyingar kenna. Vit kunnu vænta
okkum eina fest við hansara egnum songum eins og songum frá Creedence, Dubliners,
U2, Neil Young, Johnny Cash, ja maðurin hevur uml. 500 sangir á sínum sanglista.
Komi og njótið The Doc á Western Saloon.
THE LENNEROCKERS
Ert tú til rockabilly og rock and roll, so er at fáa dansi skógvarnar fram. The
Lennerockers vóru stovnaðir í 1984 í Hagen Týsklandi, og kalla tónleikin sum teir
spæla fyri "Western Rockabilly".
Teir og hava spælt til umleið 2500 tiltøk. Teir eru enn eitt av teimum mest brúktu
rock and roll orkestrunum í Europa og hava spælt í 21 londum.
Á pallinum eru teir sera festligir, við einum Jerry Lee Lewis líknandi klaver boxara
og einum bassisti, sum dansar runt við contrabassinum. Onnur ljóðføri eru banja,
mandolin, guittar, trummir og kanska onkur munnharpa eisini. Hetta verður ein
framførsla, sum ikki má fara aftur við borðinum. Western Rockabilly og rock and roll í
heimsklassa.