mikudagur 7. juni 2017síða 56
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 5. JUNI 2017
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Á skránni verða m.a.
veðurmaðurin Hanus Kjølbro,
Frum og (sjálvandi) All That Rain
Les meira á sms.fo
Regnklumma
Regn er væta
í skapi av drop
um, drignir saman
av
for dampaðum
loft havs vatni,
ið
er
blivið nóg tætt og tungt
til at detta niður av tyng
dar megini. Tað sigur Wiki
pedia. Men fyri okkum
føroyingar er regnið altso
nógv meiri enn tað. Vit kun
nu hyggja upp í luftina og siga,
hvat klokkan tað fer at regna. Vit
eru uppvaksin í regni, vit eru dýggj
etandivát av regni, vit eita á Regni,
og summi okkara flýggja uttan lands alt
summarið undan regni.
Men vit elska eisini regnið. Ikki bara tá ið
vit sita fjálg inni og eta køku, meðan tað
larmar móti stovuvindeyganum, ella tá tað
syngur í plastikkinum, tá ið vit liggja turr inni
í einum tjaldi á einum festivali. Vit elska eisini
at brúka regnið. Vit lata allarhelst kranan renna
í fimm minuttir, áðrenn vit fáa okkum upp í glasið,
vit busta tenn við rennandi vatni og ... vit spula.
So skjótt tað ikki regnar, stendur hvør maður í túni
num og spular. Hvat er tað við monnum, sum elska at
spula? Spula bil, spula tún, spula tekju, og teir ku
lastu eru líka góðir við trýstspularan sum við hundin.
Við kerligari hond og blíðum rørslum verður alt túnið
spulað ein góðan summardag, so asfaltið, sum fyri
eina ferð skyld var turt, aftur er sum tað plagar. Vátt!
Ein ferðaleiðari visti at siga, at meðan danir, týsk
arar, fransmenn og onnur lata seg væl í (les:
gonguskógvar við skrúvulissum, regnbuksur upp
á bringuna og regnfrakkum, sum verja fyri øllum
uttan livandi grind), so møta før oyingarnir ofta
upp í klædningsjakka ella í besta føri einum
vanligum dýnujakka. Einki fjas. So hóast
vit elska at hata regnið, so virkar tað sum
um, at vit onkursvegna eru so von við
regn, at vit ikki ræðast at blíva eitt
sindur vát um høvdið.
7–9. juni á Torginum í SMS
Regndagar