mikudagur 13. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 195 - 13. oktober 2004
Nr. 195 - 13. oktober 2004
9
TINGHELLUDEBATTIN
Signar P. Heinesen
Spurningurin um mál hevur
verið frammi í seinastun.
Fleiri fólk hava givið sítt
íkast at lýsa hendan týðandi
spurningin. Týðandi er
hann, tí spurningurin um
hvørji mál vit duga, hevur
týdning bæði fyri okkara
mentunarlív og fyri okkara
møguleikar í einari altjóða-
gjørdari vinnu.
Hvat skulu vit duga
um 20 ár? Mítt boð
uppá eina framtíðar-
mynd
Tá ið eg fyri um 25-30 ár-
um síðani skuldi leggja
ætlanir fyri míni framtíð,
vóru spurningarnir helst
væl truplari, enn tá ið míni
foreldur skuldu leggja sína
framtíð til rættis. Í teirra
føri, fyri hálvt hundrað ár-
um síðani, var høvuðsmálið
at læra seg eitt fak. Í mínum
føri var lítil ivi um, at eg
skuldi duga eitt fak og eitt
altjóða mál - enskt - og har-
afturat at fáa eitthvørt innlit
í enska mentan. Eins lítlan
iva haldi eg vera um, at tey,
sum í dag skulu leggja ætl-
anir fyri sína framtíð, hava
tríggjar
uppgávur.
Tey
skulu duga eitt fak heilt
væl, tey skulu duga før-
oyskt, danskt og enskt og
kanska eitt mál afturat heilt
væl, og harafturat skulu tey
duga leiðslu.
Tey, sum um 20 ár røkka
15-20 ára aldur skulu vinna
sær holla vitan innan eitt
serligt fak. Men tað verður
ikki nóg mikið við einum
fakspesiali, sum vit í dag
kenna tað. Tey skulu bæði
hava servitan og almenna
vitan. Tá er lítil fongur í at
siga, at tú ert "generalist", tí
eingin í ríka partinum av
heiminum hevur brúk fyri
einum slíkum. Tað er
heldur ikki áhugavert at
vera "spesialist". Tú skalt
duga bæði og megna at
skifta ímillum. Tað, sum vit
í dag nevna servitan, skalt
tú hava á einum øki. Og tað
vit í dag nevna "symbol-
viðgerð" skalt tú eisini
handfara. Hetta uttan mun
til, um ein hevur valt eitt
handverkarafak ella tað, vit
í dag nevna bókligt fak.
Tey, sum um 20 ár røkka
15-20 ára aldur skulu vinna
sær holla vitan innan mál
og mentan. At tey duga
enskt er ein sjálvfylgja,
eins og tað er ein sjálv-
fylgja at tey duga danskt,
norskt ella svenskt sum
teirra egna móðurmál. Har-
afturat verður roknað við,
at tað ber til at seta seg inn
í onnur mál rímiliga skjótt.
At tey hava sett seg inn í
eina mentan merkir ikki, at
tey hava lisið um mentan.
Tað merkir, at tey á ein-
hvønn hátt hava verið mill-
um aðrar mentanir og á
tann hátt hava nomið sær
eina ívitan, eins og tey
megna at seta orð á summar
munir, sum tey kenna á sær.
Tey, sum um 20 ár røkka
15-20 ára aldur skulu vinna
sær hollan kunnleika um
leiðslulæru. Tá verður ikki
talan um ta maktlæru, sum i
dag mangan verður borð-
reidd sum leiðslulæra. Tey
skulu duga leiðslulæru -
viljan og evnini at seta mál
saman við øðrum, loysa
uppgávur saman við øðrum
og seta orð á saman við
øðrum. Hvørki yvir ella
undir. Saman við. Tí eins
væl og tað er sannlíkt at al-
tjóðagerðin verður ein part-
ur av gongdini í heiminum,
ivist eg lítið í, at ein demo-
kratiseringsgongd verður
ein annar partur. Ein gongd,
sum ger, at okkara "demo-
krati" verður at rokna sum
ein liður í eini demo-krati-
seringsgongd, sum fekk
tungan burð.
At hesir tríggir førleik-ar-
nir verða høvuðseyðkenni
hjá fólkum í londum, sum
klára seg væl um 20-30 ár,
haldi eg meg hóma rætti-
liga týðuliga. At hesir trígg-
ir førleikar longu nú kundu
verið okkara styrki, haldi
eg meg eisini hóma.
Spurningurin, hvørji mál
vit duga og hvussu væl vit
duga tey, er eftir hesi fram-
tíðarmynd ein av trimum
høvuðsspurningum í út-
búgvingarverkinum.
Tvey móðurmál
Føroyingar eru í dag eitt av
fáu fólkum í heiminum,
sum at kalla til fulnar hava
tvey móðurmál. Tvey móð-
urmál skilt soleiðis, at vit
tosa og skriva føroyskt og
danskt uttan at "umseta"
annað til hitt.
Tá ið vit kjakast um at
duga enskt, sakni eg hend-
an mátistokkin. Tí hvat
gera vit, um vit lata børnini
t.d. fáa 300 fleiri tímar í
enskum og 300 færri tímar í
donskum tey 10 árini, tey
skulu ganga í skúla? Lítil
ivi er um, at tey verða held-
ur frægari til enskt, men
eins lítil ivi er um, at tað
verða ikki hesir 300 tím-
arnir, sum gera, at flestu
teirra duga so væl enskt, at
tað kann samanberast við
móðurmálið. Heldur er
vandin, at danskt fánar nak-
að - og tey veikastu fara at
"umseta" til danskt.
Tá ið vit viðgera, hvørji
mál vit skulu duga, hevur
tað eisini áhuga hvørji sløg
av málum, talan er um.
Dagliga kenna vit á okkum,
hvussu munurin millum
sagnorðamálið føroyskt og
navnorðamálið danskt setir
krøv til okkara málburð. Vit
kenna eisini alt ov væl,
hvussu tann væl útbygda
føroyska mállæran er í
andsøgn við eina væl ein-
faldari danska mállæru.
Hesi bæði málini læra okk-
um nakað um breiddina í
heimsins málum.
Norðurlond og
altjóðagerðin
Í viðgerðini higartil hevur
ofta verið nevnt, at norður-
londini neyvan verða heim-
sins nalvi, og at tað er í tí
enskt talandi heiminum,
vinnan mennist. Tað er rætt,
at tann enskt talandi heim-
urin er stórur í vavi við
USA, Bretlandi, Australia
og allari alnótini at kalla.
Men norðanlond eru, hóast
alt hetta, ein tann ríkasta
perlan á jarðarknøttinum
havandi í huga menniskja-
liga vælveru, mentan og
vinnulív. Norðurlond røkka
eisini ein stóran part av
jarðklótuni frá Grønlandi
yvir Noreg til Finlands og
suður til Danmarkar. At
vera partur av hesum ríki-
dømi, bæði mentunarliga
og tímiliga, er ikki nøkur
sjálvfylgja - og duga vit
ikki eitt av skandinavisku
málunum til fulnar eins væl
og okkara egna, tá eru vit
ikki partur av hesi perlu. Tá
kunnu vit í mesta lagi fáa
burturav.
Tátíð, nútíð og
framtíð
Eg skilji væl tey, sum eru
millum 30 og 60 ára gomul
og sum hava ilt við tí enska
málinum, at tey óttast,
hvussu yngra ættarliðið
skal standa seg, verða tey
ikki betur fyri. Men spurn-
ingurin er, um tann veru-
leiki, vit í dag kenna, eisini
verður veruleiki í næstu
framtíð. Ein kann óttast, at
vit í dag loysa ein trupul-
leika, sum átti at verið
loystur fyri 30 árum síðani,
uttan at loysa ta uppgávu,
sum røkkur 30 ár fram í
tíðina.
Eg dugi ikki at ímynda
mær, at tey, sum nú eru í
skúlaaldri, fáa somu trupul-
leikar við enskum, sum
okkara ættarlið hevur tað.
Spurningurin hjá teimum
verður heldur, at krøvini til
teirra málburð verða væl
størri.
Tey okkara, sum settu
sær fyri, at læra tað enska
málið, hava eisini havt tann
trupulleikan, at tað var
trupult at halda hetta ríka
mál viðlíka, tí tað rætt og
slætt ikki varð nýtt nóg
nógv. Tann trupulleikan
rokni eg heldur ikki við, at
tey, sum nú læra seg enskt,
hava.
Trý móðurmál?
Vit kenna trupulleikar av at
hava tvey móðurmál. Man
ikki vera tann einasti, sum
fekk dyggan stuðul frá eldri
fólkum á arbeiðsplássinum,
sum við kønari hond tóku
um ein setning nú ag annan
tá í eini roynd at bøta um
vánaliga málið. Seks - sjey
ár í útlegd, har føroyskt bert
verður tosað til húsbrúks,
meðan alt fakligt samskifti
er á øðrum máli, ger teg
veikan í føroyskum.
Tí gerst tað alt greiðari
fyri meg, at tað arbeiðið,
sum málfrøðingar hava
gjørt hesa seinastu øldina
hevur verið til stórt gagn -
eisini um heitið "puritanar"
varð sett á hetta arbeiðið.
Málið er eitt amboð, men
málið er eisini ein partur av
mentanini. Og tað ger
einki, at partar av hesi
mentan røkka longur aftur
enn til tað, sum sagt var í
gjár.
Men hvussu verður, tá ið
vit skulu duga trý mál eins
væl? Hvussu verður stand-
urin í føroyskum tá? Litil
ivi er um, at hetta setir enn
størri krøv til frálæruna í
føroyskum. Tað setir ikki
minni krøv til tey, sum
skulu røkja málið í gerand-
isdegnum.
"Orðabókin",
"Málteigurin" og slík tiltøk
eru slóðir, sum eru verdar
at elta, men helst skal meira
til.
Hvat tá við tí enska?
Sjálvur lærdi eg enskt sum
smádrongur úti í stóru verð.
Lærdi tað hareftir í barna-
skúla, framhaldsskúla og
studentaskúla. Hóast allar
hesar tímar í enskum og
hóast eg hevði eina barlast
frá fýra ára aldri, tók tað
mær umleið tveir mánaðar í
Bretlandi so dánt at duga at
ferðast millum bretar. Ikki
fyrr enn eftir hálvum ári var
tað enska so gott, at tað ikki
skuldi "umsetast", og at tað
bar til at siga frá eini
skemtisøgu.
Tað er helst ymiskt frá
fólki til fólk, hvussu tað
liggur fyri. Men eg haldi
tað vera optimistiskt at
rokna við, at fólk flest læra
eitt fremmant mál væl
skjótari enn eg og mong við
mær hava upplivað, at tað
tók at læra hetta ríka mál til
"fulnar". Í gásareygum, tí at
duga enskt til fulnar er ein
stórur gloypibiti.
Til fyri fáum árum síðani
máttu ungfólk, sum ætlaðu
sær til Bretlands at lesa,
brúka stóra orku til at leita
upp stuðul at gjalda skúlan
við. Harafturat skuldi uppi-
haldið gjaldast. Nú haldi eg
meg skilja, at landið átekur
sær at gjalda skúlar uttan
fyri norðurlond, og er tað til
mikið gagn. Spurningurin
er, um vit ikki eiga at seta
okkum fyri innan langt
áramál, at øll ungfólk skulu
fáa møguleikan at vera
minst eitt ár úti í heimi -
uttan mun til inntøkuna hjá
foreldrunum. Kann vera, at
ein dugir enskt, annar
grikst og triði spanskt. Ikki
er vist, at tað er verri. Hvør
veit - kanska mentunarligt
samskifti millum ungfólk í
ymsum londum er til stóra
gleði bæði fyri tey og fyri
onnur - og ikki minni fyri
føroyska samfelagið sum
heild?
Tvey móðurmál – ella trý?
Savnsmynd
C
M
Y
K
9
8