mikudagur 13. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 195 - 13. oktober 2004
Nr. 195 - 13. oktober 2004
11
Japanski sendiharrin í Danmark vitjar hesa vikuna í Før-
oyum, og hevur hann millum annað hitta løgmann, fiski-
málaráðharran og umboð fyri vinnulívið. Ein slík vitjan
hevur nógv at týða fyri Føroyar, ið er púra avhengugt av
sambandinum við útheimin.
Í tí farna hava føroyingar ikki altíð verið so fullir í
hugflog, tá tað kemur til sambandið við útheimin. Vit stara
okkum mangan blind uppá Danmark, tá tað kemur til
handilssambond og ikki minst infrastruktur, og harnæst
hyggja vit at ES. Partur av hesum skyldast ein hugburð,
har man undirbrotliga leggir seg skerflatan og gevur ríkis-
felagsskapinum skyldina fyri egið vantandi hugflog, og
vantandi initiativ til eitt nú dupultskattasáttmálar við,
ideelt sæð, øll verðsins lond.
Tað er sjálvandi nærliggjandi at hyggja at ES, eftirsum tað
er tann stóri marknaðurin, ið liggur næst okkum. Tó tykist
tað, sum vit hava lagt ov nógv av okkara eggum í eina
kurv. Tað gevur at bíta, tá til dømis protektionistisku ES
reglarnar fyri dumping verða nýttar ímóti okkum. Ein ES
framleiðari kann uttan nakran kostnað ella avleiðing, seta
fram dumpingákærur móti útlendskum framleiðarum, ið
fáa ein meirkostnað, óansæð útfallið av hesum ákærum.
Hesar reglar, kombineraðar við einari føroyskari alivinnu
á knøum, fingu fólk í føroyskari vinnu og í føroyskum
politikki í ramasta álvara at skjóta upp, at Føroya Lands-
stýri skuldi svíkja øll prinsipp og argumentera fyri ES
importkvotum. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu
desperat vit verða, um ES marknaðurin knappliga ikki er
til vildar.
Tí er altumráðandi at spreiða okkum út yvir fleiri markn-
aðir og ikki bara loypa har garðurin í verandi stund tykist
lægstur.
Føroyingar útflyta longu nú fitt av sílum til Japan, og hava
vit ígjøgnum nógv ár havt samband við japanesarar. Fyri
meir enn 20 árum siðani vóru stórar føroyskar delegatión-
ir í Japan. Hesir túrar vóru m.a. fyriskipaðir av Tórmóði
Dahl sála, og fekk millum annað føroysk skelja- og rækju-
vinna fitt av íblástri harifrá. Nýggir tankar er ikki júst ein
yvirskotsvøra í føroyskari fiskivinnu, har reiðarar við
ókeypis almennum frammihjárættindum, uttan atlit til
somu skattgjaldarar, ið lata hesi frammihjárættindi, vilja
sleppa at verða púra fríttstillaðir í søluliðnum, meðan teir
berjast við hond og fót móti fríari kapping, tá tað kemur
til at sleppa framat. Nýggir vindar mugu blæsa yvir før-
oyska vinnu, og er tað her, at tað almenna eigur at hjálpa
við at knýta bond so vítt sum møguligt.
Løgmaður eigur at verða nýttur, sum ministarar aðra-
staðni, og eigur at leiða eina vinnudelegation til Japans og
seinni onnur lond, við tí endamáli at knýta handilssam-
bond, ið minka um avhengigheitina á einstakar marknaðir,
og at útvega føroyingum know-how innan fiskivinnu og
sjálvandi eisini aðra vinnu. Eitt slíkt tiltak eigur at knýtast
saman við einum vinnureformi í Føroyum, soleiðis at
kapping verður um alla rávøruatgongd, tí ikki nyttar at
hava høvdið fult av góðum hugskotum úr Japan og aðra-
staðni, um man hevur eina kongsbóndaskipan á sjónum,
har veiðurættindi vera latin nøkrum fáum, ið so kunnu
hava tey óavmarkað uttan kapping frá ungum dugnaligum
kreftum. Og latið okkum so eisini ansa eftir, at vit ikki
detta í somu grøv, tá vit vónandi fara í gongd við eina
oljuvinnu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vinnureformur og
løgmansvitjanir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
TÍÐINDASKRIV
frá Suðurstreymoyar
Sjálvstýrisfelag
Á almennum fundi um bú-
staðarviðurskiftini í Tórs-
havnar kommunu, sum
Suðurstreymoyar
Sjálv-
stýrisfelag skipaði fyri á
Landsbókasavninum
15.
september í ár, kom fram,
at ein av stóru trupulleik-
unum í sambandi við íbúð-
arbygging og -útleigan er
lóggávan á økinum.
Ójavnar treytir
Millum annað kom fram, at
mvg-lóggávan og reglurnar
um rentustuðul til sethúsa-
lán eru orsøk til at tað loys-
ir seg nógv betur fíggjarliga
at byggja sethús heldur enn
at fremja aðrar íbúðar-
loysnir. Grundin til hetta er,
at rentustuðul og mvg-frí-
tøka bara verður veitt ein-
støkum privatum húsaeig-
arum, meðan privat feløg
ella sjálvsognarstovnar ikki
hava møguleika at fáa hesar
sømdir. Úrslitið er tað
margháttliga, at hóast tað at
byggja nógvar íbúðir í senn
og saman í allar aðrar mátar
er bíligari enn at byggja eitt
og eitt sethús, so er set-
húsaloysnin nógv bíligari,
tí hon nýtir gott av rentu-
stuðli og mvg-frítøku.
Semja var um á fundin-
um hjá Suðurstreymoyar
Sjálvstýrisfelag, at hesin
ójavni í møguleikunum hjá
ávíkavist einstaklingum og
feløgum ikki er rímuligur.
Treytirnar fyri íbúðarbygg-
ing eiga at vera tær somu,
uttan mun til, um byggi-
harrin er ein einstaklingur
ella ein felagsskapur. Fund-
urin tók ikki støðu til, hvørt
feløg o.tl. skulu fáa rentu-
stuðul og mvg-frítøku, ella
um einstaklingar skulu
missa hesar framíhjárættir,
men semja var um, at treyt-
irnar eiga at vera tær somu
fyri øll.
Vinnulig útleigan
Eitt annað, sum var frammi
á fundinum, var møguleik-
in hjá fólki at leiga út á
vinnuligum
grundarlagi.
Sum er hava fólk ikki
møguleika til at leiga eitt
nú kjallaran út, og so at
rokna hesa útleigan sum
vinnuveg. Reglurnar í dag
eru soleiðis, at eini hús
mugu hava minst 10 leigu-
íbúðir, áðrenn eigarin fær
somu sømdir viðvíkjandi
skatti og avskrivingum sum
allar aðrar vinnur fáa. Um
hetta var broytt, soleiðis at
einhvør útleigan varð rokn-
að sum vinnulig, har útleig-
arin hevur roknskapar-
skyldu og fær rætt at av-
skriva bygningin, hevði tað
merkt betri lønsemi fyri
útleigaran og sum fylgja av
tí lægri leiguprísir. Haraft-
urat ber til at hugsa sær, at
tað í nógv minni mun enn í
dag fór at loysa seg at lata
vera við at geva leiguinn-
tøkur upp í skatt. Eisini
varð umrátt á fundinum, at
tað átti at borið til hjá eldri
fólkum at leiga út partar av
husum teirra skattafrítt.
Leigulógin má dagførast
Eitt triðja sum fundurin
legði stóran dent á, var
tørvurin á eini dagførdari
og herdari lóggávu á leigu-
økinum. Sum er inniheldur
leigulógin ongar bindandi
ásetingar, sum kunnu nýt-
ast til at tryggja eitt nú ein
ávísan standard á íbúðum,
sum vera leigaðar út. Hetta
eigur at vera broytt soleiðis,
at leigulógin verður ein
brúkaraverja, sum setir
nøkur minstukrøv til tað
sum verður leigað út og
sum ásetir treytir fyri eitt
nú uppsøgn av leigumáli og
ásetan av leiguprísi.
Lógin forðar fyri skilagóðum bústaðarloysnum
Kári Leivsson
Mær kunnugt eigur Føroya
Læraraskúli at vera odda-
fiskur í málvernd og hava
eina yvirorðnaða yrkisliga
ábyrgd fyri móðurmálsfrá-
læruni í landinum. Vit eiga
tí at kunna vænta av hesum
stovni, at hann vandar sær
serstakliga um sína mál-
nýtslu og stuðlar bæði mál-
frøðiliga og orðafatanar
samleika barnanna.
Ein sera margháttlig lýs-
ing var frá hesum stovni í
Sosialinum leygardagin 9.
oktober.
Móðurmálslærarar skúl-
ans áttu at tikið hesa lýsing,
hennara orðaval og setn-
ingsbygging sum skyldu-
námsevni. Ikki skal eg
gjøgnumganga lýsingina -
tað kunnu tit sjálvir gera,
men bert nevna greflig
dømi.
Har er lýst við undirvís-
ing í hvussu "pedagogur
fatar og handlar...."
Eisini um "hvørja mein-
ing børnini leggja í handl-
ingarnar"
Sig mær - skulu børnini
læra at fara til handils ella
hvat? Sjálvur veit eg ikki
hvørja "meining eg skal
leggja í handlingar", so
kanska átti eg sjálvur vaks-
in at farið aftúr í barnagarð.
"Álvaratos - um lærara-
skúlin skal halda ráðstevnu
um danska uppalingar-
mentan, við donskum peda-
gogmáli, hví so ikki heldur
skriva danskt, enn at skapa
eitt hálvbrotið yrkismál
beinleiðis yvirflutt, bæði
viðvíkjandi orðavali og
setningabygging?"
Og hví ikki nevna skeiðið
"uppalingarmentan í Dan-
mark" heldur enn bert at
vænta at vit skulu svølgja
alt rátt, sum algilda frøði?
Læraraskúlin ein handilsskúli?
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til býráðsvalið
Vit vita tað øll, at Tórs-
havnar Kommuna er ikki
nóg væl fyri umsitingarliga
og politiskt. Nógv merkja
tað eisini á sínum egna
kroppi, og tí er so lítið álit á
kommununa.
Hon er í heilum í and-
glettinum fyri skeiva og
óvinarliga framferð mót-
vegis borgarunum. Vant-
andi førleiki er rótin til tær
hvøssu atfinningarnar og
hørðu
átalurnar,
sum
kommunan hevur fingið
seinastu árini.
Tað sker í eyguni, at
kommunan til dømis bert
hevur ein løgfrøðing, sum
er settur í ein krók at varða
av
skattamálum.
Onki
starvsfólk við løgfrøðilig-
um førleika er uppi í dag-
ligu málsviðgerðini, har
lóggávan leggur stóran dent
á opinleika, sakligheit og
javnsetta viðferð av borg-
arum.
Hevur
Tórshavnar
Kommuna brúk fyri løg-
frøðiligari ráðgeving, held-
ur hon tað vera nóg mikið
at fara í býin til ein busi-
nessadvokat at leita sær
ráð. Hetta kann vera gott í
summum førum, men bøtir
ikki um hugburðin og før-
leikan
innanveggja
hjá
kommununi.
Ein máti at byggja upp
aftur álitið millum komm-
ununa og borgarnar er at
styrkja býarins politisku
leiðslu og leggja dent á at
menna førleikan í sjálvari
umsitingini. Tann ófull-
fíggjaða samansetingin í
dag er óivað ein grund til,
at opinleiki og gjøgnum-
skygni vanta í kommununi.
Tað skelkaði meg djúpt
fyrst í valskeiðnum, at
sjálvt skráin fyri býráðs-
fundirnar ikki varð al-
mannakunngjørd. Tær við-
gerðirnar, sum skuldu vera
almennar, vórðu tagdar
burtur.
Tað
hevur
eydnast
okkum í andstøðuni at bøta
eitt sindur um hetta, men
tað vanliga er framvegis, at
mál koma ikki út til al-
menningin, fyrrenn tey eru
avgreidd. Sostatt er sam-
skiftið við borgarnar sera
avmarkað.
Kommunan er ein tæn-
astumiðstøð fyri borgarnar.
Hjá býráðnum ræður um at
tæna fólkinum eftir teimum
reglum, sum eru settar upp
fyri hesum tænastuvirk-
semi, eitt nú í lógunum um
fyrisiting og alment innlit.
Býráðið og kommunan
umsita borgarans virðir, og
tað er umráðandi, at borg-
arin hevur álit á, at tey
verða umsitin væl.
Her má broyting koma í,
og tú kanst verða við til at
fremja broytingina 9. no-
vember.
Elin Lindenskov
býráðslimur fyri
Javnaðarflokkin
www.lindenskov.com
Fyri trimum árum síðani
legði eg uppskot fyri bý-
ráðið um at víðka um
svimjimøguleikarnar
í
Tórshavnar
kommunu.
Tørvurin er stórur, og trýst-
ið á verandi svimjihyl er
meira enn gott er.
Svimjing er einasta ítrótt-
artilboð, sum allir borgarar
í kommununi kunna njóta
uttan mun til aldur ella
førleika. Svimjihøllin er
einasta ítróttartilboð, sum
ikki krevur limaskap í fe-
lag, ella krevur at ein møtir
til ásettar tíðir. Eitt sera gott
og heilsumennandi tilboð,
til hvønn tann einasta borg-
ara í kommununi. Tá um
fólkaheilsuna ræður, er
svimjing eitt tað besta til-
boðið, sum kann bjóðast
fólki.
Svimjihøllin er nú 22 ára
gomul.
Høllin
avloysti
Svimjihylin í Gundadali,
sum tá var 23 ára gamal.
Tann hylurin var úti og
kundi
tí
bert
brúkast
summarhálvuna. Svimji-
høllin var tá eitt stórt fram-
stig.
Fyri 22 árum síðani búðu
umleið
13.000
fólk
í
Kommununi. Í dag eru vit
upp ímóti 20.000 fólk í
Kommununi
eini
7000
fleiri enn tá íð høllin bleiv
bygd.
Talið á vitjandi liggur um
450-500 um dagin. Talið er
munandi størri um summ-
arið, tá ið høllin er opin all-
an dagin. Um summarið
vitja millum 650 og 800
fólk svimjihøllina um dag-
in. So stórt er trýstið á
svimjihøllina.
Seinastu
árini
hevur
kommunan
víðkað
um
onnur ítróttartilboð. Tórs-
vøllur er bygdur, Ítróttar-
høllin í Hoyvík er bygd,
Ítróttarhøllin í Kollafyri er
komin væl áleiðis. Hetta
eru øll góð tiltøk, sum hava
verið røtt at gera, men nú er
tíðin komin til svimjingina.
Eg fari tí at endurtaka
mítt uppskot um, at næsta
stigi fyri ítróttina verður at
víðka um svimjimøguleik-
arnar, soleiðis at bæði al-
menningurin, skúlar/barna-
garðar og svimjifeløgini fáa
góðar umstøður at svimja í.
Eg skjóti upp, at vit á 25 ára
degnum hjá svimjihøllini í
2007, í minsta lagi eru
komin væl áleiðis, tá um-
ræður at útbyggja svimji-
møguleikarnar í kommun-
uni.
Fert tú inn á mína heima-
síðu, sær tú, at eg eri ó-
troyttilig, tá ið tað snýr seg
um at berjast fyri mínum
hjartamálum. Leitar tú eftir
barnaansing, finnur tú ikki
færri enn 72 greinar. Hetta
mál er nú um at verða loyst.
Eg vóni ikki, tað verður
neyðugt at skriva so nógvar
greinar fyri at fáa bøtt um
svimjimøguleikarnar. Men
verður tað neyðugt, so geri
eg tað.
Tummas í Garði
Býráðsvalevni fyri
Fólkaflokkin
Nógv rumbul hevur staðist
av útbyggingunum á ytra
havnaøkinum seinastu tíð-
ina.
Flest øll eru stolt av
nýggju Norrønu, men ym-
iskar meiningar eru um
hvar, og um hon skal hava
fast atløgupláss í Havn.
Somuleiðis farmaruturnar.
Her er talan um at viga
ímillum reint fíggjarlig- og
reint umhvørvislig- ella
trivnaðarlig atlit.
Ímeðan nógv rok hevur
verið um hvussu ytra
havnaøki skal nýtast, hevur
eingin tikið upp á tungu teir
møguleikar sum eru á
innasta havnaøkinum.
Tað er eitt sindur hug-
vekjandi, tí innaru økini
eru annars tey ið vit
borgarar brúka dagliga,
ímeðan ytra havnalagið er
stongt fyri ørindaleys!
Eg vil royna at fáa fokus
uppá eitt av innaru økjun-
um: Vestaru Vág - Undir
Bakka -Vágsbotn, fram við
Skálatrø og undir Múllers
Pakkhúsið.
Hesi øki eru uppløgd
rekreativ øki, sum havnar-
borgarar, handilsvinnan og
gestir kunnu fáa enn meira
gleði burturúr.
Býráðssamgongan hevur
í seinasta skeiði brúkt orku
og pening at fáa kloakkina
leidda burtur úr Vágsbotni,
og ætlar at halda fram heilt
út undir Múllers Pakkhús.
Stóra tøkk og rós fyri tað:
Vágsbotnur er longu nú
vorðin nógv reinari.
Nú Kommunan, meira
ella minni frívilja hevur
yvirtikið sluppina West-
ward Ho, og hartil stásiliga
setta í stand, er tað ein fínur
møguleiki at fáa økið úr
Vágsbotni út undir Bakka
til eina sanna perlu við
havnafrontin:
Arbeitt eigur at vera fyri
at
seglriggaðu
skipini
Norðlýsið og Westward Ho
kunnu fáa føst briggjupláss
her saman við Thorshavn.
Hetta hevði skapa eitt sera
gott umhvørvi úti undir
Bryggjubakka til gleði fyri
smábátaeigararnar,
mat-
stovur, evt tónleikalív og alt
handilslívið í miðbýnum
annars. Øki út undir Mùll-
ers Pakkhús eigur eisini at
verða betra, so Pakkhúsið
kann koma enn meira til
brúks,
bryggjuplássini
verða betur, og alt økið
gerst enn meira áhugavert
fyri bæði bátaeigararnar,
mentunargestir og handils-
viðskiftafólk.
Tá kunnu vit øll av hjarta
taka enn meira undir við
skaldinum: Á tann deiliga
Havn – eisini tá talan er um
Tórshavnar Havn!!
VIÐMERKINGAR
Maud Wang
Hansen
Námsfrøðingur
Gíslatøka, rættar ikki
uppá okkara plasering á
ST-listanum,
har
vit
frammanundan eru sam-
anborin við Uganda og
Kenya, tá tað snýr seg
um samfelagsviður-skift-
ini hjá fólki ið bera brek.
Nú er tjakið um kvøld-
skúlavirksemi
fyri
menningartarnað
ella
um
serundirvísingina
hjá Tórshavnar kvøld-
og ungdómsskúla blivið
eitt heitt evni.
Eg havi hildið mær og
býða til onkur annar fór
at gera vart við seg og
sína hugsan um hetta
málið.
Eftir at hava ásannað,
at fólk í bera brek bert
eru landsborgarar og
ikki kommunalborgarar,
siti eg eftur við einum
beiskum smakki í munn-
inum.
Vit siga at Tórshavnar
kommuna er fyri allar
borgarar ið her búgva,
men vit síggja at tað er
ikki so. Munur verur
gjørdur á um tú ert full-
førur ella ikki.
Hesin bólkur av fólki,
sum dagliga passar seg
sjálvan og ikki er til
ampa fyri nakran í okk-
ara samfelag, kanska
tvørturímóti, sum er við
til at vaksa um menn-
iskjansligu virðini í nær-
umhvørvinum har tey
búgva, arbeiða og ferð-
ast til dagligt, skal nú
aftur óskiljandi vera
vitni til at pláss ikki er
fyri teimum.
Hvørt serundirvísing
er ein landsuppgáva ella
kommunaluppgáva,
munnu tey fáu gáa um.
Við einum pennastrokið
er alt kvøld- og ung-
dómsskúlavirksemi tikið
frá teimum.
Hví gera tey ikki vart
við seg, tey sum eru
rakt?
Tí tey tora ikki, tey
eru ikki von við at brúka
miðlarnar til at vísa á
skeivleikar í teirra dagl-
igdegi, tey liva bara við
teimum eins og tey liva
við sínum brekum uttan
at rópa upp.
Tey vera ikki vird sum
aðrir borgarar í Tórs-
havnar kommunu og tí
vita tey ikki hvønn tey
skulu fara til.
Hvørja ferð námsfrøð-
ingar standa framm fyri
tey menningartarnaðu
fyri at kæra teirra neyð,
hoyra vit, at tey hava so
nógv at ganga til og tey
ferðast altíð og tey
síggja altíð glað út.
Hetta eru tómir flosk-
lar og er bert eitt úttrykk
fyri manglandi innlit í
dagligdagin hjá teimum
sum bera brek.
Hevur nakar miðli sett
seg í samband við tey
sum eru rakt av hesum
skeringum? Mær vit-
andi, nei!
Á temadegi í Norður-
landahúsinum var haft
frammi, at vit gera órætt
tá vit tosa um tey
"veiku" í samfelagnum.
Og tað er púra satt, fólk
ið bera brek eru ikki
veik í sær sjálvum, men
tey vera gjørd veik tá
møguleikarnir fyri at
vera virkin vera tiknir
frá teimum. Í hesum
førum møguleikarnir til
at hava eina læruríka,
mennandi og jaliga sam-
veru við líkastillaðum á
kvøldskúlanum.
Ein keta er ongantíð
sterkari enn tað veikasta
liðið. Og ein skipan sum
tekur menningartarnaði
og onnur sum bera brek
gíslar í einum polit-
iskum peningastríði, er
ein veik skipan.
Kvøldskúlarnir
VAL04
Álit og førleiki
VAL04
Á tann deiliga Havn – Tórshavnar Havn??
VAL04
Svimjimøguleikarnir skulu víðkast
VAL04
C
M
Y
K
11
10