Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Nr. 195 - 13. oktober 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í sambandi við at nýggja fyritøkan Faroe Agency er stovnað, var móttøka Yviri við Strond fríggjadagin 8. oktober. Fleiri hundr- að fólk stukku inn á gólvið at heilsa upp á nýggju eigararnar MÓTTØKA Myndir: Maria Olsen Herfyri læt ein tann roynd- asti føroyingurin innan shippingvirksemi, Árni Dam, upp fyritøkuna Faroe Agency saman við Karl Erik Reynheim, Mariu Lava og Ivan E. Moska- lenko. Fyritøkan heldur til Yviri við Strond í Havn. Árni hevur sjálvur starvast við hesum slagi av virk- semi síðan 1978. Endamálið við nýggju fyritøkuni er fyrst og fremst at veita tænastur til út- lendsk skip, ið koma til Føroya. Faroe Agency skal fyrst og fremst virka sum port agents fyri fremmand skip. Tað vil siga, at teir taka sær av øllum tí praktiska við- víkjandi pappírum, loyv- um, møguligari útskifting av manning saman við Atlantic Airways, proviant og øðrum í sambandi við, at eitt fremmant skip kemur til Føroya. Árni Dam segði í røðu síni m.a. at tá hann byrjaði við agency virkseminum, høvdu teir 64 skip fyrsta árið, og í fjør var talið næst- an tíggjufaldað. Teir fóru undir Faroe Agency fyri at tryggja at arbeiði var á før- oyskum hondum, og at atlit verða tikin fyri føroyska samfelagnum í arbeiðinum, soleiðis at talið av skipum framhaldandi kann økjast. Samstarvið við russar hevur øll árini verið ein grundarsteinur í agency arbeiðinum, og síðan Árni í fjør gjørdist russiskur kon- sul, er hetta arbeiði nógv vaksið. Útlendsk reiðaríir hava stóran áhuga fyri Føroyum, og síðani nýggja fyritøkan læt upp, hava teir fingið hópin av uppringingum úr útlandinum. Móttøka hjá Faroe Agency: Endamálið er veita góða tænastu til útlendsk skip Árni Dam við eini skemtitekning av Óla P. sum hevur staðið á baksíðuni á Sosialinum Árni Dam heldur røðu, meðan Ivan Moskalenko tolkar fyri skiparunum á russisku skipunum, sum liggja á reduni Tveir kendir sølumenn, Jógvan Weihe og Jens Petur Egholm Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri, og Ivan Moskalenko, ein av eigarunum av fyritøkuni Karl Erik Reynheim (v.m.) er ein av eigarunum av Faroe Agency Óli Jacobsen frá Føroya Fiskimannafelag og Aksel Hansen frá Bacalao Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, Tórmóður Djurhuus, advokatur, og Líggjas Joensen frá P/f Farpack NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta navn. Tað er latínskt og merkir eingil, tað er sendi- boð. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur sett kommunulæknarnar Jaspur Petersen og Kára Rasmussen í fast starv í Suðurstreymoyar lækna- dømi. Teir byrja báðir 1. desember 2004. Jaspur Petersen, sum hevur verið kommunu- lækni í Norðuroyggjum í nógv ár, men í løtuni er hann ikki í føstum starvi. Hann skal starvast í við- taluni í Berjabrekku 1, har Petur Højgaard áður hevur starvast. Kári Rasmussen, sum í løtuni starvast sum kommunulækni í Runavík, skal starvast í viðtaluni í J. Broncksgøtu 7, har Kaj Kallsberg áður hevur starv- ast. Til minnis um Dánjal Joensen Fyrr i ár fingu vit sorg- arboðini, at Danjal á Kjalnesi var farin í bestu árum. Hann gjørdist sjúkur fyri bert góðum ári síðani og noyddist at lúta fyri herviligu sjúk- uni. Lívsins lagna er óskiljandi fyri okkum vanligu menniskju og stutt er ímillum sorg og gleði, men soleiðis er og verður lívið her á fold. Dánjal var føddur í 1941 og vaks upp á Kjal- nesi, har hann luttók í øllum fyrifallandi ar- beiði á garðinum. Hann yvirtók garðin fyrst í sjeytiárunum og var ein teirra, sum gjørdist limur í Mjólkarvirkinum frá fyrsta degi. Hann var eisini starvsmaður hjá MBM í eini tíggju ár frá fyrst í áttatiárunum. Hann koyrdi tangabil øll hesi árini og røkti sína uppgávu væl. Hann fór úr hesum starvið tá hann bleiv valdur til formann í Jarðarráðnum, eitt álitisstarv, sum hann røkti í nógv ár. Dánjal hevði eitt lætt lyndi. Hann var hugnaligur at vera saman við, tað veri seg í álvarsomum løtum og vertskapi. Rossaáhugaðir menn munnu óivað minnast aftur á mangar hugnaligar løtur saman við Dánjali. Vit á MBM sakna hann nógv, hann var ein sannur vinur og nógv avhildin av okkum. Okkara tankar eru hjá Emly og børnunum og teirra familjum. Má gud geva tykkum styrk í sorg tykkara. Friður veri við minninum um Dánjal á Kjalnesi. Eiríkur Thorvaldsson Mánadagin 11. oktober fluttu tey fyrstu búfólkini inn á Tjarnargarð við Hoy- víksvegin í Havn. Tað vóru hjúnini Mia og Andrew Godtfred, sum hava búð í J. Paturssonargøtu í Havn í meira enn 30 ár. Áðrenn tað búðu tey í Vági, har An- drew hevði Shell avgreiðsl- una. Tey eru bæði 90 ára gomul, og vóru tey sera væl nøgd við tær góðu um- støðurnar á Tjarnargarði, har tey hava ein lítla íbúð við sovikamari, eini lítlari stovu og einum væl inn- rættaðum wc og baðirúmi. Tjarnargarður er fyrr- verandi Marinustøðin, sum Tórshavnar býráð hevur keypt og innrættað til eldra- íbúðir. Tilsamans er pláss til 10 búfólk, og í hesi vik- uni koma hini átta, sum skulu búgva har. Leiðari á Tjarnargarði er Hensia Einarsson. Umleið helvtin av Tjarn- argarði er gjørdur til eldra- íbúðirnar, hin helvtin verð- ur í næstum gjørd til eina demensdeild, har dagtilboð vera til tey demensraktu. Í sambandi við at eldra- íbúðirnar verða lidnar, verður almenn móttøka á Tjarnargarði 21. oktober kl. 15.00, har øll eru vælkom- in, sigur Hensia Einarsson. Fyrstu búfólkini á Tjarnargarði vóru Andrew og Mia Godtfred. Her eru tey saman við ommu- og abbasoninum Bjarna Bogason og leiðaranum á stovninum, Hensiu Einarsson Mynd: Magnus Gunnarsson Tjarnargarður við Hoyvíksvegin: Mia og Andrew vóru fyrstu búfólkini Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi, Jákup Dahl Olsen andaðist í heiminum mánadagin 11. oktober, 71 ára gamal. Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl .18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Randi, Anna, Gunnar og Beinta Tey, ið vilja minnast Jákup, kunnu lata eina gávu til Cystisk Fibrose felagið, konto í peningastovnunum. Almanna- og heilsumálaráðið: Tveir nýggir kommunulæknar í Suðurstreymoyar læknadømi C M Y K 13 12