Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Nr. 195 - 13. oktober 2004 15 Zakarias Wang Nógv bendir á, at tað verður neyðugt at gera ein uttanflokka lista til býráðs- valdið í Tórshavnar komm- unu, ið hevur til endamáls at einskilja ta almennu jørðina. Spurningurin er nevnliga, hvussu leingi vit skulu finna okkum í at lata teir politisku flokkarnir spæla sær við jørðina til størsta skaða fyri okkum øll. Fyri at skilja hvussu ótrúligt tað er, sum fer fram, er kanska gagnligt at líta at, hvussu ber tað til, at ognarviðurskiftini til jørð- ina í Føroyum eru sum tey eru blivin. Føroyar eins og Amerika Í fyrstuni vóru Føroyar eins og Amerika. Eitt óbygt land, sum fólk settust í. Her fóru kvinnur og menn til verka. Settust á berar steinar, men góvust ikki á hendur! Bygdu tak yvir høvdið og arbeiddu, so tey fingu bæði at bíta og brenna. Óðalsjørð Men hvør átti hetta land? Áðrenn nakar setti búgv her, ber til at siga, at hesar oyggjar vóru felags ogn hjá allari mannaættini. Tá fólk settust her, samtyktu tey sínámillum, hvør ið átti hvat. Tey gjørdu tí landið til sín óðal. Í hesum orði ligg- ur tann áseting, at jørðin var ogn hjá tí ætt, sum hevði sett seg fyrst á hana og arbeitt hana. Ognarrætturin til jørðina stavar frá tí rætti, sum hvør menniska hevur til at eiga seg sjálva. Hetta er tann grundleggjandi mannarætt- urin, sum øll hava, og tá ið tey nýta sína arbeiðsmegi til at byggja hús á jørð, sum er felags ogn hjá manna- ættini, fáa tey rætt til at eiga jørðina, av tí at tey broyta hana við at leggja ein part av sær sjálvum, nevnliga sína arbeiðsmegi, í jørðina. Men hetta ger eingin einsa- mallur. Ættin var felags um hetta stóra tak, og tí var hugsunarhátturin, at tann sum átti jørðina bert var umboðsmaður fyri ættina. Hann hevði arvað jørðina frá sínum fedrum, og tá hann ikki var longur, so skuldi onkur annar í ættini halda fram. Aðalsjørð Men so við og við vaks hugsanin um, at tað skuldi bera til at lata jørð burtur úr ættini. Hetta vildi ikki siga, at jørðin helt uppat at vera óðalsjørð. Óðalsrætturin var nú hjá eigarnum, og eins og hann hevði havt fólk til at arbeiða fyri seg á garðinum, so fekk hann, tá talan var um uttanbíggjar- jørð, onkran sum búði í tí bygd, jørðin var í, til at arbeiða hana. Nú siga vit at talan er um uppsitarar, men í tí Føroyingasøgu, sum skrivað er í Íslandi um 1215, verður sagt at nøkur hundrað ár eftir landnámið hevði Tróndur í Gøtu leigu- lendingar. Hann sum hevði óðalsrættin til jørðina royndi sjálvsagt eins og Tróndur at fáa sum mest av landskuld burturúr jørðini, men var hann ov kravmikil, so var eingin sum vildi ar- beiða hana, og so fekk hann einki! Tað vóru ikki bert føroy- ingar, sum fingu uttan- bíggjarjørð, men eisini norskar aðalsættir. So seint sum fyri góðum tvey hundrað árum síðani var t.d. jørðin í Sørvági aðals- jørð. Har høvdu teir norsku aðalsmenninir óðalsrættin. Síðan seldu teir jørðina til føroyingar, og óðalsrætt- urin er nú hjá teimum, sum hava útvegað sær hana. Pávi og kongur Men størsti óðalseigarin í Føroyum gjørdist tó kirkj- an. Tá trúbótin kom í 1537, var størsti eigarin í Føroy- um pávin í Rómaborg! Ikki mundi tað tó vera nógv landskuld, sum kom fram til Pæturs stól, tí megin- parturin av henni varð nýtt til kirkjuna her. Jørðin varð býtt sundur í rættiliga stórar garðar, sum leigulendingar arbeiddu. Trúbótin bar við sær, at vit fingu ein nýggjan óðalsmann í Føroyum, tí norski kongur okkara tók jørðina frá kirkjuni. Men skipanin við leigulending- um helt fram. Nú fór lands- kuldin tó ikki til kirkjuna í Føroyum, men til kongsins húsarhald, har tað so var. Tá var hetta hildin vera ein góð skipan, tí illa gekst hjá kongum at fáa inn skatt, og við at eiga jørðina kundu teir leggja tyngri byrðar á leigulendingarnar enn á nakran annan sam- felagsbólk. Skjótt komu stjórnmálamenn tó eftir, at hetta var ein óheppin skattaskipan, og í seytjandu øld byrjaðu sviar at ganga nýggjar leiðir og einskildu jørðina. Hetta var ein partur av tí umskiping, sum førdi við sær at Svøríki vann á Noreg/Danmark og tók stórar og virðismiklar part- ar av hesum ríkjum. Hjá norðmonnum og dønum var tí einki annað at gera, um teir skuldu standa seg í kappingini, at ganga somu leið og einskilja kongsins jørð, og hetta varð gjørt. Arvurin frá gablunum Men tá vóru Føroyar kom- nar í klørnar á gablunum, sum fingu alla landskuld av oyggjunum, Teir vildu ikki sleppa hesi inntøku og tí- skil fór eingin einskiljing fram í Føroyum. Tá gablar- nir fóru í søguna, tóku kongsins embætismenn við eftir teir. Fyri teir var tað ógvuliga høgligt at ráða yvir jørðini, tí tað gav teim- um nógv meir vald enn teir annars høvdu havt. Tá vit fyri hálvtannað- hundrað árum síðani fingu fólkaræði í Danmark, kravdu teir fáu kongsleigu- lendingar, sum har vóru eftir, at teir beinan vegin skuldu fáa jørðina til keyps. Hetta varð sett í verk. Men í Føroyum hendi einki. Her helt gablatíðin fram! Eingin demokratisering av ognarrættinum Beint við gøtuna inn til Havnar kirkju stendur ein gravsteinur. Á honum verð- ur sagt, at har er í 1857 grivin ein kongsleigulend- ingur í Hoyvík, og at 10 børn syrgja hann. Hevði kongsins jørð í Føroyum verið einskild samstundis sum hon varð tað í Dan- mark, so høvdu teir 850 eftirkomararnir hjá hesum leigulendingi nú átt ein part av hesum garði, sum hevði verið um 6500 fermetrar. Sama hevði gongdin verið øllum øðrum kongsleigu- lendingaættum viðvíkjandi. Eina slíka demokratiser- ing av ognarrættinum fingu vit ikki, tí umboðsmenn óðalseigarans, embætis- menninir, sýtti fyri hesum. Í staðin varð tvíhildið um, at bert ein av arvingunum skuldi taka við leigumálin- um. Síðstu tvey hundrað árini er fólkatalið vaksið nógv. Í teimum bygdum, har fólk- ini sjálvi áttu óðalsjørðina var hetta einki vandamál, tí jørðin varð býtt enn meir sundur enn fyrr, so talið av húskjum kundi vaksa. Men har leigulendingar sótu við jørðini, sýtti eigarin, tað almenna, fyri at býta so nógv sundur millum arv- ingarnar, sum gjørt hevði verið, um fólk sjálv áttu jørðina. Garðsleigulendingar og traðarleigulendingar Fyri at bøta eitt sindur um henda mismun móti systkj- unum hjá leigulendingun- um - og øðrum sum høvdu tørv á jørð fyri at seta búgv - varð ein skipan við leigu- traðum fingin í lag. Em- bætismenn fingu enn ein bólk av leigulendingum at ráða yvir, og hesir nýggju fingu ikki somu treytir sum teir fyrru. Sjálvt orðið leigulendingur varð tikið úr málinum, og garðsleigu- lendingarnar vórðu kallaðir kongsbøndur fyri líkasum at vera eitt sindur fínari enn hinir, sum itu traðarmenn. Fyri at fáa uppaftur meir split í varð ásett, at traðar- menn sluppu at arbeiða jørðina, men ikki at ráða yvir henni um veturin, tí jarðareigarin segði, at upp- runaligi leigulendingurin skuldi hava rætt til vetrar- bit. Skjótt fingu traðarleigu- lendingar ein fyrimun fram um garðsleigulendingar, tí teir sluppu at keypa jørð- ina. Henda rætt fingu teir við at velta hana, men uttan mun til hvussu nógv teir garosleigulendingarnir veltu, so fingu teir ikki loyvi til at keypa nakran snøkil. Óðalsrætturin aftur- vunnin – partvíst Men við hesi áseting kom ein partur av tí óðalsrætti, sum hevði verið hjá embæt- ismonnunum, aftur á hend- ur fólksins. Henda ein- skiljing av jørðini hevur havt heilt ómetaligan týdn- ing fyri framburðin í landi okkara, tí harvið sleppa fólk sjálvi at gera av, hvat ið jørðin skal verða nýtt til. Eitt er tað, at tað ber til at nýta hana til tað vit vanliga kalla jarðarbrúk. Men eing- in jørð hevur givið meir av sær enn tann, sum verður nýtt til at seta hús á. Hetta hevur verið galdandi síðan landnámstíð, og nú tjóð okkara er vaksin so nógv, er hesin eftirspurningurin økt- ur munandi. Tí eru tað alt fleiri traðarmenn, ið halda tað loysa seg at nýta jørðina til bygging, og hevur hetta gjørt, at vit hava fingið meir burtur úr jørðini enn frammanundan. Eingin veðmøguleiki Tað eru tó ikki allir traðar- menn, ið hava verið so hepnir, at teir hava fingið ræði á síni egnu jørð. Summir eru framvegis leigulendingar, og kunnu ikki ráða yvir tí jørð teir arbeiða. Teir eru í so máta í somu støðu sum garðs- leigulendingarnir. Felags fyri hesar báðar bólkar er, at av tí at teir ikki eiga jørðina, so kunnu teir ikki seta hana í veð fyri lán. Hetta forðar fyri, at menn kunnu reisa kapital, sum teir kunnu nýta sum trygd fyri nýggjum fyritøkum. Hetta ber hin vegin til hjá teimum, sum hava fingið traðir ella grundstykki til keyps. Tíverri hevur tað al- menna ofta lagt tungar treytir við tá ið traðirnar eru seldar. Ein traðarmaður í Havn kann koma út fyri, at vegur verður gjørdur á trøð hansara uttan at hann fær endurgjald, og tað ger at virði á trøðni er minni enn tað annars hevði verið, og at kapitalur er lítil, sum kann reisast við veð í henni. Framstig eru tó hend Tann sum stendur uppi við Hotel Føroyar og hyggur út yvir Havnina, sær ein heilan bý, sum er bygdur á einskildari jørð, sum hevur stórt virði, og kann vera rekmátturin í framburði í landi okkara. Men samstundis eru stór øki, sum ikki eru í somu hepnu støðu, og sum høvdu kunnað latið upp fyri ótald- um møguleikum um tey vórðu einskild so sum byrjað var uppá í Svøríki, Noreg og Danmark fyri fýra hundrað árum síðani. Politisku flokkarnir forða fyri skilaráðum Nú hava vit havt løgting og kommunur í smáar tvær øldir, men hvussu ber tað til at hesir stovnar ikki hava megnað at einskilt jørðina? Hetta er ein spurningur um politikk. Fyri at koma nakra leið mugu vit hava politikarar, sum vita hvat teir vilja, og prioritera loysn av hesum máli fram um annað, teir kunnu nýta sína tíð til. Hetta hava vit ikki sæð nógv til. Fara vit á fund hjá teim- um politisku flokkunum, so vísir tað seg, at í øllum teirra eru fólk, sum halda hetta vera eitt týdningar- mikið mál at loysa. Men samstundis eru í øllum flokkum fólk, sum siga seg venda flokkinum bakið, um so er at hann ger nakað sum helst við einskiljing av jørðini. Úrslitið er, at einki hendir. Hvat er at gera? Ein gongd leið hevði verið at tey, sum halda at hetta mál er umráðandi at fáa loyst, taka seg saman um at gera eina fylking, ið hevur til endamáls at fáa gongd á í hesum máli. Nær er rætta høvið at byrja? Í veruleikanum er mótstøð- an størst í kommununum. Manga staðni eru politiskir flokkar í kommunustýrun- um, og frá teimum kemur einki. Skal nakað broytast, er tí helst neyðugt hjá teim- um, sum vilja broytingar, at stilla upp til kommunuval. Størst er mótstøðan móti einskiljing í Tórshavnar kommunu. Her er tí eisini mest at vinna við einum politiskum tiltaki, sum hev- ur til endamáls at leigu- lendingar gerast óðals- menn, sum allir eru undir somu lógarreglum sum ver- andi óðalsmenn. Man rætta løtan til eitt slíkt tiltak ikki vera beint nú? Landsstýrið ætlar at senda rokn- ingina til tey lágløntu og veiku Finnleif Guttesen Undanfarna landsstýr- ið ætlaði, at kommun- urnar skuldu yvirtaka og gjalda barnavernd- ar- og eldraøki, ongan- tíð ov skjótt. Núver- andi landsstýrið ætlar tað sama, men kanska ikki við sama øði sum fráfarna landsstýrið. At Javnara og Sam- bandsflokkurin taka undir við hesum er í andsøgn við teirra sosialpolitikk, men eg fari kanska skeivur? Rakar tey lágløntu og veiku meinast Barnaverndarøkið skal nútímansgerast og ein eykarokning uppá 16 milliónir blívur send kommununum 1. jan- uar 2005 og øll vita, at hetta tal fer at økjast komandi árini. Hervið tvingar landsstýrið kommun- urnar til at hækka skattaprosenti og rakar hetta mest tey lágløntu og veiku. Tí hesi fólk gjalda lítlan lands- skatt, men fullan kommunuskatt, og hækkar kommunu- skatturin, ja, so merkja tey lágløntu og veiku tað meinast. Ein landsuppgáva Barnaverndarøkið er ein landsuppgáva, tí tá er møguleikin minstur fyri, at mál verða við- gjørd ymiskt. VIÐMERKINGAR Einskiljingarlisti TÍÐINDASKRIV frá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag Komandi býráð í Havn eigur at seta sær sum mál, at nøkta allan íbúðartørv í kommununi. Serliga eigur býráðið at raðfesta ung- dóms-, eldra- og brekað- vinarligar íbúðarloysnir. Hetta var ein av niður- støðunum á einum almenn- um fundi um bústaðarvið- urskifti í Tórshavnar kommunu, sum Suður- streymoyar Sjálvstýrisfelag skipaði fyri á Landsbóka- savninum 15. september í ár. Á fundinum luttóku m.a. Lív Tórgarð fyri Føroya Ungdómsráð, Bjarni Wil- helm fyri Sjálvsognar- stovnin Berjabrekka , Svenning og Amy Tausen umboðandi eldra ættarlið- ið, Jógvan Mørkøre fyrr- verandi formaður í Føroya Kommunufelag, Sigrun Mohr fyri Alzheimerfelag- ið og Bent Jákup Hansen sum umboð fyri leigu- nevndina í Tórshavnar Kommunu. Útstykking Á fundinum kom fram, at tørvur er á bústaðartilboð- um til fólk í øllum aldri. At kalla einasti møguleiki at seta búgv í kommununi er at byggja sær hús og her eru serliga grundstykkini - prísirnir og útboðið - ein trupulleiki. Av tí at eftir- spurningurin eftir grund- stykkjum í kommununi er so stórur og útboðið sam- stundis lutfalsliga lítið verður príslegan fyri grundstykkir í privatum handli øgiliga høg. Her helt fundurin eina loysn vera, at kommunan legði doyin á at útstykkja til privata bygg- ing. Um útboðið av kommunalum grundstykkj- um nærkaðist eftirspurn- inginum hevði privati grundstykkjaprísurin eisini falli. Tilsamans hevði talan verið um munandi betraðar møguleikar hjá privatfólki at bygt sær hús fyri ein rímuligari penga enn nú. Sosial- og alternativ íbúðarbygging Men bíligari grundstykki er ikki einasta loysnin sum fundurin vísti á. Kommun- an eigur at raðfesta nógv hægri enn nú, at byggja ella keypa íbúðir til heim hjá serliga tørvandi, vardar íbúðir, sambýlir, ellis-, og umlættingarheim og næm- ingaheim til tey lesandi. Eisini helt fundurin, at skilagott hevði verið um kommunan tók á seg ein virknan leiklut í sambandi við sosiala íbúðarbygging. Sum dømi um at komm- unan longu í ávísan mun hevur arbeitt við hesum er Sjálvsognarstovnurin á Berjabrekku, sum ætlandi skal fevna um góðar 60 íbúðir til ein samansettan skara av leigarum. Tey eldru vísa sjálvi á eina gongda leið Amy og Svenning Tausen greiddu frá hvussu tey hava loyst ein vanligan íbúðar- trupulleika á ein sera áhugaverdan hátt. Nógv eldri sita í alt ov stórum og rakstrartungum húsum, men hava einki annað í at velja. Samstundis hava nógv ung stóran tørv á íbúðum. Ami og Svenning greiddu frá hvussu eitt av børnum teirra keypti húsini hjá forldrunum, sum síðani leigaðu aðru hæddini í hús- inum. Tey eldru hava skeyti uppá at tey hava lívslangan leigurætt til íbúðina. Amy og Svenning Tausen søgdu at tey ikki høvdu uppliva nakran vansa, men nógvar fyrimunir, við hesari skip- an. Hetta er eitt dømi um hvussu fólk sjálvi, við ný- hugsan, kunnu loysa hend- an vanliga trupuleikan. Uttan iva kunnu nógvar aðrar familjur nýta hendan mátan. Men so eru eisini nógv onnur sum ikki hava hendan møguleikan og tí má samfelagið skipa fyri betraðum karmum á íbúð- arøkinum. Skipaðan leigumarknað Eitt triðja sum koma fram á fundinum var tørvurin á at fáa skipaði viðurskifti á leigumarknaðinum. Leigu- marknaðurin er í ovurstór- an mun merktur av, at eftir- spurningurin eftir býli er nógv størri enn útboðið. Hetta hevur við sær, í nógv- um førum, at fólk mugu gjalda eina ógvuliga høga leigu fyri smáar og illa hildnar íbúðir ella kømur. Í nógvum førum er talan um beinleiðis óvirðiligar um- støður, tá fólk eitt nú gjalda 2-3000 krónur fyri eitt kamar, har tey mugu deilast um wc og bað við aðrar leigarar, ella kanska eigar- an, og har tey ikki hava at- gongd til køk ella umstøður til at vaska klæðir.Henda støðan er óforsvarlig, og botnar fyri ein stóran part í væntandi lóggávu á økin- um. Hetta kann býráðið sjálvandi lítið gera við. Men eitt, sum býráðið kann gera nakað við, er at mink- að um munin ímillum eftirspurning og útboð á bústaðarmarknaðinum. Hetta kann býráðið gera við at stimbra íbúðarbygg- ing í kommununi, og so- leiðis minkað eftirspurn- ingin eftir bústaðum so mikið, at leiguprísirnir funnu eina rímuliga legu. VIÐMERKINGAR Bústaðarviðurskifti í Tórshavnar kommunu Anfinn Laksáfoss Búskaparliga gongdin hjá fiskivinnutjóðini Føroyar er tann skeiva vegin, tann náttúrliga vegin, kunnu vit eisini siga. Fíggjarstøðan hjá landskassanum, er tengd av góðum og vána- ligum fiskiárum. Hettar mugu vit føroyingar ásanna, at hetta er so, uttan mun til politiskar avgerðir. Eitt annað er so, hvussu farið verður fram í landsins leiðslu, í mun til gongdina í fiskivinnuni. Hvussu nógv verður lagt til síðis og brúkt í góðum tíðum o.s.f. Eg kundi hugsa mær at vita, um tað yvirhøvur vera tikin atlit til gongdina í fiskivinnuni, tá ið lønar- samráðingar eru á tí al- menna og privata sektorin- um? Tá ið búskaparliga kreppan í fyrru helvt av nítiárinum vendi, av tí at fiskurin kom at vitja klett- arnar aftur, var nógv argu- menterað við, at nú máttu tær almennu og privatu løn- irnar hækka, so at tey eisini fingu sín part av tí avkasti, sum havið nú var komið við. Aftaná niðurgongdina í fiskivinnuni seinastu tvey árini er føroyski fiskimað- urin farin niður í løn við eini 30 prosentum, onkrir bólkar heili 50 prosent. Kanska kundi hettar eisini verið tikið við til lønarsam- ráðingar næstu ferð? Argumenterað hevur eis- ini verið við, at almennu og privatu lønirnar skullu vera á sama støði, sum í øðrum norðurlondum, sum tey eis- ini væl hava fingið upp- fylgt. Skullu føroysku fiskimennirnir vera á sama støði sum í hinum norður- londunum, skal ein stórur skattalætti koma afturat skattalættanum til sjófólk- ið, sum ið løtuni er virkin. Samstundis sum lønar- hækkingar fara fram, hava røddir verið frammi um at lækka inntøkuloftið fyri skattalættan, samsýning- ingina, ið fiskimaðurin fær fyri tað hann bløðir, fyri tað føroyska samfelagið, á sjó- num. Skattalættin til sjó- fólkið, er eitt tað stórsta framstigið, í føroyskum politikki, í nðggjari tíð. Sjálvandi skulla tær al- mennu lønarhækkingirnar, ikki ganga útyvir lands- kassan, fólksins bankabók, sum jú er tengdur av gongdini í fiskivinnuni. Her muga sparingar og automatiseringar til, í mun til at tænastustøði eisini kann gerast betri. Sjálvur kostnaðurin av tí almenna hevur ongantíð verið so stórar fyrr, heldur ikki í mun til inntøkur landskass- ans. Kanska kundi hesar lønarhækkingar heldur ver- ið spardar, so ymisk av- gjøld kundu verið avtikin, og skattaprosentið lækka. Kostnaðarstøði kundi lækka, so allir borgarar í landinum høvdu fingið ein ágóða av tí. Støðugt vaksandi lønir á tí almenna og privata mark- naðinum, kann ongantíð vera nøkur góð loysn, tá ið vit hava eina óstøðuga fiskivinnu, og harvið ein óstøðugan búskap. Síðstu tíðina hava arbeið- arafeløgini víst seg, at vera meira til ampa fyri limir sínar, enn hjálp. Arbeiðara- feløgini hava hingið í lúnningini á virkjum, og roynt at kollsilgt tey. Limir teirra síggja, meðan beinini vera hálaði undan teirra ar- beiðsplássum. Arbeiðarafeløgini hava, so at siga, roynt at kvalt hvørt eitt tað einasta flaka- virkið í landinum, við ar- beiðssteðgum og methøg- um tímalønum. Úrslitið er, at virkini ikki longur hava kunnað verið kappingarfør í prísi, og nógvur fiskur er tískil farin óvirkaður av landinum. Nú hava arbeiðarafeløg- ini heitt á landsstðrið, um at avmarka stóra útflutningin av rundum fiski, beinleiðis á útlenskar marknaðir. Sjálvandi skal so nógvur fiskur sum møguligt, virk- ast liðugur á føroyskum virkjum, men hetta sigur nakað um hvussu lágt støð- ið er á arbeiðarafeløgunum. Her má eitt ella annað, ger- ast fyri, at arbeiðarafeløgini ikki sleppa at veipa við ørmunum soleiðis. Náttúrligt er jú, at hvør roynir at fáa sum mest burtur úr, har sum man er, men eitt betri samanspæl má vera ímillum teir ym- isku sektorarnar í landin- um, tá ið vit bara hava eina høvuðsvinnu, fiskivinnu. Minnist eg rætt, so var eitt tað størsta hjartamálið hjá sitandi samgongu, at røkka út til tann veikasta í landinum, Vóni at tað eydnast! Ringt skil Djóraverndar- felagið Leygardagin 9. oktober ringdi fólk og boðaðu frá, at menn vóru farnir á fjall, og meiningin var at stinga seyðin í staðin fyri at skjóta hann. Vit bóðu viðkomandi ringja til landsdjóralæknan. Viðkomandi ringdi aftur og segði, at djóralæknin segði, at tað var forboð- ið at stinga, tí tað var at pína seyðin. Tað er bert loyvt at skjóta seyðin. Hann segði, at viðkom- andi kundi ringja til løg- regluna og boða frá. Seyður er í veru- leikanum ógvuliga "menniskjansligur", jf. grein um Seyð og strongd hjá John D. Olsen í Dimmu leyg- ardagin 9. oktober 2004. Seyður kennir andlit aftur, 10 fólkaandlit og 50 seyðaandlit í upp til 2 ár, og hann følir seg ikki einsamallan, um hann hevur eina mynd av einum øðrum seyði framman fyri sær. Tá ið øll nú vita hetta, so er tað ein beistager av teimum ringastu at lata seyðin, sum bíðar eftir at blíva dripin (skotin altso) síggja høvdini á tí seyði, sum longu er avhøvdaður. Vónandi syrgja menn fyri at hetta ikki hendir. P.S. Tað er heldur ikki loyvt at hava seyðin liggjandi niðurbundnan. Tá seyður skal drepast, skal hann skjótast EIN RULKUR Kann eg virða náttargalan nóg nógv, og ikki bara kveistra hansara song burtur, og meta hann ófullkomnan sangara? Dagurin kemur nú, og sólin rísur so fjálg og góð eftir so drúgva, ríka og klára nátt - sum náttin var klár, hugsi eg - omaná. Tí undir lá okkurt og bøldi - ein rulkur. Hví lá hann har og bøldi? Sera torført er at greina hetta mál - endaleyst tykist tað; bara eg hevði dugað - o, lást tú bert og bíðaði hettar, rulkur? Aha! Nú veit eg: barst tú meg ikki so trygt inn til náttargalasangin o trøll? Agnar Jógvansson C M Y K 15 14