Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JUNI 2017 SOSIALURIN 66 32 MYND: HEINESEN MYNDIR P ete Best var eyðsýnt hans­ ara trummumaður, ikki Ringo Starr. Hann kendi Pete Best, segði hann. Hann kendi ikki Ringo Starr. Hann reksaði upp minst 12 grund­ gevingar fyri, at Pete Best varð koyrdur úr The Beatles (tit vita hatta yvirmetta popporkestrið úr Liverpool. Orkestrið, sum gavst í somu løtu, teir hoyrdu seg sjálvar spæla fyri geylunum hjá smá­ gentunum). Hann endaði hvørja grundgeving við at svara sjálvur, sannførdur og indigneraður: which is not true. Aðruhvørja ferð legði hann of course afturat. Satt at siga minnist eg ikki, hvør hansara sannleiki er um Pete Best. Hinir minn­ast tað heldur ikki. Men sama, hvussu trummu­pinnarnir vendu, var Pete Best bæði nógv betri trummu­bukari og harafturat nógv vakr­ari enn Ringo Starr. Pete Best var ikki næstbest(ur) Hann var bestur, ikki næstbestur. Ein grundgeving skuldi vera tann, segði hann, at mamma Pete, sum var um­boðs­kona hjá Beatles í fyrstani, legði seg alt ov ofta út í arbeiðið hjá Brian Epstein. Ein onnur skuldi vera tann, at Pete Best vildi ikki hava sítt hár. Hatta er sum alt hitt not true (of course). Vit vóru í einum hýruvogni á Beatlesferð í Liverpool. Ein frálík ferð til nógv støð og hús, sum tá, fyrst í trýss­unum, vóru kapittul í søguni um The Beatles. Vit vóru tó ikki við gamla Cavern­ klubban. Tí hann hevði, sam­bært okk­ ara driver, ongan týdning í Beatles­ søguni. Ella var tað tí, at ringt var at sleppa fram at Cavern í Matthew Street í bili. Hann tosaði og tosaði, og hann visti eisini nógv. Tað gera ikki øll, sum tosa nógv. Hevði eisini eina mappu við myndum at vísa okkum, fýra Beatles­ dyrkarum og einum ateisti. Hýruvognarnir í Onglandi eru so snildir, at teir taka fimm ferðafólk. Men eingin sleppur at sita har frammi hjá bilføraranum. Tað er trygd. Ikki tí, vit eru friðarligir, vit heimføðingar úr Føroyum. Men tað kunnu tey ikki vita í Liverpool. Hann tosaði og tosaði, meðan hann koyrdi, og tá vit steðgaðu og fóru úr bilinum. Løgið, at fólk, sum eta blóðmør og pylsur, væl stoktar í margarini, um morg­unin, kunnu vera so spelkin og hava heimsins besta humor. Veit nakar at siga um nakran, sum etur gras til morgunmatar og er stuttligur aftaná? Hví hevur hann ikki tosað alt hatta á band ella fløgu, so hann sleppur und­ an at endurtaka seg sjálvan tvær ferðir um dagin ár eftir ár? Ella ger hann ikki. Hann sigur ikki tað sama á hvørjari ferð gjøgnum Beatlesland. Hann var av fullum huga við í søguni um poppararnar, meðan vit koyrdu skjótt yvir allar bungurnar á vegnum. Tær eru nógvar. So stórar sum hampiliga væl vaksin kvinnubringa ella prúð ølvomb. Hann vísti eisini at siga, at John Lennon var eisini samkyndur og segð­ ist hava fríggjað við Brian Epstein. John sorlaði ein plátusnarara sundur á einari barr, tá hesin spurdi John, hvussu gekst hjá honum og Briani. Áhugaverd søga og góð at hava í skjáttuni til at taka, næstu ferð mergj­ að og hvøss góð orð skulu sigast á ár­ liga Beatlesmøtinum. Ein annar, sum koyrdi okkum dagin eftir, segði okkum, sum tað vildu hoyra, og tað var vist bara eg, at har vóru nógvir bólkar í Liverpool í trýssunum, sum vóru betri enn Beatles. Hann var sum eg tannáringuur tá, og vit vóru púra samdir. Almenni sannleikin um Pete Best og Ringo Starr er helst tann, at George Martin vildi ikki hava Best við á plátunum, sum hann gjørdi fyri Beatles. John Lennon var meira diplo­ mat­iskur, tá hann varð spurdur um kynstrini hjá teimum báðum trummarunum. Ringo was a better Beatle. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Best var ikki næstbest BAKSÍÐAN S jálvandi er hendan grein um okkurt grenj, men júst í hesum føri haldi eg tað er viðkomandi og eg vóni at myndugleikarnir skjótast gjørligt fara at gera okkurt við trupulleikan. Havnin er stór, sjálvt um vit ofta nevna hana heimsins minstahøvuðsstað. Men eftir føroyskum mátistokki er hon stór. Nógv fólk búgva her og ein hópur kemur til Havnar til arbeiðis. Og hvussu flyta vit okkum? Jú, vit hava Bussleiðina í Havn og Bygdaleiðir, men tey flestu brúka framvegis bilin. Bilsølan hevur verið ómetaliga stór seinastu tvey-trý árini og nógvir bilar eru komnir út á vegirnar afturat teimum mongu, sum vóru har frammanundan. Men hetta yvirsær býráðið í okkara høvuðsstaði púrasta. Jú tey vísa til, at tað ber til at parkera á Skálatrøð og á onkrum øðrum minni øki, men tað er ómetaliga torført í Havn at finna eitt stað, har ein kann seta bilin frá sær ein heilan dag. Tíðirnar eru skerdar so fólk síggjast renna út og inn av almennu skrivstovunum í miðbýnum í Havn, sníkjandi seg at flyta parkeringsklokuna ólógliga uttan at flyta bilin. Tey vita sum er at flyta tey bilin ella koyra ein túr, so er parkeringsplássið upptikið, tá ið tey koma aftur. Tað eru bert hendinga stovnar ella fyritøkur, sum hava parkeringspláss til starvsfólkini. Hini mugu berjast um almennu plássini ella kleina seg uppá fortovskantar ymsastaðni. Parkeringsvaktirnar ganga runt og leggja girokort undir viskararnar. Reelt er talan um eitt avgjald til teirra, sum arbeiða í miððbýnum í Havn. Nú veit eg sjálvandi ikki hvussu nógv hetta gemur í kommunukassan, men tað kundi sæð út til, at býráðslimir halda hetta er ein góð loysn, tí onki røkist fyri einari loysn av hesum viðurskiftum. Snakk, snakk hava vit hoyrt um ætlanir, men onki ítøkiligt verður gjørt. Fráfarandi býráð snakkaði og hetta býráðið ger onki. Tað tykist sum hugurin at klandrast um grót í fjøruni á Sundi hevur størri týdning enn at loysa eitt átroðkandi problem hjá teimum sum búgva og arbeiða í Havn. Mín áheitan er, at í staðin fyri at tit lata teknokratarnar í umsitingini sleppa at sita og spæla sær við at flyta parkeringspláss av einum stað til annað – uttan at tey gerast fleiri- so set tey til at projektera ein brúkbara loysn. Og meðan eg minnist til tað – Landssjúkrahúsinum tørvar eisini nógv pláss afturat. Sjálvar havi eg ikki førleikar at siga hvussu hetta skal gerast. Bert staðfesta, at í nógvum stórbýum eg havi vitjað, har eru parkeringsplássini undir jørð ella inn í berginum. Ber tað ikki til at gera í Havn? Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar