mikudagur 13. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 195 - 13. oktober 2004
Nr. 195 - 13. oktober 2004
17
– Tað nyttar onki at
fylla vitan niður í
næmingar. Tað ræður
um fáa tað, sum tey
rúma, burtur úr
teimum, sigur Anja
Pálsdóttir, lærari á
Venjingarskúlanum.
Seinasta summar
segði hon farvæl til
ein flokk, sum var
sera trupul, tá hon
fekk tey. Men sum
hon - við øðrvísi
undirvísing, herða-
klappum og rósi fekk
eitt sera tætt sam-
band við
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað er ein dagur síðst í juni
mánaði. Prógvhandan er á
Venjingarskúlanum. 10.b er
ein av flokkunum, sum fær
prógv. Flokslærarin, Anja
Pálsdóttir, reisist fyri at
halda eina røðu fyri sínum
næmingum. Tey seinastu
orðini hon talar til tey sum
teirra flokslærari.
– Hendan talan er mín
kærleiksváttan til hvønn
einstakan av tykkum, byrjar
Anja røðuna.
So hvørt sum hon kemur
longur og longur í røðuni,
er tað greitt, at her er talan
um ein heilt serligan flokk,
sum hevur eitt heilt serligt
samband við teirra floks-
lærara.
Ikki tí, tað er altíð nakað
serligt millum flokk og
flokslærara, men á ein ella
annan hátt er hetta meira
enn vanligt.
– Eg síggi ein flokk, sum
er blivin væl fyri fakliga.
Nøkur av tykkum vóru
sannførd um, at tit onki
dugdu og høvdu tískil givið
upp. Somu næmingar hava
prógvað, at við einum
herðaklappi og nokk av
rósi, er sjálvsálitið styrkt,
soleiðis at tit í dag hava eitt
prógv, sum tit kunnu vera
errin av, sigur Anja Páls-
dóttir.
Hon tosar eisini um,
hvussu stolt hon er av
flokkinum, sum fyri nøkr-
um árum síðani var ein sera
trupul flokkur í allar mátar.
Sorgblídni
Tá Anja er liðug at tosa, sita
fleiri við tárum í eygunum.
Hetta má hava verið ein av
teimum mest persónligu
røðunum frá lærara til flokk
nakrantíð. Men tað er eisini
sorgblídni,
sum
ræður
hendan dagin. Stundin er
komin at siga farvæl við
fólkaskúlan. Næmingarnir
fegnast, men samstundis er
alt tað kenda og trygga
burtur.
Anja Pálsdóttir sjálv vil
heldur ikki so fegin siga
farvæl, men hon er lærari
hjá teimum, og hon veit, at
tey nú skulu út í lívið. Hon
vil illa sleppa teimum, men
hon má. Orsøkin til, at hes-
in flokkurin er nakað heilt
serligt fyri hana, er ein long
søga, sum hon fegin sigur
Sosialinum, nú flokkurin er
burtur úr skúlanum, og
aðrir eru komnir til.
Hon er fegin um at hava
upplivað hendan flokkin.
Tað hevur verið læruríkt
fyri hana eisini.
– Eitt havi eg so í øllum
førum funnið útav. Tú fært
tað, tú gevur. Vit vístu teim-
um, at vit vóru góð við tey,
at vit trúðu uppá tey og lov-
aðu teimum at nýta teirra
egnu gávur. Tað gav bonus,
tí vit fingu tað fleirfaldað
aftur, sigur Anja Pálsdóttir.
Uppgivin flokkur
Í 2000 kom Anja Pálsdóttir
fyri fyrstu ferð at kenna
hesar næmingarnar. Tann
dagin hon kom inn í 7. b og
bleiv teirra flokslærari.
Flokkurin virkaði als ikki
í skúlanum. Næmingarnir
vóru a-sosialir og fakliga
støðið fevndi heilt frá botni
til tops.
– Onkur av næmingunum
vóru kanska bara á triðja
floks støði, meðan aðrir vóru
nærum tilreiðar til student,
greiðir Anja frá. Fáir næm-
ingar lógu mitt ímillum.
Saman við einum øðrum
lærara, Mariu Tróndarson,
gjørdi Anja av at royna at
finna útav, hvat tað var,
sum ikki virkaði í hesum
flokkinum. Tær nýttu eina
ørgrynnu av tíð og orku
uppá at finna trupulleikar-
nar.
– Sigast skal at hetta var
ein ógvuliga tungur flokkur
við ógvuliga stórum og
tungum trupulleikum – ikki
bara í skúlanum, greiðir
Anja frá.
Tær báðar saman við hin-
um lærarunum hjá 7. b
nýttu nærum eitt heilt
skúlaár til at sosialisera
næmingarnar.
– Tey høvdu onki sjálvs-
álit, og sjálvsvirðingin var
burtur. Tey vóru ljót og
órein við hvønnannan, so
tað bar simpulten ikki til at
undirvísa í flokkinum, sig-
ur Anja.
Eitt av tingunum, sum
tær løgdu dent á, var at
finna tað, sum næmingarnir
vóru góðir til, rósa teimum
fyri tað og vísa teimum, at
tær vóru góðar við tey.
Í røðuni til prógvhandan-
ina fýra ár seinni segði
Anja eisini, at næmingarnir
høvdu megnað so ómeta-
liga nógv, sum gjørdi, at tey
tann dagin kundu sita har
sum ein ultra-sosialur og
heimsins fittasti flokkur.
– Tí hvør hevði trúð tí
fyri nøkrum árum síðani, tá
lærarar flýggjaðu um háls
og herðar út úr flokkinum,
segði hon millum annað.
Smá mál
Anja og Maria settu sær
fyri at royna at arbeiða
nógv í bólkum við næming-
unum. Tí einvegis undirvís-
ing frá talvuni vísti seg
beinanvegin als ikki at gera
nakað sum helst.
– Tað bar ikki til. Har var
onki samband við næming-
arnar, sigur hon.
Tær fóru í holt við at tosa
við hvønn næmingin sær.
Sokallaðar næmingasam-
røður, har tær spurdu næm-
ingin,
hvørjar
hansara
veiku ella sterku síður
vóru. Her varð tosað um
trupulleikar av øllum slagi
eisini. Bæði fakligar, sosi-
alar og persónligar trupul-
leikar. Hvat fyri trupulleik-
ar tey høvdu heima ella við
vinum. Hol varð sett á alt.
Tú fært tað tú gevur
– Tað nyttar onki at und-
irvísa næmingum, sum
hava trupulleikar. Tí tá blo-
kera tey, sigur Anja Páls-
dóttir.
Á henda hátt bar til hjá
næmingi og lærara í felag
at seta smá mál fyri næm-
ingunum, so tey høvdu
okkurt at arbeiða fram
ímóti.
Anja sigur, at foreldrini
vórðu somuleiðis inndrigin
í hendan øðrvísi arbeiðs-
háttin, og sum heild tóku
tey væl undir við honum.
– Vit nýttu ein undirvís-
ingarhátt, sum verður kall-
aður problemvend undir-
vísing, har tú allatíðina
arbeiðir við tvístøðum og
roynir at fáa næmingarnar
at arbeiða við ymiskum
útfrá tí, greiðir hon frá.
Skapandi evni
Næmingarnir høvdu fingið
sær leiklutir í flokkinum,
sum vóru sera torførir at
sleppa av við. Onkur var
banditt, onkur tann stilli,
meðan onnur vórðu happað
av hinum. Nøkur vóru full-
komuliga steðgað upp,
meðan onnur vóru destruk-
tiv og skulkaðu hvønn
kjans tey fingu til tað.
Anja og Maria fingu tikið
nakrar av teimum truplastu
næmingunum út úr vanliga
tímanum í eina tíð. Tey
fingu so undirvísing í ein-
ari aðrari stovu, meðan
restin av flokkinum var í
einari. Hetta bøtti munandi
um støðuna, men kortini
var tað ikki nóg gott.
Fleiri av næmingunum í
flokkinum vildu sleppa at
spæla tónleik. Hetta bar
ikki til, tí onki hold var til
tess. So Anja og Maria
gjørdu av at loyva hesum
næmingunum at nýta aul-
una til at spæla tónleik í,
meðan tær arbeiddu aftan á
skúlatíð.
– Tá hendi nakað, sigur
Anja.
Tá næmingarnir sluppu
at brúka teirra skapandi
evni, fylgdi alt hitt við.
– Eg veit tað ljóðar ótrú-
ligt, men tey byrjaðu at
gera skúlating, tey blivu
harmonisk og meiri seriøs í
skúlanum. Tey tímdu meira
fyri tað siga á ein annan
hátt, sigur hon.
Hetta bleiv so eisini ein
gularót, sum Maria og Anja
nýttu í flokkinum.
Tað vísti seg so eisini
seinni, at tað vóru sera
mong í flokkinum sum
høvdu serlig skapandi evni
av ymsum slagi. Ikki bara
til tónleik, men eisini hand-
arbeiði og eitt nú ítrótt.
So skjótt sum tey sluppu
at menna hesi evni, gekk alt
annað betur eisini.
– Eg veit ikki, um tey
fingu avreagerað ella hvat,
men tað hjálpti, sigur Anja.
Og leggur afturat, at tað
nyttar ikki at fylla vitan
niður í næmingarnar, men
heldur fáa tað, sum tey
rúma, burtur úr teimum.
Anja og Maria arbeiddu
sum sagt nógv í bólkum við
næmingunum. Tær settu
bólkarnar saman á ymsan
hátt og arbeiddu við nógv-
um ymiskum evnum. Á
henda hátt gjørdust næm-
ingarnir sjálvi eisini varðug
við, hvat tey dugdu best.
Ikki bara glans
Anja sigur, at nú ljóðar alt
hetta so øgiliga gott, men
hon er sólaklár yvir, at
hesin undirvísingarhátturin
hevði nakrar vansar.
– Eg haldi, at teir næm-
ingarnir, sum vóru væl fyri
fakliga, vórðu gloymdir í
øllum hesum. Tað eri eg
sera kedd av í dag, men ein
er einsamallur við 24 næm-
ingum, og tá klárar ein ikki
alt, staðfestir hon og yppir
øksl.
Hon royndi at eggja teim-
um fakliga vælfyri at ar-
beiða sjálvstøðugt, men
sjálv heldur hon, at tey
blivu gloymd.
– Eg bleiv so kedd, tá ein
av teimum, sum ikki var so
væl fyri tørvaði hjálp. Eg
kundi ikki lata vera við at
hjálpa teimum, sigur hon.
Ein annar trupulleiki er
eisini, at tað krevur ómeta-
liga nógva tíð og orku frá
læraranum at arbeiða á ein
tílíkan hátt. Og viðhvørt tá
tey vóru liðug við eina
verkætlan, var bara ongin
orka eftir.
– Tá var tað ein fór inn í
flokkin og hevði púra van-
liga læraraundirvísing frá
pultinum. Men tað var við
ringum tannabiti, kann eg
siga tær. Men har var bara
ongin orka eftir til nakað
annað, hóast ein visti, at tað
ikki gjørdi serligan mun,
sigur Anja.
Stór broyting
Hóast flokkurin hjá Anju
og Mariu batnaði á mong-
um økjum, so broyttist fak-
liga heildarmyndin ikki so
øgiliga nógv. Nógv gjørdu
stóra framgongd, og onnur
ikki so stóra. Tað vil siga, at
munurin frá teimum, sum
vóru fakliga heilt væl fyri
og til tey, sum ikki vóru so
væl fyri, broyttist ikki.
– Men øll gjørdu fram-
gongd, sigur Anja.
Samstundis hvurvu at-
ferðatrupulleikar, og næm-
ingarnir byrjaðu at virka
sosialt, so ein kann bara
ímynda sær, hvussu tað
hevði verðið, um hesin
arbeiðshátturin varð settur
fyrr inn í hendan flokkin.
– Tað er ikki vist, at tað
hevði virkað í einum og
hvørjum flokki, men tað
virkaði í hasum, og tí er tað
so týdningarmikið, at vit
finna útav, hvat børnini
tíma og hava áhuga fyri, so
tey eisini eru við til at
mynda gerandisdagin, sigur
Anja Pálsdóttir, sum eisini
sum flokslærari upplivdi
tað at leita eftir einum av
sínum næmingum í gøtun-
um í Havn, tí viðkomandi
hevði rúsevnistrupulleikar.
– Tað er bæði hart og
strævið at vera flokslærari,
tí ein knýtir seg so nógv til
næmingarnar. Ein verður
góður við tey, og á ein ella
annan hátt átti eg tey, sigur
hon.
Sorg
Tá flokkurin byrjaði aftur í
9. flokki var greitt, at hin
lærarin, Maria, varð vorðin
álvarsliga sjúk. Hon hevði
fingið krabbamein og var
tískil nógv burtur frá flokk-
inum.
Men
avloysarin
kendi flokkin frá fyrr av, og
hon kom væl inn fyri
Mariu.
Flokkurin fekk at vita, at
Maria var sjúk og var farin
til viðgerðar. Anja prátaði
nógv við tey um tað.
Men í desember fingu tey
so at vita, at Maria varð
send heim, tí læknarnir ikki
kundu gera meira.
Anja fór inn í flokkin við
einari køksrullu og segði
teimum syrgiligu boðini.
– Tá kom alt møguligt
fram. Onkur hevði ringa
samvitsku, tí tey høvdu
sagt eitthvørt ljótt og so
framvegis. Men eg haldi, at
tað hjálpti at tosa um tað,
sigur Anja.
22. desember andaðist
Maria, og tá var flokkurin í
jólafrí. Men tey høvdu sæð
hana stutt frammanundan,
tá hon var við til árligu
jólagudstænastuna.
Flokkurin savnaðist til
jarðarferðina, og aftur varð
nógv prátað um sorgina og
missin.
– Eg haldi, at tey mentust
nógv av tí. Tey blivu vaksin
á ein ella annan hátt. Hetta
var nakað, sum rakti tey øll,
og tey lærdu at seta orð á
teirra kenslur. Tað var eisini
nakað, sum Maria og eg
løgdu dent á í okkara ar-
beiði við teimum. Sansir,
kenslur og at diskutera,
sigur Anja.
Græt heima
Anja greiðir frá, at eftir at
Maria var farin, hildu hon
og avloysarin fram við at
arbeiða á sama hátt við
flokkinum. Heilt fram til
prógvhandanina seinasta
summar.
– Eg hevði tað ræðuligt
við tankan um at skula
sleppa teimum. Eg haldi, at
eg hugsaði um tað í eitt
heilt ár frammanundan,
greiðir hon frá.
Anja var so fegin teirra
vegna, at tey vóru liðug,
men samstundis var tað
sera torført hjá henni at
sleppa teimum. Hon hevði
verið so nógv um tey í fýra
ár.
– Eg græt ikki í skúlan-
um, men tá eg var komin
heim, tá græt eg. Eg var
eisini við síðuna av mær
sjálvari í fleiri vikur, greiðir
hon smílandi frá.
Fleiri ferðir fangaði hon
seg í at taka hornið og
ringja heim til onkran teirra
bara líka fyri at vita, um tey
vóru okey. Men hon gjørdi
tað ikki. Tó tosar hon við
tey, hvørjaferð hon møtir
teimum í býnum.
– Tey eru farin víðari, og
eg eigi tey ikki, men sum
flokkur og sum einstøk fara
tey altíð at eiga eitt serligt
pláss hjá mær, sigur Anja
Pálsdóttir, lærari á Venj-
ingarskúlanum.
– Eg græt ikki til sjálva prógvhandanina,
men tá eg var komin heim, tá græt eg. Eg
var eisini við síðuna av mær sjálvari í
fleiri vikur
”
Anja Pálsdóttir, lærari á Venjingarskúlanum, sigur, at tað er ómetaliga tungt at siga farvæl við ein flokk, sum ein hevur verið flokslærari hjá
Mynd: Álvur Haraldsenza
Flokkurin var trupul, a-sosialur og virkaði ikki væl í skúlanum. Men við rósi, herðaklappum, umsorgan og øðrvísi undirvísing
fingu Anja Pálsdóttir og Maria Tróndarson vent keðiligu gongdini í flokkinum
Mynd: Jørgen Lützen
– Tað er ikki vist, at tað hevði virkað í
einum og hvørjum flokki, men tað virkaði
í hasum, og tí er tað so týdningarmikið, at
vit finna útav, hvat børnini tíma og hava
áhuga fyri, so tey eisini eru við til at
mynda gerandisdagin
”
– Eg haldi, at teir næmingarnir, sum vóru
væl fyri fakliga, vórðu gloymdir í øllum
hesum. Tað eri eg sera kedd av í dag, men
ein er einsamallur við 24 næmingum, og
tá klárar ein ikki alt
”
C
M
Y
K
17
16