Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 12. JUNI 2017 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Er hendan veruliga ov stór? Danska modellin Ulrikke Louise Lahn Høyer hevur veruliga sett gongd á stórt kjak um heilsuna hjá modellum, eftir at hon í evstu løtu var send heim til Danmarkar áðrenn eitt stórt mótashow fyri Louis Vuitton í Japan. Tað skrivar DR. Unga modellin skrivaði sjálv um hend­ ingina á sínari Facebook síðu, eftir at hon fekk boð um, at hon var "ov stór" og ikki kundi nýtast fyri kenda merkið kortini. Hetta hendi eftir, at Louis Vuitton umboðsfólk bóðu donsku gentuna einans drekka vatn í 24 tímar áðrenn showið av somu orsøk. Hon skrivar millum annað, at orsøkin til, at hon valdið at greiða alment frá støðu er, at slíkur hugburður er við til at geva modellum etingarólag og ringt sjálvsálit. Hendingin hevur fingið danska heilsu­ mála­ráðharran Ellen Trane Nørbyes og stjór­ an í Danish Fashion Institute at senda skriv til franska mótahúsið. Tær heita á mótahúsið um at fylgja moralsku leiðreglunum hjá danska móta­ heim­inum, har millum annað aðalmálið er at gera upp við skeiv vakurleikamál og at mót­ arbeiða etingarólag. – Vit gera hetta fyri at varpa ljós á, at danskar gentur spegla sær í modellunum, sum tær síggja á mótapallum kring heimin. Tì hava mótahúsini eisini ábyrgd av at ikki skapa eina falska mynd av, hvat tað er at vera normalur, sigur ráðfrúan við DR. Somuleiðis hevur Ulrikke Louise Lahn Høyer síðani Facebook uppdateringina fing­ ið stóran stuðul frá øðrum mótahúsum og modellfeløgum. Men hendingin hevur vakt ans kring allan knøttin, tí fleiri miðlar uttanlands hava tikið álvarsomu hendingina upp. Seinastu árini hevur nógv ljós verið varpað á støðuna hjá modellum og mótaheiminum sum heild, og fleiri mótahús hava staðið saman um at varpað ljós á, at tað ikki er rætt at brúka ov tunnar modellir, tí tað skapar eitt keðiligt og skaðiligt rák fyri ungdómin. Kelda: Dr.dk V ágs skúli fekk í farnu viku eina stórfingna gávu frá einum íslendskum pari, hvørs røtur eru í Vági. Tey eita Margrét G. Schev­ing og Ásbjørn Óttarsson. Tað er abbi Margrét, Sivar Hjelm, sum var vágbingur. Sivar Hjelm var føddur í Vági í 1915, men sum 12 ára gamal flutti hann við mammu síni og systkj­um til Íslands, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu. Pápin, Jógvan Hjelm, gekk burtur á Vágseiði saman við bróðuri sínum Jaspuri Hjelm og tveim­ um synum, Anton og Esbern og Sofusi Berg, sum var ættaður úr Hvalba. Sivar Hjelm flutti aftur til Vágs eitt skifti, men endaði aftur í Íslandi. Á samkomu í Vágs skúla í farnu viku mintist Margrét G. Scheving aftur á, hvussu abbi henn­ ara plagdi at greiða frá um Vág og Føroyar. – Tá eg so kom her fyrstu ferð, so visti eg, at eg var vágbingur. Tá eg kom her fyrstu ferð, upplivdi eg aftur søgurnar, sum abbi fortaldi mær, og sá hann fyri mær á skoytum á Vatnin­ um, eins og hann hevði greitt frá, segði hon. Tað var fyri at heiðrað minni um abba sín, at Margrét G. Scheving í dag handaði Vágs skúla hesa stórfingnu gávuna, ein 3D-prentara, ein 3D-skannara og eina teldu. John Henrik Holm, skúlastjóri, takkaði hjarta­ liga fyri gávuna, og greiddi frá, at Vágs Skúli við hesum er fyrsti skúli í Føroyum, sum hevur ein 3D-prentrara og ein 3D-skannara. Skúlastjórin segði eisini, at hetta eru tól, sum Vágs Skúli ikki hevur møguleika sjálvur at keypa, men at tey longu høvdu gjørt av, at 3D-prentari, 3D-skannarin og teldan fóru at verða partur av tøkni-breytini, sum næmingar kunnu velja seg inn á í heyst. John Henrik ivaðist ikki løtu í, at næmingar í Vágs Skúla fóru at fáa stóra gleði av hesari gávu – og bjóðaði eisini Margrét og Ásbjørn, sum eru í Vági at kalla hvørt ár, vælkomnum aftur í Vágs Skúla næstu ferð, tey vóru í Vági, soleiðis at tey kundu síggja, hvussu næmingarnar fara at gagnnýta hesa stórfingnu gávu. Vágsbørn fingu fyrsta 3D-prentaran