mánadagur 12. juni 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 12. JUNI 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Eisini opið leygardag
Um vikuskiftið skifti Norrøna ferðaætlan, so
leiðis at skipið nú er farið undir sína summar
sigling. Um veturin siglir Norrøna bert til Dan
markar úr Føroyum hóskvøld, men nú farið er
undir summarsiglingina siglir hon fríggjanátt og
sunnukvøld til Danmarkar.
At farið er undir summarsigling, merkir eisini,
at upplatingartíðirnar á skrivstovuni hjá Smyril
Line í Tórshavn eru broyttar.
Í mun til vetrarhálvarárið, so hevur skriv
stovan, nú summarsiglingin er byrjað, eisini
opið leygardag, tá ið Norrøna fer úr Danmark
til Føroya.
Næstan einki pláss eftir
Summarið sær út til at gerast serstakliga gott
hjá Norrønu og Smyril Line, tí bíleggingarnar eru
sera nógvar í tali, og tað er næstan einki pláss
eftir á fráferðunum hjá Norrønu.
– Tað eru ikki nógv pláss eftir í summar. Men
tað eru tó nakrar eftir, og onkrar av teimum eru
eisini tær bíligu fráferðirnar, men fólk skulu
skunda sær, um tey skulu ogna sær nakrar av
hesum ferðunum, sigur Martin Dam Joensen,
søluleiðari hjá Smyril Line.
Hann greiðir frá, at tað hevur verið ein
luksus-trupulleiki hjá Smyril Line ein stóran part
av summarhálvárinum, at skipið hevur verið so
fult.
– Tað hevur verið fult so at siga non-stop frá
1. Apríl, og er tað heilt fram til umleið mánaðar
skiftið september/oktober, sigur hann.
Orsøkin til fulla skipið er fyrst og fremst tey
vælumtóktu Viking-cruisini, sum eru ferðir, har
tú fert umborð í Hirtshals leygardag og so siglir
við Norrønu í eina heila viku, til tú ert aftur í
Hirtshals. Hetta er eitt slag av ferðum, sum
Smyril Line bjóðar uttan fyri summarsiglingina,
og tá liggur væl fyri at gera slíkar ferðir, tí
Norrøna liggur tá við bryggju í Havn mánadag í
fleiri tímar, og á Seyðisfirði í Íslandi í hálvtannað
døgn, so ferðafólkini hava møguleika at uppliva
bæði Føroyar og Ísland á hesum ferðunum.
Hava riggað skipið til summarið
Í vetur eru nógvar ábøtur og umvælingar gjørdar
umborð á Norrønu, sum vit eisini hava skrivað
um í Vikublaðnum áður. Eitt nú er buffet-
matstovan gjørd munandi størri, so at næstan
50 prosent fleiri ferðafólk kunnu sleppa til
borðs í senn, og eisini er vælumtókta Simmer-
Dim matstovan vaksin.
Dagføringar eru eisini gjørdar á fleiri av
kømurunum, eins og náttklubburin Saga Café
hevur fingið nýtt innbúgv og nýtt á gólvið.
So alt í alt er Norrøna væl brynjað til summ
arið 2017.
Summarsiglingin er byrjað
Norrøna er nú farin undir sína summarferðaætlan. Tað merkir, at flaggskip Føroya
nú siglir aftur og fram millum Føroyar og Danmark tvær ferðir um vikuna